República de Colombia
Flagg Kolumbia
(Flagg Kolumbia)
Skjaldarmerki Kolumbia
(Skjaldarmerki Kolumbia)
Tjóðarslagorð: "Libertad y Orden"
Tjóðsangur: "¡Oh, Gloria Inmarcesible!"
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Bogotá
Forseti Juan Manuel Santos
Varaforseti Angelino Garzón
Fullveldi 7. august 1819
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1.138.748 km²
8,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
46 413 791
40,76/km²
Gjaldoyra Peso (COP)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .co
Telefonkota +57

Kolumbia (República de Colombia) er eitt land í útnyrðingshorninum av Suðuramerika. Fólkatalið er umleið 49 mió. ella 913 ferðir so nógv sum í Føroyum. Víddin er 1,141,748 ferkilometrar ella umleið 700 ferðir størri enn Føroyar. Høvuðsstaðurin er Bogotá og tað er eisini størsti býur í Kolumbia. Høvuðsmálið er spanskt.

Síðan 1819, tá ið Kolumbia gjørdist sjálvstøðugt ríki, hevur javnan verið borgarakríggj, og seinastu árini hevur verið blóðugt stríð ímillum drøggfelagsskapir, sum stríðast um vald. Vinstravíðgongda uppreistrarliðið FARC hevur barst móti kolumbisku stjórnini síðan 1964, og tað er harvið longsta vápnaða stríðið í Latínamerika. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv kokain sum Kolumbia.

Stóru áirnar, t.d. Orinocoá og Amasoná, eru týdningarmiklar vøruflutningsleiðir.

Landafrøði

rætta
 
Pico Cristóbal Colón
 
Pico Simón Bolívar
 
Áin Magdalena. Landið hevur strond bæði móti Kyrrahavinum og móti Karibiska havinum, og aftur at hesum eru nógvar áir.

Kolumbia er 1.138.914 km² stórt og landið hevur mark í útnyrðing við Panama, í eystri við Venesuela, í landsynning og suðri við Brasil og í útsynning við Peru og Ekvador.

Oman úr fjøllunum renna nógvar áir. Rio Magdalena eitur longsta áin í Kolumbia. Hon kemur úr fjøllunum suðuri í landinum og rennur norður ígjøgnum Kolumbia út í Karibiahavið. Áin er 1.540 km long.

Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, tætt við markið til Venesuela. Teir hægstu tindarnir eru Pico Cristóbal Colón og Pico Simón Bolívar, sum báðir eru 5.775 metrar høgir.

Nevade del Ruiz er hægst liggjandi virkna gosfjall og liggur í Andesfjøllum í Kolumbia. Gosfjallið goysti í 1985, og ta ferðina doyðu 23,000 fólk. Býurin Armero var tann harðast rakti, tí har doyðu umleið tríggir fjóðingar av íbúgvunum, sum undan vanlukkuni vóru 28.700 í tali. Tað var ikki tí, at sjálvt gosið var so ógvusligt, men tað var blandingin av grótbræðingini, runu og smeltaða ísinum, sum gjørdist vanlukkulig fyri økið. Tá bræðingin kom longur oman í lendið, blandaðist hon við áirnar longur niðri, og støðan gjørdist ikki betur av, at regnið oysti niður í hesum økinum henda dagin. Tí gekk tað skjótt og bara fýra tímar eftir at tað byrjaði at goysa, hevði grótbræðingin flutt seg meira enn 60 míl – slakar 100 kilometrar.

