Giro d'Italia 2012 var tann 95. útgávan av heimsins næststørstu teinakapping í vegsúkkling, Giro d'Italia, og fór fram í tíðarskeiðnum 5.-27. mai 2012.[1] Fyri fyrstu ferð nakrantíð byrjaði kappingin í danska býnum Herning, har ið teir báðir fyrstu teinarnir (etapurnar) høvdu mál. Triði teinur varð koyrdur í og kring Horsens,[1][2] áðrenn súkklararnir fingu ein hvíludag og hildu leiðina til Verona í Italia, har ið restin av kappingini varð hildin. Øll rutan var løgd fram hin 16. oktober 2011 á einum tíðindafundi í Milano. Kappingin var á 21 teinar.

Giro d'Italia 2012
UCI World Tour 2012, kapping 15 av 28
Kunning um kappingina
Dagar 5–27. mai
Teinar 21
Fjarstøða 35.021 km (21.760 mi)
Vinnaratíð 91t 39' 02" (38 km/t or 24 mi/long ton)
Heiðursmerki
Vinnari  Ryder Hesjedal (CAN) (Garmin–Barracuda)
Annaðpláss  Joaquim Rodríguez (ESP) (Team Katusha)
Triðjapláss  Thomas De Gendt (BEL) (Vacansoleil–DCM)

Stig  Joaquim Rodríguez (ESP) (Team Katusha)
Fjøll  Matteo Rabottini (ITA) (Farnese Vini–Selle Italia)
Ungdómur  Rigoberto Urán (COL) (Team Sky)
Lið Lampre-ISD
Lið stig Garmin–Barracuda
2011
2013

Tann danski parturin av kappingin bleiv ávirkaður av einum deyðsfalli, við tað at borgarstjórin í Horsens, Jan Trøjborg, doyði av hjartatilburði, ið hann fekk undir motiónsrenning, ið varð fyriskipað dagin fyri Horsens-teinurin varð koyrdur. Jan Trøjborg var ein av høvuðsmonnunum ið arbeiddi fyri at fáa giroina til Danmarkar og Horsens. Tað varð hildið eitt minutt í tøgn áðrenn startin á triðja teini í Horsens; henda minnisløta var tó longu fyriskipað av aðrari orsøk, av tí at tann belgiski súkklarin Wouter Weylandt doyði undir triða teini árið fyri, á Giro d'Italia 2011.[3]

Ryder Hesjedal vann kappingina við 16 sekundum frammanfyri Joaquim Rodríguez. Mark Cavendish vann tríggir teinar, men tapti stigtroyggjuna við einum stigi til Joaquim Rodríguez, ið vann tveir teinar.

Endaligu støðurnar

rætta
Frágreiðing
      Vísir vinnaran av høvuðskappingini       Vísir vinnaran av fjallakappingini
      Vísir vinnaran av stigkappingini       Vísir vinnaran av ungdómskappingini

  NODES
HOME 1
iOS 1
languages 1
os 3