Kalaallit Nunaat
Flagg Grønland
(Flagg Grønland)
Skjaldarmerki Grønland
(Skjaldarmerki Grønland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Nunarput utoqqarsuanngoravit, Nuna asiilasooq
Alment mál Grønlendskt
Høvuðsstaður Nuuk
Drotning Frederik X
Landsstýrisformaður Múte Bourup Egede
Fullveldi Onki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2 166 086 km²
81,1
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
56 370
0,026/km²
Gjaldoyra Donsk króna (DKK)
Tíðarøki UTC 0 til UTC -4
Økisnavn á alnetinum .gl
Telefonkota +299
1Heimastýri síðani 1979.

Grønland, á grønlendskum Kalaallit Nunaat, eru oyggjaland í Arktis og Norðuratlantshavi, og er partur av danska ríkinum saman við Danmark og Føroyum. Høvuðsstaður er Nuuk, og í landinum búgva umleið 60 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er grønlendskt. Grønland er heimsins størsta oyggj og er næstan alt í norðurpolarringinum.

Í 2008, tá fólkaatkvøða varð hildin í Grønlandi um sjálvstýrislógina hin 25. november 2008, var greiður meirluti í Grønlandi fyri størri sjálvstýri. Meira enn tríggir fjórðingar av grønlendingum, sum vóru á fólkaatkvøðu, atkvøddu fyri nýggju sjálvstýrislógini. Góð 70 % av grønlendingum luttóku í fólkaatkvøðuni [1]. Føroyar fingu eina líknandi lóg, yvirtøkulógina, sum varð viðtikin í Fólkatinginum og Løgtinginum í 2005 umfrat uttanríkispolitisku lógina.[2]

Hvítabjørnin er tjóðardjór í Grønlandi og er á skjaldarmerki Grønlands. Skjaldarmerkið hjá Grønlandi er blátt við eini hvítabjørn, sum stendur á afturbeinunum. Grønlendska flaggið verður nevnt Erfalasorput, sum merkir “okkara flagg”. Tað hevur eina sól í miðjuni, sum rísur úr sjónum. Flaggið er hvítt og reytt. “Nunarput Utoqqarsuanngoravit” (Okkara elligamla land) hevur verið grønlendski tjóðsangurin síðani 1916.

Upprunafólkið

rætta

Helst hava forsøgulig fólk verið í Arktis frá um 8000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Amerika, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda arktiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp [3].

Landafrøði

rætta
 
Grønland er heimsins størsta oyggj og yvir 2 milliónir km2 til støddar.
 
Heimsins størsta friðaða øki er í Norður- og Eystur-Grønlandi.

Høvuðsgrein: Grønlendsk landafrøði

Grønland, sum er heimsins størsta oyggj er 2 175 600 ferkilometrar, ella á stødd við øll Norðurlondini, Stóra Bretland, Týskaland, Benelukslondini, Pólland, Eysturríki og Sveis tilsamans. Hóast støddina, er "bert" búgvandi á 341.700 ferkilometrum, ella á einum landaøki, sum er á stødd við Týskaland. - 1 833 900 ferkilometrar er innanlandsísur, sum er millum tríggjar og fýra kilometrar tjúkkur í støðum. Meir enn 80 prosent av Grønlandi er ísur, og hesin er í miðal 1 500 metrar djúpur. Bráðnaði grønlendski ísurin, hevði Grønland helst verið eitt oyggjaland. Strondin í Grønlandi er umleið 40 000 kilometrar til longdar. Arktiska frostmýran er eitt tað kaldasta og turrasta økið í heiminum.

Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Nuuk. Hans Egede var dansk-norskur prestur, missiónerur og landtøkumaður, og verður mintur sum grundleggjarin av býnum.

Oyggjar

rætta
Oyggj Stødd km²
1 Grønland 2,130,800
2 Disko (Qeqertarsuaq) 8,612
3 Milne Land 3,913
4 Trailloyggj 3,542
5 Ymer 2,437
6 Geografisk Samfund Ø 1,717
7 Claveringsoy 1,535
8 Nares Land 1,466
9 Shannon 1,259
10 Christian IV Ø (Sammisoq) 803

Veðurlag

rætta

Landið hevur pólveðurlag. Sera stórur munur er á veðurlagnum norðan- og sunnanfyri. Har norðuri í landinum liggur vetrarkuldin í miðal niðri á -30 stigum. Suður á landi frystir í miðal -4 stig á vetri. Norðast úr Grønlandi og suður á Kappan eru 2,670 km. Kappin liggur á sama breiddarstigi sum Oslo. Meginbreiddin á landinum - vestur og eystur - er 1,050 km.