Búskapur

rætta

Nógv veðurlagsbelti eru í Kolumbia, og tí ber til at hava ein ógvuliga fjølbroyttan landbúnað. Í mong ár var kaffi høvuðssútflutningsvøra landsins, og Kolumbia dyrkar, næst eftir Brasil, mesta kaffi í heiminum. Tá ið berini eru hentað, verða tey latin í stórar kassar og sett at turka í sólini. Av tí at kaffiprísurin alsamt er fallin á heimsmarknaðinum, hevur Kolumbia verið noytt at leggja dent á at dyrka aðra grøði til útflutnings, t.d. sukur, bananir, bummull og blómur. Oljuvinnan hevur fingið stóran týdning í búskapinum í Kolumbia, eftir tað at nógv olja varð funnin í ein landnyrðing úr Bogotá. Á oljureinsiverkum, sum tí í býnum Barrankuilla, verður ráoljan gjørd til brennievni til bilar og flogfør. Eisini er nikkul funnið og ovurstórar kolalindir, tær størstu í Latínamerika. USA, Týskland og Japan eru størstu handilsfelagar hjá Kolumbia.

 
Í Kolumbia eitur hægsta gosfjallið Nevade del Ruiz. Tindurin, sum er meiri enn 5.000 metrar høgur, liggur undir einum tjúkkum lagi av kava og ísi.
 
Baðistrond við Cartagena.

Tá ið sponsku hertakararnir komu til Kolumbia í 1499, komu teir til eina siðmenning, sum átti ógvuliga nógv gull. Eisini hoyrdu teir um ein duldarfullan, horvnan bý, nevndur El Dorado, har so nógv ríkidømi var, at tað bar av øllum viti, men hann er ikki funnin enn. Spaniamenn bygdu m.a. lívliga havnabýin, Cartegna, í 16. øld. Haðan sigldu stóru sponsku galleónirnar til Evropa, fullfermdar av dýrgripum, sum vóru stolnir frá indiánunum. Gomlu býarmúrarnir og glæsiligu stórmanshúsini og kirkjurnar standa enn; eisini mongu hervirkini, sum spaniamenn bygdu at verja seg fyri sjórænarum og álopum úr grannalondunum. Lítla bygdin, San Augustin, tætt við fjøllini suðuri í landinum er gitin fyri sínar gomlu steinmyndir. Standmyndirnar eru minst 800 ára gamlar, men vit vita lítið um fólkið, ið høgdi tær. Summir serfrøðingar halda staðin hava verið halgimiðdepil, har bygdarfólkið jarðaði síni deyðu og setti høggmyndirnar á leiðini.

Tá ið Spania hevði tikið stórar partar í Suðuramerika, legði tað londini beinleiðis undir sponsku trúnuna. Eitt ráð varð, sum skuldi gera lógir og hava umsjón við fíggjarmálum. Varakongar, sum stóðu undir spanska konginum, vórðu settir at stýra ovurstórum londum. Í 1717 varð varakongsdømið Nýgranada stovnað. Tað vóru londini, sum nú eru Kolumbia, Venesuela og Ekvador. Varakongarnir høvdu ábyrgd av landspartadómstólum audiencias, sum høvdu rættarligan, fyrisitingarligan og fíggjarligan myndugleika í sínum landsparti. Varakongarnir, dómarar og embætismenn vóru spanskir. Ríkir góðseigarar av spanskari ætt, føddir í Suðuramerika, vóru illa í øgn við spanska yvirvaldið, tí at tað forðaði teimum í at fáa politiska ávirkan á samfelagið.

Mentan

rætta

Allir kolumbiar duga at dansa kumbia, enntá børnini. Dansurin hevur røtur aftur í afrikanska mentan, frá trælunum, ið vórðu førdir til Kolumbia úr Afrika í 19. øld, og í spanska og indiánska mentan. Mannfólkini eru í hvítum klæðum var trælabúnin. Konufólkaklæðini líkjast sponskum klæðum.

Fólkið

rætta

Fólkið er sera blandað. Umleið helvtin er ein blandingur av hvítum og indiánarum, 20 % eru hvít, 5% svørt og 20% mulattar. Málið er spanskt, og tey flestu eru katolikkar. Fólkatalið er umleið 49 mió. ella 913 ferðir so nógv sum í Føroyum.

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  NODES
HOME 1
languages 1
os 10