Gjaldoyrað evra ella euro (symbol ella EUR) er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at evruni - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR.

Eurozone 2023
Fimm- til fimmhundraðevruseðlar.
Evru- og sentsmyntir.

Í løtuni eru 20 lond við í evruøkinum (Euro Area ella Eurozone).[1] Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni.

Søgan

rætta

Í 1979 fekst felags gjaldoyra, tá ið avroknast skuldi fyri landbúnaðarvørur. Hetta gjaldoyrað fekk navnið ecu, sum er European Currency Unit (ella á føroyskum: "evropeisk gjaldoyraeind"). Samstundis er ecu eisini navnið á fronskum mynti úr miðøldini. Tann 1. januar 1999 kom í gildi nýtt felags ES-gjaldoyra, sum verður nevnt evra, uppkallað eftir heimspartinum.

Slóðir

rætta
  1. Estonia adopts the euro, independent.co.uk, 1. januar 2011
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Done 1
see 1