Høvuðsgrein: Grønlands søga

Helst hava forsøgulig fólk verið í Grønlandi frá um 8000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Alaska, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir inuittar. Í Evropa hava teir verið nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda grønlendiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp.

Elsta søga um Grønland er at finna í íslendingasøguni Eiriks søga reyða, sum fortelur um norðbúgvan Eirik Reyða, ið flutti úr Íslandi til eitt land vestanfyri. Hann nevndi landið Grønland, tí hann metti hetta vera eitt gott og jaligt navn. Við tíðini settust nógvir norðbúgvar í Grønlandi.

Fyri góðum 1000 árum síðan - í 982 - tóku víkingar land í Suðurgrønlandi. Teir komu úr Noregi, Íslandi og Danmark. Norrønu búsetningini var tó ikki langt lív lagað. Tá ið eini 500 ár vóru liðin, var eingin norðbúgvi eftir á lívi. Í 1721 fót norski presturin Hans Egede til Grønlands at kristna norðbúgvar, men av ættarmonnum hansara, var eingin á lívi. Egede og felagar hansara fóru í staðin at bera grønlendingum kristniboðini. Um hetta sama mundi tók handilin seg up millum Evropa og Grønland. Við handilsstøðunum vórðu at kalla allir grundsteinarnir til stórplássini lagdir. Grønland gjørdist um hesa tíðina danskt hjáland. Í 1862 fingu grønlendingar staðarráð. Í 1908 vórðu tvey landsráð stovnað - eitt í Norðurgrønlandi og annað í Suðurgrønlandi.

Grønland og USA

rætta

Undir 2. heimsbardaga var einki samband millum Danmark og Grønland. Amerikumenn bygdu í hesum tíðarskeiði hernaðarvirki í Grønlandi. Herstøðirnar í Syðra Streymfirði og Thule eru har alsamt. Í 1953 gjørdist Grønland danskt amt. Í 1979 kom Danmark sær upp í Evropeiska Felagsmarknaðin EF við vali. Val var í Grønlandi um hetta málið, men 70% atkvøddu ímóti upptøku í felagsskapin. Men Grønland gjørdist kortini, eins og øll donsk amt, limur í EF. Í 1979 fingu grønlendingar eina heimastýrisskipan, sum í so mongdum líkist okkara. Grønland fekk nú egið ting og egna stjórn - landsstýri. Í 1982 atkvøddu grønlendingar aftur um EF. Á hesum sinni snúði valið seg um, um landið skuldi verða verandi í felagsskapinum ella ikki. Tá ið atkvøðurnar vóru taldar, vóru 52% ímóti at vera í EF. Eftir samráðingar í Brússel á vetri í 1984 varð umsíðir viðtikið at loysa Grønland úr EF nýggjársdag í 1985.

Í mai 2019 læt USA eina skrivstovu upp í Nuuk við einum embætisfólki. Embætisfólkið býtir starvstíðina millum Nuuk og amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn.[4]

Í august 2019 gjørdi Donald Trump, forseti av at avlýsa ætlaðu vitjanina í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september. Orsøkin var, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, ikki vildi umrøða spurningin um at lata USA keypa Grønland. Tað var amerikanski miðilin Wall Street Journal, sum fyrst bar boðini um, at amerikanski forsetin var áhugaður í at keypa Grønland, og søgan varð seinni váttað av Hvítu Húsunum.

Í 2020 fer USA at stovna eitt konsulát í Nuuk í Grønlandi. Har fara at starvast sjey fólk.[4]

Politikkur

rætta

Høvuðsgrein: Grønlendskur politikkur

Grønland og Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmørk.

Fólkaatkvøða í november 2008

rætta

Grønlendingar atkvøddu sum væntað fyri sjálvstýrislógini á fólkaatkvøðuni 25. november 2008. Tríggir av fýra veljarum søgdu ja, meðan ein segði nei. Valluttøkan var 72 %, sum er nógv í Grønlandi. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ein sannførandi meirluti fyri øktum sjálvstýri. Tá talt var upp, vóru 75,54 % fyri og 23,57 % ímóti. Restin av atkvøðunum vóru antin blankar ella ógildugar. Tilsamans 39 285 fólk høvdu atkvøðurætt og vallutøkan var 71,96 %. Tað var beinanvein greitt, tá farið varð undir at telja atkvøðurnar, at greiður meirluti var fyri øktum sjálvstýri. Eitt skifti var meirlutin oman fyri 80 %, men tá úrslitini komu úr teimum stóru býunum í Vesturgrønlandi, minkaði meirlutin eitt sindur. Í Nuuk var mótstøðan størri enn í restini av landinum, orsøkin kann vera, at fólkið í Nuuk er meira samansett og at fleiri danir búgva har [5].

