Menningarhjálp er ein hjálp til byggja upp nútíðarsamfeløg í tí tilafturskomna heiminum.[1] At hjálpa fátækastu londunum í heiminum veita ríku londini teimum peningahjálp og lán. Tey londini, sum veita menningarhjálpina, seta seg vanliga á odda fyri verkætlanum, sum tey fremja saman við fólkinum á staðnum. Eru náttúruvanlukkur, til dømis jarðskjálvti, fáa vanlukkuraktu londini neyðhjálp: mat, klæði, tjøld og heilivág. Í onkrum londum í Afrika, t.d. Mosambik, er menningarhjálpin størsta inntøka í landinum. Eftir 2. heimsbardaga fóru tey fátæku og ríku londini at álvara at samstarva um at loysa nakrar av trupulleikunum í menningarlondunum. Menningarhjálpin fer beinleiðis úr einum landi í annað. Hon kann eisini koma úr altjóða samtaki, til dømis ST ella ES, sum umboða mong lond. Eisini aðrir felagsskapir hjálpa menningarlondunum.

Nøkur lond, ið veita menningarhjálp. Hagtølini eru prosentpartur av fíggjarlóg landsins í 2006.

Síðan 1970-árini hevur ST ásett sum mál, at tey ríku londini skulu lata 0.7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni sum menningarhjálp til fátæk lond.[2] Ætlanin var, at londini skuldu hava rokkið hesum máli í 1980. Tað eru tó bara nøkur fá lond, sum hava rokkið málinum, teirra millum nøkur Norðurlond.[3] Í miðal lata tey ríku londini nú umleið 0.25 prosent av BTÚ í menningar­hjálp. Menningarhjálpin hevur týdning, men enn hevur hon ikki minkað stórvegis um fátækadømið í verðini. Í flestum førum hevur menningar­hjálpin ikki minkað um órættvísið. Menningarlondini hava tikið lán í teimum ríku londunum, og rentur­nar og avgjøldini av hesum lánum eru ein upphædd, sum leingi hevur verið meira enn tíggju ferðir so stór sum menningarhjálpin. Tí eru tað nógv, sum krevja, at tey fátæku londini skulu sleppa undan at rinda alla sína skuld. Ofta er tað ein stjórn, sum langt síðan hevur mist valdið, ið tók hesi stóru lánini. Í 2005 lovaðu tey ríkastu londini í heiminum, tey sonevndu G8-londini, at avskriva lánini hjá teimum fátækastu londunum, men hetta lyftið er ikki hildið enn í 2014.[4]

Lond, ið veita menningarhjálp

rætta
 
Nøkur lond, ið fáa menningarhjálp.

USA er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp í krónum[5], meiri enn 31,5 milliardir dollarar, hóast upphæddin bara er 0.19 % av fíggjarlógini. Noreg er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp í prosentum: 1.07 % av fíggjarlóg landsins í 2013.[6]

Sum er, lata Føroyar um 4 mió. kr ella 0.05 % av BTÚ-num í menningarhjálp. Menningarhjálp er eisini partur í donskum uttanríkispolitikki. DANIDA eitur hjálpfelagsskapurin hjá donsku stjórnini. Dentur verður lagdur á, at donsk menningarhjálp gagnar fátækastu fólkunum og londunum.[7]

Nøkur lond, ið veita menningarhjálp til fátæk lond (2013).
Pláss Land USD latnar í 2013 Menningarhjálp í %
av bruttotjóðarúrtøkuni
1.   Sameindu Statirnir $31.55 mia 0.19 %
2.   Stóra Bretland $17.88 mia 0.72 %
3.   Týskland $14.06 mia 0.38 %
4.   Japan $11.79 mia 0.23 %
5.   Frakland $11.38 mia 0.41 %
6.   Svøríki $5.83 mia 1.02 %
7.   Noreg $5.58 mia 1.07 %
8.   Niðurlond $5.55 mia 0.67 %
9.   Kanada $4.91 mia 0.27 %
10.   Avstralia $4.85 mia 0.34 %
12.   Sveis $3.20 mia 0.47 %
13.   Danmark $2.93 mia 0.85 %
14.   Belgia $2.28 mia 0.45 %
15.   Spania $2.20 mia 0.16 %
16.   Suðurkorea $1.74 mia 0.13 %
17.   Finnland $1.44 mia 0.55 %
18.   Eysturríki $1.17 mia 0.28 %
19.   Írland $0.82 mia 0.45 %
20.   Portugal $0.48 mia 0.23 %
Kelda: Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD)[8]


Føroysk menningarhjálp

rætta

Føroyska menningarhjálpin verður veitt til ávísar arbeiðsætlanir í menningarlondum, sum kunnu gera bygdasamfeløg, kommunur ella landspartar før fyri at bøta um livilíkindini og menna og varðveita sjálvbjargni og egna vinnulívsmentan. Ætlanin við menningarhjálpini er at nýta føroyskar royndir og kunnleika til at skapa grundarlag undir menning og sjálvbjargni í menningarlondum. Á føroysku fíggjarlógina kom menningarhjálp fyrstu ferð í 1987. Hetta fyrsta árið vórðu játtaður 5 milliónir krónur.



Fyrsta verkætlanin, Føroyar hava stuðlað við menningarhjálp, er ein ætlan í tí fátækasta landspartinum í Bolivia. Ætlanin hevur til endamáls at fremja ábøtur á útbúgvingarøkonum, soleiðis at serstakliga tey ungu kunnu koma í vinnu. Eisini er játtaður stuðul til eina forkanning í Gambia, Brasil og Peru til útróðrarverkætlan. Harumframt er stuðul m.a. veittur einum landbúnaðarskúla í Mampong, Gana.


Keldur

rætta
  1. https://snl.no/utviklingssamarbeid
  2. http://www.globalissues.org/article/35/foreign-aid-development-assistance
  3. https://snl.no/utviklingssamarbeid
  4. https://snl.no/utviklingssamarbeid
  5. http://www.oecd.org/document/11/0,3343,en_21571361_44315115_44981579_1_1_1_1,00.html
  6. http://www.oecd.org/newsroom/aid-to-developing-countries-rebounds-in-2013-to-reach-an-all-time-high.htm
  7. http://www.denstoredanske.dk/Samfund,_jura_og_politik/%C3%98konomi/Udviklings%C3%B8konomi/bistand?highlight=udviklingshj%C3%A6lp
  8. http://www.oecd.org/newsroom/aid-to-developing-countries-rebounds-in-2013-to-reach-an-all-time-high.htm
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
HOME 1
languages 1
os 5