Árstal
2011 2012 201320142015 2016 2017
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

2014 (MMXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum mikudegi.

Hendingar í 2014

rætta

Januar

rætta
  • 4. januar - Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av Eysturoynni og aðrar staðir har um leiðir fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr Oyndarfirði, sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin 28. desember 2013. Roknað varð við, at Rani var við í bilinum, sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar í Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44, og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargingarbátunum Lív, Ziska og Sverra. Tyrla luttók eisini í leitingini.
  • 10. februar - Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, boðaði frá alment, at hon hevði meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí hon var ónøgd við fleiri viðurskifti, og at hon kendi so illa sín flokk aftur. Eitt nú meinti hon ikki, at ein maður, sum hevur snýtt í tolli, skal vera landsstýrismaður.

Februar

rætta
  • 10. februar - Gerhard Lognberg gjørdist limur í Sambandsflokkinum, eftir at hann hevur verið uttanflokka tingmaður í gott tríggjar mánaðir, síðan Javnaðarflokkurin avgjørdi at koyra hann úr flokkinum. Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingfólk, so nógv tingfólk hevði hann ikki havt síðan 1932.
  • 14. februar - Føroyski stuttfilmurin Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá úr Skopun hevur leikstjórnað, vann altjóða filmsvirðisløn á Berlin Filmfestivalinum 2014 í bólkinum GENERATION 14PLUS, virðislønin verður á enskum nevnd The Special Prize of the Generation 14plus International Jury og var á 2500 evrur (umleið 18 000 krónur). Ingun í Skrivarastovu framleiddi filmin, Mikael Blak og Hanus G. Johansen gjørdu tónleikin, høvuðsleiklutirnir spældu Armgarð Mortensen og Helena Heðinsdóttir.
  • 15. februar - Sjónleikurin Tóm rúm varð frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikhandritið, Eyðun Johannessen leikstjórnaði, tey leikandi vóru eitt nú: Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Tónleikin hevur Tróndur Bogason gjørt, sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn. Vígdis Hentze Olsen stóð fyri koreografiini.
  • 25. februar - Eitt óhapp hendi í Klaksvík. Slættaberg sigldi á Ågot, sum lá við bryggjuna við Norðborg við fullari last. Ongin persónskaði hendi. Ågot fór at leka illa, men tað eydnaðist at tetta lekan. Ågot og Slættaberg blivu liggjandi í nakrar dagar, har Slættaberg hevði stevni inni í lastini á Ågot, men dagin eftir eydnaðist tað at fáa skipini leys av hvørjum øðrum. Ågot bleiv seinni sleipaður til bedingina hjá Klaksvíkar Skipasmiðju.
  • 1. mars - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25 000 krónur, onnur á 10 000 krónur og triðja virðislønin er á 5 000 krónur. Eisini vórðu virðislønir latnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov varð nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
  • 12. mars - ES, Norra og Føroyar undirskrivaðu avtalu um at skipa fiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum í fimm ár. Føroyar fingu 12,6 prosent av heildarkvotuni, sum svaraðu til 156 túsund tons.
  • 28. mars - Mikkalina Norðberg vald sum ársins íverkseti á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn.

Apríl

rætta
  • 4. apríl - Tey fýra sløgini hjá føroysku fyritøkuni Dism fingu øll heiðursmerkir á World-Spirits Awards 2014 í Eysturríki. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti.
  • 10. apríl - Løgtingið samtykti einmælt uppskotið um at stovna eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnulin. Tunnlarnir verða mettir at kosta góðar tvær milliardir krónur. Eysturoyartunnulin eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnulin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur. Sambært uppskotinum verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Eysturoyartunnulin verður bygdur fyrst.
  • 16. apríl - Suðurkoreanska ferðmannaskipið Sewol við 476 fólkum umborð sakk 2,7 kilometrar frá Seogeochado-oynni í Suðurkorea. 325 av ferðafólkunum vóru 16-17 áragamlir skúlanæmingar, ið vóru á veg til oynna Jejo-do á eina 4-daga langa skúlaútferð. 150 fólk eru deyð, 152 ferðafólk eru ikki funnin eina viku eftir vanlukkuna og 174 fólk eru bjargaði á lívi.
  • 25. mai - Arne Vatnhamar kom sum fyrsti føroyingurin nakrantíð upp á Mount Everest, sum er heimsins hægsta fjall.
  • 28. mai - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi við floksformonnunum Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen úr Javnaðaflokkinum, Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn løgdu fram uppskot um misálit á Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, sum var fíggjarmálaráðharri. Misálitisuppskotð kom eftir, at tað sonevnda Tollmálið í longri tíð hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Fjølmiðlar settu ljós á, hvat ið var farið fram fyri meira enn 20 árum síðan, tá Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. Niclasen í Sørvági og seldi ótollaða vøru. Misálitisuppskotið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti. Tríggir samgongulimir atkvøddu tó fyri uppskotinum, teir vóru sambandsmenninir Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og formaður Miðfloksins Jenis av Rana.
  • Í juni 2014 kom ein hópur av Sea Shepherd fólkum til Føroya fyri at forða føroyingum í at drepa grind, hetta gjørdu tey við átakinum Grindstop 2014.
  • 11. juni - Avtala um sildakvotu kom í lag millum Føroyar og ES, og Maria Damanaki fiski- og vinnumálakommiserur kunngjørdi, at ES nú fór at enda handilsboykottið móti Føroyum, sum hevði vart síðan 28. august 2013. Sum partur í nýggju semjuni lovaði Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri Føroya, at Føroyar fóru at taka aftur stevningina í WTO móti ES.
  • 16. juni - Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur hin 16. juni 2014, umvegis Christian F. Andreasen, advokat, stevnt Dia Midjord, stjóra fyri Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara fyri Kringvarp Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya og Sveini Tróndarson, tíðindamanni fyri ærumeiðing. Hann ákærir tey fyri at hava sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær. Tað eru skuldsetingarnar um, at Jørgen Niclasen skal hava snýtt landskassan fyri hundraðtals túsund krónir, at hann skal hava svikað í tolli og tilvitað brotið tolllógina, og at hann skal tilvitað hava áført landskassanum tap, sum Jørgen vil hava dómsvaldið at døma tey fyri.
  • 17. juni - Nýggj farstøð verður tikin í nýtslu í Vága Floghavn
  • 19. juni - Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar býráð, varð koyrd úr býráðssamgonguni, eftir at hon fleiri ferðir var komin við atfinningum móti Heðini Mortensen, borgarstjóra. Hetta hendi stutt fyri miðnátt, og umleið hálvan annan tíma seinni kunngjørdi listin hjá Tjóðveldi, at hinir báðir limirnir fóru sama veg og tóku seg úr samgonguni.
  • 29. juni - Brandur í Funningsstovu náddi upp á toppin á Denali, ella Mt. McKinley, sum tað eisini nevnist. Denali er 6194 metrar høgt og liggur júst norðanfyri pólsirkulin, í amerikanska statinum Alaska. Hetta fjallið sigst vera tað kaldasta fjall í heiminum. Brandur hevur sett sær fyri at náa upp á hægsta fjall í hvørjum heimsparti. Í fjør vóru Brandur H. í Funningsstovu og Sveinur Jákupson uppi á Elbrus, ið við sínum 5641 metrum er hægsta fjall í Evropa.
  • 30. juli - Ein grind varð funnin við Haraldsund, norðanfyri byrgingina um 8-tíðina um morgunin. Sýslumaðurin gav boð um at bíða við at reka grindina orsakað av vánaligum veðri. Grindin lá so og grindaði har, uttan at nakar gjørdi nakað við hana. Seinnapartin kom ein bátur frá Sea Shepherd og rak grindina norður gjøgnum Sundið og út á opið hav, uttan at nakar royndi at forða teimum. Dagin eftir meldaði sýslumaðurin í Norðoyggjum Sea Shepherd.
  • 31. juli - Fiskvinnunevndin í ES samtykti at taka handilsforðingarnar móti Føroyum aftur. Í eitt ár bannaði ES øllum innflutningi av sild og makreli úr Føroyum, tí Føroyar høvdu ásett sær eina sildavotu, sum hini strandalondini ikki kundu góðtaka.

August

rætta
  • 1. august - Pamela Anderson kom til Føroya á vitjan umboðandi Sea Shepherd felagsskapin. Hon og onnur frá Sea Shepherd høvdu tíðindafund á Hotel Føroyum.
  • 9. august - Løgleglan fór við tyrluni úr Havn til Hvalbiar, tí ein 36 ára gamal maður var deyður har, og talan var um illgrunasaman deyða. Løgreglan handtók tveir mans, ein 23 ára gamlan og ein 39 ára gamlan. Dagin eftir, hin 10. august, varð tann 39 ára gamli latin leysur, og tann 23 ára gamli varð skuldsettur fyri at hava dripið Hjalmar Holm við 3 knívstungum í hálsin.
  • 14. august - Fyrsti arbeiðsdagur á nýggja uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.
  • 19. august - Boripallurin »West Hercules« kom inn á Skálafjørðin, har hann skuldi umvælast.
  • 23. august - Fimleikahøllin Bylgjan í Runavík verður tikin í nýtslu.[1][2]
  • 28. august - Fimm døglingar gjørdu landgongd í Hvalba tíðliga um mogunin, og mett varð at tað ikki bar til at fáa teir út aftur, og tí gav sýslumaðurin loyvi til at teir blivu avlívaðir og skornir upp til matna. Sea Shepherd fólkini ið sótu á vakt á Kolavegnum ta náttina vóru sovnaði í bilinum og komu tí ov seint til at royna at gera nakað við tað. Tveir dagar seinni legði Sea Shepherd út myndir av døglingaspiki, sum ikki er etandi, flótandi á sjónum vestanfyri Hvalbiareiðini. Sea Shepherd ákærdu føroyingar fyri at drepa døglingar til stuttleika og síðan blaka kjøt og spik burtur.
  • 30. august - Hátíðarhald var í Skúvoy í samband við at nýggi Sildberin fór í sigling millum Skúvoy og Sandoynna.
  • 30. august - Fyrsta grindadrápið í 2014 fór fram á Sandi, har 35 hvalir løgdu beinini. Fjúrtan Sea Shepherd limir vóru handtiknir í samband við drápið, av tí at teir royndu at forða fyri rakstrinum og drápinum, tað eydnaðist teimum eisini at forstýra og seinka tí nakað, men løgreglan og danska sjóverjan komu á staðið við tyrlu og skjóttgangandi bátum og handtóku tey seks fólkini á landi og tey átta í trimum skjóttgangandi bátum, og hald varð lagt á bátarnar.
  • 31. august fann ein frítíðarkavari eina beinagrind av einum mennskja niðri á havbotninum útfyri Ljósá á 22 metra dýpi og 150 metrar úr landi. Níggju dagar seinni, hin 9. september, eftir at tekniskar kanningar vóru gjørdar, varð kunngjørt, at talan varð um líkið av Dánjal Petur Hansen, sum varð myrdur í november 2011.

September

rætta
  • 19. september - Nýtt Blákrossheim læt upp á Nesi, fyrr hevði Blákrossheimið verið á Lynggøtu í Havn.
  • 25. september - Ein arbeiðsvanlukka umborð á einum grønlendskum trolara (fyrrverandi Skálaberg), sum hendi meðan skipið lá við bryggju í Havn, kravdi eitt mannalív. Vanlukkan hendi undir lossing, ein plattur, sum varð heysaður upp úr lastini, brotnaði og kassar við frystum makreli duttu niður á 22 ára gamla Gunnar Zachariasen, sum doyði á staðnum. Vanlukkan hendi umleið klokkan eitt. Gunnar var kendur sum ein góður fótbóltsleikari, hann hevði m.a. Spælt við EB/Streymi í tvey ár og við føroysku U-19 og U-21 landsliðunum, hann spældi 21 dystir við U-21 og skoraði 4 mál. Hann hevði eisini spælt við ungdómsliðum hjá Brøndby.

Oktober

rætta

November

rætta
  • 4. november - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi løgdu fram uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyri hansara handfaring av málinum um Strandfaraskip Landsins í 2013, tá ið stovnurin brúkti 4,4 milliónir meira enn játtað var, eftir at játtan varð skorin við 8 milliónum frá 147 í 2012 til 139 í 2013. Landsstýrismaðurin bað ikki um eykajáttan og setti ikki sparingar í verk sambært leiðsluni á SSL. Uppskotið um misálit fall við 17 atkvøðum ímóti, 14 fyri og 2 blonkum atkvøðum. Øll í andstøðuni atkvøddu fyri, Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, var tann einasti úr samgonguni, ið atkvøddi fyri, meðan Rodmundur Nielsen og Brandur Sandoy atkvøddu blankt.
  • 4. november - Republikanararnir vunnu stórsigur á miðvegis valinum í USA. Við hesum sigri hava teir tryggjað sær meirilutan í Senatinum. Hetta merkir aftur, at Republikanski Flokkurin nú hevur avgerandi meiriluta í báðum kømrunum í Kongressini – Senatinum og Umboðsmannatinginum.
  • 28. november - Landstingsval var í Grønlandi. Siumut gjørdist størsti flokkur, tó at hann misti 8,6% av atkvøðunum. Siumut fekk 326 atkvøður fleiri enn IA. Báðir hesir størstu flokkarnir fingu 11 landstingslimir valdar hvør. Nýggi flokkurin hjá Hans Enoksen, Partii Naleraq fekk 11,6% av atkvøðunum og fekk 3 landstingslimir. Demokratarnir fingu 11,8% av atkvøðunum og 2 limir afturat.