Grønlendska sjálvstýrislógin kemur í gildi 21. juni 2009. Einki er at siga til, at Danmark ynskir at varveita ríkisfelagsskapin við Grønland, sum teir fingu endaliga við Kielerfriðinum 1814. Nú úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt og nýggja sjálvstýrislógin kemur í gildi í staðin fyri heimastýrislógina frá 1979, er slóð ruddað fyri, at Grønland tekur á seg fleiri málsøki frá dønum at umsita og samstundis eisini fær fult ræði á ráevnum í undirgrundini.

Úrslitið fyri alt landið gjørdist fylgjandi

rætta
  • Ja: 21 355 (75,54%)
  • Nei: 6 663 (23,57%)
  • Blankar: 175 (0,62%)
  • Ógyldugar: 75 (0,27%)
  • Atkvøðurætt: 39 285
  • Atkvøðuluttøka: 71,96%

Landstingsval 2014

rætta

Í 2014 kom fram, at Aleqa Hammond, sum var landstingsforkvinna Grønlands, hevði brúkt almennar pengar til egið brúk tvær ferðir, einaferð til eina ferð fyri familjuna og einaferð til eina privata veitslu, talan var um 106.000 krónur, sum landstingsgrannskoðararnir kravdu at hon rindaði aftur. Sambært landstingsgrannskoðarunum, stavaði meginparturin av útreiðslunum frá apríl 2013, og hóast teir bóðu um at fáa rætt lag í óskilið beinanvegin, so var tað ikki fyrrenn í august 2014, at Aleqa Hammond rindaði pengarnar aftur. Málið elvdi til mikið rok í Grønlandi, og misálit var reist móti Hammond. Hon yvirlivdi misálitið við einari atkvøðu í meirluta sum feldi uppskotið. Men hon valdi at søkja um farloyvi, meðan málið um hennara peningaviðurskifti vóru kannað. Farloyvi varð játtað henni, men síðan tóku tríggir ráðharrar – tveir úr Siumut og ein úr Atassut seg úr stjórnini, og hin 1. oktober tók Atassut seg úr stjórnini.[6] Seinni sama dag skrivaði Aleqa Hammond út nýval, sum varð hildið 28. november 2014. Siumut endurvann valið, tó við fáum atkvøðum fleiri enn IA. Nýggj samgonga varð skipað millum Siumut, Atassut og Demokraatit við Kim Kielsen frá Siumut sum nýggjum landsstingsformanni.

Fólkið

rætta

Í 2013 búðu 57 714 fólk í Grønlandi [7], og tað er met, men sambært framrokningum hjá grønlendsku hagstovuni fer fólkatalið at minka í komandi árum. Framrokningin vísir, at í 2040 fara 53 856 fólk at búgva í Grønlandi, harav 46 688 eru fødd í Grønlandi. Samanborið við hagtølini fyri 2013 merkir hetta, at lutfalsliga fleiri grønlendingar fara at flyta av landinum. Hagstovan sigur, at uttan tilflyting uttaneftir hevði fólkatalið minkað uppaftur meiri.

Grønlendingar eru nøgdir við lívið. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd. Kanningin byrjaði í 1994, og nú úrslitið er kunngjørt, vísir tað, at 94 prosent av grønlendingum siga seg verða nøgdar við lívið. 1 200 fólk vórðu við í kanningini, tey vóru bæði í býunum og í bygdunum.

Yvir 18 000 grønlendingar búgva í Danmark, og kvinnurnar eru í stórum meirluta.

Brotsgerð

rætta

Grønland hevur lutfalsliga flest brotsverk í ríkisfelagskapinum. Lutfalsliga verða fleiri brotsverk meldað í Grønlandi enn í Danmark og Føroyum. Fyri hvørji 10 000 fólk er talið av meldingum 211, 801 og 1019 fyri ávíkavist Føroyar, Danmark og Grønland. Serliga er støðan ring í Grønlandi, tá talan er um neyðtøkur og blóðskemd. Her er lutfallið 10 ferðnar hægri í Grønlandi enn í Danmark ella Føroyum.

