Հայաստանի Հանրապետություն
Hajastani Hanrapetut'jun
Lýðveldið Armenia
Flagg Armenia
(Flagg Armenia)
Skjaldarmerki Armenia
(Skjaldarmerki Armenia)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Մեր Հայրենիք
"Mer Hayrenik" (Okkara Faðirland)
Alment mál Armenskt
Høvuðsstaður Jerevan
Forseti Vahagn Khachaturyan (Վահագն Խաչատուրյան)
Forsætisráðharri Nikol Pashinyan (Նիկոլ Փաշինյան)
Fullveldi 21. sept. 1921 (frá Sovjet)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
29 743 km²
1,41 %
Íbúgvar
 - tilsamans [[]]
 - tættleiki
 
2 963 900 (2021)
101,5/km²
Gjaldoyra Armenskur Dram (AMD)
Tíðarøki UTC +4
Økisnavn á alnetinum .am
Telefonkota +374

Armenia (armenskt mál: Հայաստան, Hayastan, Hayq) er eitt lýðveldi í Asia. Tað er eitt land við høgum fjøllum. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadsjan móti eystri og Turkaland og Iran móti suðri. Landið liggur mitt í millum eystur og vestur, bæði í Evropa og í Asia. Fólkatalið í Armenia var 3.015.100 í 2014. Hetta lítla fjallalandið var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk. Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið teir flyta út og flyta inn vørur; men stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni.

Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Chat 1
Done 1
see 2