Desember

rætta

Ítróttur

rætta

Fótbóltur, menn

rætta

Fótbóltur, kvinnur

rætta
  • 5. apríl - Føroyska kvinnulandsliðið skrivaði søgu, tá tær spældu javnleik 1-1 á Tórsvølli móti Bosnia/Hersigovina og harvið fingu fyrsta stigið nakrantíð í einari HM-undankapping. Eyðvør Klakstein gjørdi málið hjá Føroyum í 78. minutti.
  • 10. apríl - Føroyar - Norðurírland 0-0. Dysturin varð leiktur á Tórsvølli.
  • 30. august - vann steypafinaluna 1-0 móti HB.
  • 18. september - Fótbóltur, U19 gentulandslið: Lettland - Føroyar 0-3. Støðan var 0-1 í hálvleikinum. Málini gjørdu: Ásla Johannesen, Jensa Olsen og Arnborg Lervig.
  • 28. september - KÍ kvinnurnar settu heimsmet við at vinna FM 15. árið á rað.

Hondbóltur

rætta
  • 8. januar - Kyndil vann báðar steypafinalurnar í hondbólti. Kvinnurnar vunnu 19-14 móti Neistanum og menninir vunnu 22-20 móti KÍF.
  • 19. apríl - Kyndil vann finaluna hjá kvinnum móti VÍF, tær vunnu 14-12, meðan KÍF vann finaluna hjá monnum móti VÍF við 27-26 sigri.
  • 25. mai - Føroyar U20 hondbóltslandsliðið hjá monnum vann finaluna í European IHF Trophy hondbóltskappingini í Andorra. Føroyar vunnu 34-25 móti Georgia.

Svimjing

rætta
  • 7. mars, 8. mars og 9. mars luttók Krista Mørkøre á Danish Open 2014 fyri svimjarar ið bera brek, og har vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu heiðursmerki og setti 7 persónlig met.
  • 27. mars - Pál Joensen vann silvur í 400 m frí á langgeil á Danish Open við tíðini 3:51.45.
  • 29. mars Cecilia Wigant Eysturdal setti nýtt føroyskt met í 1500 m frí á langgeil við tíðini 17:51.83 á Danish Open.
  • 30. mars - Pál Joensen vann gull á Danish Open á langgeil í 1500 m frí við tíðini 15:12.20 min.
  • 30. mars - Magnus Jákupsson vann gull á Danish Open á langgeil í 50 m rygg við tíðini 26.32 sek.
  • 30. mars - Óli Mortensen úr Havn (føddur 1996) svam á Danish Open 1500 m frí við tíðini 15:59.02 min., sum var nýtt føroyskt juniormet, hann svam næstskjótast í riðlinum. Hann átti sjálvur gamla metið á 16:08.20. Í 1500 frí er beinleiðis finala, tvs. teir sum hava bestu tilmeldingartíðir svimja í skjótasta riðli sum nevnist beinleiðis finala, har eru 8 pláss. Óli svam ikki í skjótasta riðlinum, men hann svam somikið skjótt, at hann gjørdist nummar 6 av øllum.
  • 30. mars - Astrið Foldarskarð svam 50 m firvald á Danish Open við tíðini 28.29, sum var nýtt føroyskt met
  • 12. apríl - Pál Joensen vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
  • 18. mai - FM í svimjing varð hildið í Havn. Ársins svimjari hjá monnum varð Pál Joensen, ársins svimjari hjá kvinnum var Emma Festirstein Nystrøm. Pál Joensen fekk flest FINA stig, 823 stig í 800 m frí. Sára R. Nysted varð kosin ársins stjørnuskot hjá kvinnum, meðan Róland Toftum varð kosin ársins stjørnuskot hjá monnum. Trý føroysk met vóru sett, Ásbjørg Hjelm, Emma Festirstein Nystrøm og Susvim Harrar settu metini.
  • 7. juni - Pál Joensen vann silvur í 400 metrum frí á Mare Nostrum svimjikappingini í Monaco.
  • 14. juni - Óli Mortensen setti nýtt føroyskt met í 200 m firvald á langgeil á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá hann svam teinin uppá 2:11.04.
  • 15. juni - Pál Joensen vann silvur í 1500 metrum frí á Mare Nostrum svimjikappingini í Barcelona. Hann vann við tíðini 15:10.02. Óli Mortensen svam eisini 1500 m frí í somu kapping og setti nýtt føroyskt juniormet við tíðini 15:54.62.
  • 20. august - Pál Joensen vann silvur í 1500 m frí á EM á langgeil í Berlin við tíðini 14:50.59. Vinnarin var italiumaðurin Gregorio Paltrinieri, ið setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.93.
  • 22. august - Pál Joensen vann silvur í 800 m frí á EM á langgeil í Berlin við tíðini 7:48.49. Vinnarin var italiumaðurin Gregorio Paltrinieri, ið vann við tíðini 7:44.98.
  • 7. desember - Pál Joensen gjørdist nummar 4 til HM á stuttgeil við tíðini 14:26.54, ið var nýtt norðurlendskt met og ein betran av hansara persónligu bestu tíð við nærum seks sekundum. Tveir aðrir føroyingar á føroyska landsliðnum luttóku eisini á HM stevnuni í Doha: Óli Mortensen og Cecilia Wigant Eysturdal, tey fingu góð persónlig úrslit við beting av teirra persónligu bestu tíðum.

Renning

rætta
  • 3. august - Valborg Heinesen vann silvur á DM í 5000 metra renning við tíðini 17.30,22 min., sum var nýtt føroyskt met. Hon tók tvey ára gamle metið hjá Bjørk Herup Olsen.
  • 29. mars - Valborg Heinesen setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn, tá hon kom á mál við tíðini 1.21.19. Samlað gjørdist Valborg nummar 94 av fleiri enn 8.000 kvinnum og nummar fýra í sínum bólki kvinnur 25-29 ár.
  • 29. mars - Marnar Djurhuus setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn. Hann tók 25-ára gamla metið hjá Absalon Hansen.
  • 28. september - Valborg Heinesen vann bronsu í DM maraton í Odense við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Joan Bláfoss.

Innirógving

rætta
  • 12. apríl - Havnamaðurin Martin Berg gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.

Borðtennis

rætta
  • 4. mai - Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen luttóku í HM-kapping í borðtennis fyri lið í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo. Tær endaðu nummar 77 út av 96 luttakandi londum. Henrietta Nielsen, sum spælir við týska Flensborg TSB, vann sjey dystir. 15 ára gamla Durita F. Jensen vann tveir dystir, meðan eitt ár eldri Anna Mikkjalsdóttir ongan dyst vann, men tó var ógvuliga tætt við. Hetta var fyrstu ferð, at Durita og Anna vóru við í HM.
  • 12. apríl - Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
  • 12. apríl - Fróði F. Jensen úr Tvøroyrar Borðtennisfelag vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.

Badminton

rætta
  • 12. apríl - Nicolaj Gunnarstein vann FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vann 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
  • 12. apríl - Rannvá Carlsson er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
  • 19. mai - Mona Mikkelsen og Jensa Jacobsen úr Syðrugøtu vunnu gull og silvur á Danish Open í badminton fyri juniorar í Farum. Tær luttóku í A-rekkjuni, sum er triðbesta deildin fyri juniorar í Danmark.
  • 18. apríl - Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist nummar tvey, meðan Hans Kristian Simonsen gjørdist nummar trý.
  • 2. august - Føroyar vunnu 3 ½ - ½ móti Pakistan á Talv-OL í Tromsø. Helgi Dam Ziska vann á Mahmood Lodhi á fyrsta borði, John Rødgaard leikti javnt móti Ahmad Alio Syed á øðrum borði, Olaf Berg vann á Muhammado Younus á triðja borði og Høgni Egilstoft Nielsen vann á Mudasiro Iqbal á fjórða borði.
  • 3. august - Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti Belgia á Talv-OL í Tromsø. Á føroyska liðnum vóru: Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nielsen. Tað eydnaðist bara Helga Dam Ziska at fáa eitt hálvt stig henda dagin. Hinir tríggjur taptu.
  • 5. august - Føroyar taptu 1 ½ - 2 ½ móti Nikaragua á Talv-OL í Tromsø. Einasti føroyingurin, sum vann fulla úrtøku, var Helgi Dam Ziska á fyrsta borði. Høgni Egilstoft Nielsen á fjórða borði telvaði remis, meðan fyrst Olaf Berg og síðani John Rødgaard taptu.
  • 6. august - Føroyar vunnu 3 - 1 móti Sýria á Talvolympiaduni í Tromsø. Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu sínir dystir meðan John Rødgaard á 1. borði tapti.
  • 9. august - Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti Singapore á Talvolympiaduni í Tromsø. Helgi Dam Ziska megnaði at fáa hálvt stig ímóti GM Zhong Zhang, ið hevði so høgt styrkistal sum 2611. Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen taptu.
  • 10. august - Føroyar leikti javnt móti Jemen á talvolympiaduni í Tromsø. Dysturin endaði javnur 2-2. John Rødgaard og John Arni Nilssen vunnu, men Helgi Dam Ziska og Olaf Berg taptu.
  • 12. august - Føroyar vunnu 2 ½ - 1 ½ á Marokko í 10. og næstsíðsta umfarinum í OL í talvi í Tromsø. Olaf Berg vann á 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen tapti á 4. borði, meðan John Rødgaard á 2. borði megnaði at fáa javnleik. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði, tað var samstundis fjórði OL-sigur hansara á hesum sinni.
  • 13. august - Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti Indonesia á Talv-OL í Tromsø. Høgni Egilstoft Nielsen vann á fjórða borði, meðan Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Olaf Berg taptu allir síni talv. Sostatt fingu Føroyar tilsamans 11 stig av 22 møguligum. Føroyar vunnu 4, leiktu 3 jøvn og taptu 4 talv. Føroyar vóru styrkismettar sum nr. 73 av teimum 177 luttakandi liðunum, og endaðu á einum 81. plássi sum næstaftast av norðurlendsku liðunum. Kina vann Talv-OL fyri fyrstu ferð.

Flogbóltur

rætta
  • 27. apríl Ársins spælari: Kvinnur: Gudrid Nolsøe, Mjølnir. Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr.
    • Ársins venjari: Kvinnur: Ragnar í Haraldsstovu, Dráttur. Menn: Boban Ilic, ÍF.
    • Ársins stjørnuskot: Kvinnur: Eva Nagata, Fleyr. Menn: Hjørtur Eliasen, ÍF.
    • Ársins verjuleikari: Kvinnur: Margit G. Joensen, Mjølnir. Menn: Rói Hentze, Fleyr.
    • Ársins blokkur: Kvinnur: Sóley M. Poulsen, KÍF. Suni Juul Pedersen, Fleyr.
    • Ársins hevari: Kvinnur: Kristina Mouritsen, Dráttur. Menn: Ólavur Jensen, SÍ
    • Ársins álopsleikari: Kvinnur: Gudrid Nolsøe, Mjølnir. Menn: Bárður Jacobsen, ÍF.
    • Ársins dómari: Jan Hentze
  • 8. juni - Bæði kvinnur og menn spældu seg víðari til EM-endaspælið í flogbólti fyri smátjóðir. Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið vann allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini fyri smátjóðir. Tær vunnu soleiðis: Føroyar - Luksemburg 3-1, Føroyar - Ísland 3-0, Føroyar - Liktenstein 3-1. Menninir vunnu 3-0 á Norðurírlandi og taptu 1-3 móti Andorra og 0-3 móti Kýpros.

Fitness

rætta
  • 14. juni - Jórun Larsen Mørkøre vann donsku kappingina Natural Power Fitness, sum varð hildin í Randers. Nr. tvey hjá kvinnum gjørdist Árna Fjallstein og triðji føroyingurin ið luttók í kappingini fekk eisini eitt gott úrslit, tað var David Arge Galán, ið gjørdist nummar tvey hjá monnum.

Føðingar

rætta

Andlát

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

rætta
  NODES
admin 4
INTERN 1