Google er ein amerikansk leitisíða á internetinum. Tað er amerikanska fyritøkan Google Inc., ið eigur Google. Google er tað størsta leititólið á internetinum í dag við meira enn 200 milliónum fyrispurningum dagliga. Navnið "Google" kemur frá orðinum Googol, ið vísir til talið 1 við 100 nullum aftanfyri. Sagnorðið "to google" varð tikið við í Oxford English Dictionary í 2007. Nær orðið kemur við í ta føroysku orðabókina, er ilt at siga. Google hevur eina vaktartænastu, ið alla tíðina heldur eyga við, um nøkur tílík síða verður løgd á internetið.
Google hevur forvunnið risa peningaupphæddir, síðan tað varð stovnað í 1999. Peningurin fer tó ikki bert til teir báðar stovnararnar, men eisini til gerandisdagin hjá starvsfólkunum. Tíðarritið Fortune hevur staðið fyri at heiðra Google, ið klárt legði seg á odda av teimum 445 fyritøkunum, ið høvdu tilmeldað seg til kappingina. Google varð valt sum tann besta fyritøkan at arbeiða fyri, tí ágóðarnir og mentanin, ið fyritøkan hevur skapt, hevur skúgvað allar aðrar til viks, sigur Lee Clifford, blaðstjóri á Fortune Magazine. [1][2]
Tey ónevndu starvsfólkini, ið hava tikið lut í kanningini greiða frá heilt óvanliga góðum arbeiðsumstøðum á Google. Listin er nærum óendaligur, tá talan er um ymiskar ágóðar, ið standa starvsfólkunum í boði. Høvuðsskrivstovan í Mountain View í Kalifornia hevur ikki færri enn 10 gourmet-matstovur, umframt ein hóp av snacks- og kaffibarrum.
Starvsfólkunum verður bjóðað ókeypis bussamband við teimum 5 bussunum, ið koyra á 5 ymsum farleiðum í økinum. Hava tey egnan bil, verður oljan skift og bilurin vaskaður á arbeiðsplássinum. Og skal bilurin skiftast út, rindan Google prísmunin, um tú velur ein umhvørvisvinarligan bil, ið kostar nakað meira enn ein vanligur bilur.
Av øðrum tænastum, ið starvsfólkinum hjá Google standa í boði, kunnu verða nevnd t.d. hárfríðkan, klædnavask, vøddamýking, heilsumiðstøð við 5 læknum o.m.a. Er talan um barsil, syrgir Google fyri, at matur verður borðin út til familjuna, so at øll orkan fer til at hjúkla um tað lítla barnið. Tað er ikki nógv, ið telur niðureftir, men skal nakað nevnast, so halda onkur starvsfólk, at arbeiðsplássið Google hevur í so nógvar "nørdar" í starvi.
Keldutilfar
rætta- ↑ Brin, Sergey; Page, Lawrence (1998). "The anatomy of a large-scale hypertextual Web search engine". Computer Networks and ISDN Systems 30 (1–7): 107–117. doi:10.1016/S0169-7552(98)00110-X. Unknown parameter
|citeseerx=
ignored (help) - ↑ Barroso, L.A.; Dean, J.; Holzle, U. (April 29, 2003). "Web search for a planet: the google cluster architecture". IEEE Micro 23 (2): 22–28. doi:10.1109/mm.2003.1196112.
We believe that the best price/performance tradeoff for our applications comes from fashioning a reliable computing infrastructure from clusters of unreliable commodity PCs.