Kommunur

rætta

Búskapur

rætta

Høvuðsgrein: Grønlendskur búskapur

Í Suðurgrønlandi verða umleið 24 000 seyðir slaktaðir um árið. Fiskivinnan er tó týdningarmesta inntøkukeldan í Grønlandi. Fiskiskapurin gevur ikki einans teimum, ið fiskin veiða, útkomuna. Fiskaviðgerðin uppi á landi gevur arbeiði til nógar hendur. Á teimum grønlendsku sjóleiðunum hevur verið ørgrynni av fiski, og í mong ár hava fremmandar tjóðir rikið fiskiskap á grønlendsku grunnunum. Hesi seinastu árini hevur tó minni verið at fingið. Fyri at fiskastovnarnir skulu ikki verða týndir, eru ávísar avmarkingar settar í verk. Tann stóri flotin av fremmandum veiðiførum er ikki longur at síggja á grønlendsku bankunum. Høvuðsfiskasløgini undir Grønlandi eru kongafiskur, steinbítur, toskur, svartkalvi, kalvi, eyrriði og laksur. Rækjuveiðan hevur ikki tey mongu árini á baki. Ansast má eftir, at ikki verður so trároynt eftir rækju, at stovnurin kemur í vanda. Grønlendska stórrækjan verður veidd við troli á djúpum vatni. Makrelfiskiskapurin hevur fingið stóran týdning í Grønlandi. Mesti fiskiskapurin var í 2014. Tá vórðu fiskað 78.000 tons av makreli av grønlendskum sjógvi, og 23 prosent av øllum útflutningsvirðinum hetta árið vóru makrelur.

Samferðslukervi

rætta

Tann skjótasti ferðingarhátturin í hesum velduga landinum er at fara loftvegis, men bíligt er tað ikki. Tyrlur verða nógv nýttar í Grønlandi, og í næstan hvørji bygd er tyrlupallur. Loftferðslan er tó ikki so áltítandi, tí legst hann við illveðri, kann veðrið stundum vera so áhaldandi, at tað tarnar allari flogferðslu bæði í dagar og vikur. Millum bygda er hvørki jarnbreyt ella vegur. Í býum og stórbygdum er tó koyrivegur, og har tróta bilarnir heldur ikki. Allir grønlendingar búgva úti við strondina. Ferðasambandið er tí mest knýtt at sjónum. Siglt verður bygdanna millum annaðhvørt við báti ella skipi. Tað er ikki bara ísurin, ið kann valda strandfaraskipunum trupuleikar, men eisini veðrið, ið kann leika so í, at ikki er klúgvandi eftir sjónum í fleiri dagar.

Mentan

rætta

Grønlendski tjóðbúnin, Kalaallisuut, stavar frá uml. ár 1700. Tjóðbúnin er gjørdur soleiðis, at hann kann nýtast bæði summar og vetur. Búnin er ein anorakkur, einar buksur og kamikkur, sum eru skinnstyvlar. Eins og í gomlum døgum verður tjóðbúnin enn í dag seymaður við hond. Í Grønlandi sær tjóðbúnin ymiskt út alt eftir, hvaðani hann er. Búnin er ikki heilt eins í Eysturgrønlandi, Vesturgrønlandi og Norðurgrønlandi. Í Norðurgrønlandi er buksurnar gjørdar úr ísbjarnaskinni, og kamikkurnar eru hvítar. Í Eysturgrønlandi er størsti parturin gjørdur úr kópaskinni. Í Vesturgrønlandi er tjóðbúnin broderaður við litríkum glasperlum, toyi, kópaskinni og hundaskinni. Anorakkurin hjá kvinnunum hevur ymiskan lit alt eftir aldrinum hjá tí, sum ber hann. Anorakkurin hjá gentum er ljósareyður, hjá vaksnum kvinnum er hann myrkareyður, og hjá eldri kvinnum er hann antin lilla ella bláur. Búnin hjá monnunum er nú á døgum hvítur anorakkur, svartar buksur og kamikkur. 


Nú á døgum fara grønlendingar í tjóðbúna, tá okkurt serligt er á vási, og tá høgtíð er. Tað kann vera tjóðardagin 21. juni, fyrsta skúladag, til barnadóp, konfirmatión, brúdleyp ella jarðarferð. 


Keldur

rætta
  1. http://www.nytimes.com/2008/11/27/world/europe/27greenland.html?_r=0
  2. tinganes.fo - 12-05-2005 | Tvær lógir sum styrkja okkara sjálvstýri
  3. http://snl.no/Gr%C3%B8nland/befolkning
  4. 4.0 4.1 USA konsulát í Grønlandi, kvf.fo, 04.09.2019
  5. http://news.bbc.co.uk/2/hi/europe/7749427.stm
  6. aktuelt.fo - Bara Siumut eftir: Krevja nýval í Grønlandi[deyð leinkja]
  7. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-05-09. https://web.archive.org/web/20200509035824/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gl.html. Heintað 2013-05-18. 

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Done 1
News 1
orte 1
see 2