República de Moçambique
Lýðveldið Mosambik
Flagg Mosambik
(Flagg Mosambik)
Skjaldarmerki Mosambik
(Skjaldarmerki Mosambik)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Pátria Amada
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Maputo
Forseti Filipe Nyusi
Forsætisráðharri Adriano Maleiane
Fullveldi 25. juni 1975
(frá Portugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
801,590 km²
2.2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2020
 - tættleiki
 
30 066 648
31/km²
Gjaldoyra Metical (MZN)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .mz
Telefonkota +258

Lýðveldið Mosambik (alment República de Moçambique) er eitt land í Eysturafrika. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í 1975, flýddu gomlu valdhavarnir, portugisar, av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar.

Í 1975 brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum Suðurafrika stuðlaði. Kríggið tók 900 000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimostjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í 1992. Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda USA og lond í Vesturevropa.

Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin Beira við Indiahav er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum Simbabvi fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í Simbabvi.

Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES