New Hampshire
Staturin New Hampshire (enskt: State of New Hampshire) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. New Hampshire er tað fjórðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine, Massachusetts og Vermont. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. Høvuðsstaðurin eitur Concord og størsti býurin er Manchester.
New Hampshire | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Concord |
Størsti býur: | Manchester |
Innlimað: | 21. juni 1788 |
Guvernørur: | Chris Sununu (R) |
Vídd: | 24,217 km² |
Íbúgvar (2014): | 1,326,813 |
fyri km²: | 56,8/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.nh.gov |
Í norðri hevur New Hampshire mark við Kanada (Quebec), í eystri við Maine, í suðri við Massachusetts, og í vestri við Vermont. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknavni er Granittstaturin (enskt: The Granite State). Stórur partur av landi er hagi og skógur. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent.[1] Norðan fyri bygdina Jackson røkkur Mount Washington upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í Nýonglandi (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í Rockingham County.
Politikkur
rættaNew Hampshire er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA; New Hampshire er annar staturin við undanvali. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir (GOP), finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í New Hampshire, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. New Hampshire er eitt av mest konservativu statum í Nýonglandi. Í New Hampshire er m.a. deyðadómur. Í 1734 til 1939 eru í minsta lagi 24 fólk dømd til deyða. Ongin hevur verið tikin av døgum tey seinastu 76 árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Heinging er eisini ongantíð strikað í New Hampshire-lóggávu, og dómararnir hava framhaldandi møguleika at døma deyðarevsing.[2]
Samkynt hjúnaband
rætta1. januar 2010 samtykti stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í statinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, mann og mann og kvinnu og kvinnu [3]. Í New Hampshire hava samkynd eisini fingið loyvi til at adoptera. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í New Hampshire, á jøvnum føti við hetroseksuell.
Myndir
rætta-
Áin Winnipesaukee
-
Gilsum-grótbrúgv
-
Træbrúgv í Stark.
Sí eisini
rættaSlóðir úteftir
rætta- Heimasíða hjá stakríkinum, nh.gov
- New Hampshire á kortinum, openstreetmap.org