Ernest Borgnine (f. 24. januar 1917 í Connecticut – d. 8. juli 2012 í Kalifornia) hevur verið við í nógvum filmum. Ofta sum óndi maðurin ella banditturin. Eisini hevur hann havt leiklut í fleiri sjónvarpsrøðum. Ernest Borgnine varð føddur við navninum Ermes Effron Borgnino 24. januar 1917 í Hamden í Connecticut í USA. Kendi amerikanski filmssjónleikarin andaðist 8. juli 2012. Hann gjørdist 95 ára gamal. Hann vann sær ein Oscar fyri leiklutin sum Marty Piletti í fiminum "Marty" í 1955. Honum er eisini ognað ein stjørna á kenda Walk of Fame í Hollywood, Kalifornia. Í 1973 giftist hann norsku Tova Træsnæs, sum nú situr einkja. Hon er annars fimta kona hansara og er kend fyri kosmetikkfyritøku sína "Beauty of Tova". Borgnine var í mong ár í amerikansku sjóverjuni, áðrenn hann fór á sjónleikaraskúla. Fyrstu ferð á palli var á Broadway, New York í 1947, og fólk løgdu hann til merkis. Á filmi var hann fyrstu ferð at síggja í 1951. Seinni gjørdist hann kendur sum óndi sersjanturin í "From Here To Eternity" í 1953.

Ernest Borgnine
er eitt menniskja
Fødd(ur) 24. jan 1917 í/á Hamden
Andaðist 8. jul 2012 í/á Cedars-Sinai Medical Center
Deyðsorsøk kidney failure
Alma mater Hillhouse High School
Starv sjónleikari, filmsleikari, persónsmenskuleikari, heryvirmaður, sjónvarpsleikari, raddaleikari, sjónleikari á palli
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Trúgv gudloysi
Mál Enskt mál
Undirskrift
Dátuheiti
ISNI 0000000115765725
VIAF 84969006
LCAuth n85085825
IMDB nm0000308
Commons Ernest Borgnine


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
HOME 1
languages 1
os 2