República de Cabo Verde
Flagg Grønhøvdaoyggjarnar
(Flagg Grønhøvdaoyggjarnar)
Skjaldarmerki Grønhøvdaoyggjarnar
(Skjaldarmerki Grønhøvdaoyggjarnar)
Tjóðarslagorð: Unidade, Trabalho, Progresso
Tjóðsangur: Cântico da Liberdade
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Praia
Forseti Carlos Veiga
Løgmaður
Fullveldi 5. juli 1975
(frá Portugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
4,033 km²
0.0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
506 000
126/km²
Gjaldoyra Cape Verdean escudo (CVE)
Tíðarøki UTC -1
Økisnavn á alnetinum .cv
Telefonkota +238

Grønhøvdaoyggjar ella Kabo Verdi (portugisiskt: "Ilhas do Cabo Verde") er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku vesturstrondini. Oyggjarnar kallast eisini Kap Verde Oyggjarnar. Málið er portugisiskt. Hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 4.000 ferkilometrar (3 x Føroyar) sum liggja umleið 600 km. vestanfyri Senegal í Afrika. Kap Verde umfata 10 størri og fimm smærri oyggjar. Tann størsta Sao Tiago er 1.000 km2 ella umleið fýra ferðir størri enn Eysturoy. Fólkatalið er umleið 506.000.

Upprunaliga vóru oyggjarnar eitt portugisiskt hjáland, men tað gjørdist sjálvstøðugt í 1975 eins og hini portugisisku hjálondini í Afrika. Men mótsatt teimum hevur friður verið á Kap Verde. Málið tey tosað er kreolskt, ein blandingur av portugisiskum og upprunamáli. Men skriftmálið er portugisiskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt.

Kap Verde varð stovnað av portugisarum í 1462, og var í mong ár ein stór og týdningarmikil trælahavn í Vesturafrika. Eftir at trælahandilin steðgaði, royndu upprunafólkini sum frægast at liva av landbúnaði, men tey stóðu seg illa. Javnan var turkur í landinum og jarðartýningar gjørdi jørðina torføra at velta. Tá Kap Verde fekk sjálvstýri í 1975, var enn sera fátæksligt og hungursneyð kom fyri nógvastaðni í landinum, men í 1980'unum byrjaði rættilig ferð at koma á búskaparligu menningina. Í dag er Kap Verde at kalla eitt miðalinntøkuland, sum kann samanberast við eitt nú Marokko.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Done 1
see 1