Hanus Kamban (25. juni 1942 í Saltangará sum Hanus Andreassen, navnskifti 2000) er millum bestu stuttsøguhøvundar okkara. Fyrsta stuttsøgusavn hansara "Dóttir av Proteus" bar beinanvegin boð um ein høvund, sum hevði víðan sjónarring og sum hevði sett seg inn í tilverulig viðurskifti, bæði sosialt og í tíð. Stuttsøgusøvn Hanusar eru dygdarsøvn og hansara næru og livandi lýsingar av vanligum menniskjum og teirra gerandisítrivum er skaldskapur, tá hann er bestur. Størsta verk Hanusar er eitt tribindverk um skaldið Janus Djurhuus. Við sínum neyvleika og nærlagni hevur Hanus skapt eina dygga lýsing av skaldinum og menniskjanum Janusi Djurhuus.

Hanus Kamban í 2012

Heiðurslønir og tilnevningar

rætta

Útgivið

rætta
  • 2019 - Hans Andrias - ein bókmentalig ævisøga
  • 2022 - Tað lovaða landið

Týðingar

rætta
  • 1969 - Drekin og aðrar søgur (Greene, Wells, Bradbury, Maugham)
  • 1979 - Dreymur um eitt undarligt land (Greene)
  • 1989 - Othello (Shakespeare)
  • 1991 - Tey deyðu (Joyce)
  • 1994 - Glas lækni (Söderberg)
  • 2002 - Tað nýggja Atlantis (týddar stuttsøgur í scinece-fiction sjangrini)
  • 2014 - Manor (Stuttsøga eftir Karl Heinrich Ulrichs)

Keldur

rætta
  1. ms.fo


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES