Kongeriket Norge/Noreg
Kongsríki Noreg
Flagg Noreg
(Flagg Noreg)
Skjaldarmerki Noreg
(Skjaldarmerki Noreg)
Tjóðarslagorð: Einig og tru til Dovre fell
Tjóðsangur: Ja, vi elsker dette landet
Alment mál Norskt (sámiskt í summum fylkjum)
Høvuðsstaður Oslo
Kongur Harald V
Forsætisráðharri Jonas Gahr Støre
Fullveldi 870-1387, 1905
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
385 207[1] km²
7,0%
Íbúgvar
 - tilsamans 2024
 - tættleiki
 
5 550 203[2]
14,4/km²
Gjaldoyra Norsk króna (NOK)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .no, .sj¹ og .bv¹
Telefonkota +47
¹ikki notað

Noreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongsríki í Norðurevropa. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið. Høvuðsstaðurin í Noregi er Oslo. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Gott 5 400 000 fólk búgva í Noregi í 2021. Á meginlandinum búgva í miðal 14 fólk á hvørjum km2, men tað er ymiskt, hvussu tættbygt tað er. Teir norðastu partarnir eru fámentir, og fjølmentast er rundanum Oslofjørð. Eini 77 % av norðmonnum búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 23 % búgva í fámentum økjum.

Tað er langt land, sum smalkar ímóti norði. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at svenska markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Norðuri í Íshavinum eigur Noreg oyggjarnar Jan Mayen, 550 km í ein landnyrðing úr Íslandi, og longur norðuri Svalbarð, sum er felagsnavn fyri Bjarnoynna og Spitsbergen, 3 stórar og nakrar lítlar oyggjar, tilsamans 61 229 km2. Langa strond Noregs er útnyrðingsmarkið á evropeiska meginlandinum.

Noreg er 385,207 km2 ella uml. sum Írland, Bretland, Sveis og Belgia tilsamans. Noreg er uml. 232 ferðir størri enn Føroyar og har búgva uml. 100 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum.

Høvuðsgrein: Noregs søga

Fólk hava búð í Norra í 11,000 ár, síðani síðstu ístíð. Elstu helleristirnar í Norðurlondum eru í Noregi. Myndirnar eru av skipum, menniskjum, sólteknum, oksum o.ø. Tað er greitt, at tað fólk, sum setti varandi búgv í Føroyum, og sum at enda gjørdist føroyingar, kom beinleiðis ella óbeinleiðis eystan úr Noregi.

Víkingatíðin

rætta
 
Haraldur Hárfagri verður roknaður sum stovnari av Noreg.
 
Haraldur Gráfeldur var abbasonur Harald Hárfagra og sonur Eirik Blóðøks og Gunnhild Gormsdóttir, men hann varð fostraður upp hjá danska konginum Haraldi Blátonn.
 
Ólavur Trygvason var ein týðandi tjóðarbyggjari. Hann vildi miðsavna valdið í eitt kristið ríki.
 
So stórt var norska ríkið ár 1265.

Fyrsta, vit hoyra um Noreg í søguni, er, at landið var býtt í høvdingadømi, og hvør høvdingur ella kongur hevði rætt til at taka skatt av tí landsparti, hann sat á [3]. Sambært kongssøgum savnaði Haraldur Hárfagri alt Noreg undir ræði sítt. Í 872 hevði hann skipað lensmansríki í Noregi. Av harðræði hansara var stór útflyting vestur í hav til Føroya, Hetlands, Orknoya, Íslands, Grønlands og aðrar staðir. Tó at hesi londini tá vóru uttanfyri Noregs ríki, vórðu tey øll løgd undir norskt kongsvald seinni. Haraldur Hárfagri tók vald sítt út frá Vesturlandinum. Haðan tykjast tær størstu víkingaferðirnar at vera gjørdar, og har eru funnir teir størstu gravfundirnir, m.a. Ásubergsheygurin við víkingaskipinum. Hildið verður, sum mangt bendir á, at Vestfoldkongarnir eru komnir eystaneftir - um Vermaland, Upplondini, út til Vestfold og hava víðkað vald sítt haðan norðureftir. Harafturímóti var Víkin- landið við Oslo-fjørðin - oftast undir donskum yvirræði, beinleiðis ella óbeinleiðis. Víkingaferðir og handil, fólkavøkstur og nýrudding høvdu brotið karmarnar um tey gomlu ættasamfeløgini, og ófriðarligt tykist at hava verið. Tað var undir hesum viðurskiftum, at Haraldur Hárfagri kom til Vesturlandið, og í tí mikla bardaganum í Havursfirði stutt fyri ár 900, vann hann á hesum víkingum. Eftir henda bardaga verður Haraldur í fornum skaldakvæðum nevndur kongur norðmanna. Alt bendir á, at Haraldur Hárfagri var fyrsti maður, sum av sonnum kundi bera hetta navn. At ein maður kundi vera kongur yvir øllum Noregi hevði sum treyt, at nøkulunda friðarligt var í landinum. Haraldur fekk fimmti ár at ráða í, og eftir øllum at døma hevur hann verið førur fyri at halda uppi valdi sínum.

Undir soni Haralds Hárfagra, Eiriki Blóðøks, fekk danakongur aftur valdið yvir Víkini (Oslo). Á Upplondum sótu enn sjálvstøðugir smákongar; í Trøndaløgum sat Sjúrður jallur á Løðum við valdinum, og á Vesturlandinum var støðan ótrygg. Hugsanin um Noreg sum eitt ríki doyði kortini ongantíð út aftur. Tá ið Hákun Aðalsteinsfostri var komin úr Onglandi og hevði ríkið bróðurin Eirik Blóðøks av landinum, var skilið betri. Hann fær heiðurin fyri at hava gjørt ta nýggju tingskipanina og landverjuskipanina - “leiðangurin”. Gjøgnum alla Noregs gomlu søgu, og yngru við, eru viðurskiftini við Danmark ein týðandi táttur. Synir Eiriks Blóðøks, sum Hákun Aðalsteinsfostri hevði tikið valdið frá, fóru til Danmarkar at leita sær hjálp, og í 960 fall Hákun Aðalsteinsfostri í sjóbardaga við Harald Eiriksson, sum nú gjørdist kongur, nevndur Haraldur Gráfeldur. Men hóast hann var settur í Noregs kongsstól við danskari hjálp, tóktist hann dønum ov sjálvráðin, og danir styðjaðu tí tann útlagna Laðajallin Hákun, sum uml. 970 drap Harald Gráfeld og harvið fekk hevnt faðir sín Sjúrð jall, sum Haraldur hevði dripin. Tað var um hetta mundið vorðið ein grundsetningur, at tann, ið arva Noregs kongsstól, hann mátti vera ættaður frá Haraldi Hárfagra.

Ólavur Trygvason, sonur ein undirkong hjá Hákuni Aðalsteinfostra í Víkini, kom heim at krevja kongsvald sum ættmaður Haralds Hárfagra. Hann hevði verið víða í víkingi. Ólavur Trygvason var kristin maður, og tað var møguliga á hansara døgum, at íslendingar, føroyingar og grønlendingar tóku við kristindóminum. Kongstíð Ólavs Tryggvasonar var stutt. Trúarpolitikkur hansara - kristningin - fekk mótstøðu; men serliga vóru tað viðurskiftini við danakong, sum feldu hann. Danakongur fekk aftur einaferð Víkina, Svøríkiskongur Ranríki móti eystri, og tað, ið eftir var, fingu brøðurnir Sveinur og Eirikur Hákunarsynir at sita við sum jallur hjá danakongi. Í Noregi vóru stórættirnar um at styrkja støðu sína aftur. Kongsvaldið var veikt. Í 1015 kom aftur ein mætur víkingur heim til Noregs at krevja kongsvald. Hann hevði verið í mangari orrustu í Bretlandi, Fraklandi, møguliga heilt suður í Spania. Hesin maður var Ólavur Haraldsson. Ólavur hevði tá valdið yvir øllum Noregi. Eftir stuttan bardaga á Stiklestad í 1030 fall Ólavur kongur Haraldsson, og bert fáair av monnum hansara sluppu undan livandi; ein teirra var hálvbróðirin Haraldur Sjúðarson, ið seinni gjørdist kongur, nevndur Haraldur Harðráði. Ólavur Haraldsson var sjálvur ein hin seinasti víkingahøvdingin. Víkingatíðin var nú um at vera av.

Kalmarsamveldið

rætta
 
Í 1397 fekk Margreta I stórmenn í Danmørk, Noregi og Svøríki at vátta skrivliga, at tey trý londini skuldu ganga saman.

Í 1380 var danakongur eisini vorðin Noregis kongur. Saman við Noreg komu Føroyar eins og hini norsku skattlondini undir danskan kong í 1380, men teimum var tó við sama lag stýrt sum norskum landsparti. Í 1397 eydnaðist Margretu 1., drotning Danmarkar og Noregis, at savna Skandinavia í Kalmarsamveldið. Tað vardi til 1523. Margreta I kallaði ikki tað norska ríkisráðið saman; hon setti danskar menn í tey høgu embætini; hon fekk ein útlending settan í erkibiskupsstólin í Niðarósi. Tað var neyvan av tilvild, at eingin norskur biskupur var á fundinum í Kalmar, og at eingin norðmaður setti innsigli sítt undir uppskotið til samveldissáttmála. Eitt løgfrøðiligt grundarlag fekk samveldið við teirri sáttargerð, sum gjørd varð í Bergen í 1450. Eftir henni skuldu ríkini vera sameind “evindelig og ubrødelig”.

Í 1507 gjørdi Kristian hertogi, seinni Kristian kongur II, greitt í brævi, at allar tær rættarbøtur, sum Hákun kongur Magnusson hevði givið, alsamt skuldu vera í gildi “over alt Norges rige og lande”. Men í 1536 kom hin sonevna Noregsgreinin í ta donsku handfestuna, og har varð gjørt greitt, at Noreg ikki longur skuldi “hede et kongerige for sig”, men vera ein partur av Danmarkar ríki “til evig tid”. Í meira enn hálvtannað hundrað ár hevði tað norska ríkisráðið umboðað eitt sjálvstøðugt norskt ríki. Eftir hesum var tað ikki formliga til, og eftir Norsku Lóg Kristians IV frá 1604 skuldi kongsval í Danmark vera bindandi fyri Noreg. Meðan Noreg við vesturhavsoyggjunum var saman við Danmark til 1814, fór Svøríki longu í 1446 úr Kalmarsamveldinum.

Loysing

rætta
 
Grundlógin í Noregi varð samtykt á Eidsvoll 17. mai 1814.

Í desember 1813 vóru samanbrestir millum svenskar og danskar herdeildir í Holsteini. Danir máttu bjóða vápnahvíld, og hin 14. januar 1814 varð friðarsáttmáli undirskrivaður í Kiel millum sviar og danir. Við hesum sáttmála mátti Danmørk lata frá sær Noreg til fulla ogn hjá Svøríkis kongi og eftirkomarum hansara. Sum mótmæli móti tí, sum hent var í Kiel, stevndu norðmenn til ein tjóðfund á garðinum Eidsvoll í 1814, og har var gjørd og samtykt ein grundlóg fyri Noregs ríki. Hóast Svøríkis kongur eisini gjørdist Noregs kongur, var Noreg við hesi grundlóg eitt sjálvstøðugt ríki í kongsfelagsskapi við Svøríki. Noreg hevði egið stórting og egna stjórn. Føroyar, Grønland og Ísland, sum vóru norsk lond frá gamlari tíð, fylgdu ikki við Noreg undir svenska kongsvaldið í 1814, men komu sambært Kílarsáttmálanum framvegis at vera undir Danmark.

Upp gjøgnum tíðirnar var Noreg viðhvørt sjálvstøðugt, viðhvørt undir donskum yvirvaldi og viðhvørt undir svenskum. Men mest av tíðini var tað sjálvstøðugt kongsríki, hóast tað var undir útlendskum yvirvaldi. Tað var hetta, ið gjørdi tað gjørligt hjá noregsmonnum at loysa frá Svøríki í 1905. Eitt nýtt fullveldisríki varð ikki stovnað við hesum. Tað einasta, sum hendi, var at svenski kongurin varð settur frá í Noregi, og politiska samstarvið millum Noregs og Svøríkis uppsagt.

Seinni heimsbardagi

rætta
 
Týska hersetingin í Norra vardi frá 1940 til 1945 undir Seinna heimsbardaga.

Í krígsárunum 1940-45 var Noreg hersett av týskarunum, og vóru hetta hørð ár hjá norðmonnum. Nógv fólk varð sent av landinum og sett í fangatippir í Týsklandi. Í 1939 komu loynilig boð um, at sinnissjúk, kryplar, evnaveik og tey, sum høvdu ógrøðandi sjúku, skuldu verða dripin [4]. Søkt var eisini at samkyndum, og løgreglustøðirnar fingu boð um at geva loyniløgregluni lista við samkyndum fólki. Nazistarnir nevndu hetta miskunnardráp. Summir býirnir vóru ógvuliga illa viðfarnir. Ringast var í Norðurnoregi, har settu týskar herdeildir eld á nógvar bygdir og noyddu fólkið at flyta suður í landið, og vegir og brúgvar sprongdu teir. Afturat hesum kom, at nógv av farmaskipunum, sum sigldu við førningi fyri tey sameindu londini, vóru søkt, so handilsskipaflotin minkaði ógvuliga nógv. Tað var tí eitt tungt tak at fáa alt aftur í rættlag, tá ið kríggið var uppathildið. Men norðmenn stóðu saman og væl gekst. Nú standa nosslig hús aftur á toftunum, og farmaskipaflotin er størri enn nakrantíð.

Nýggjari søga

rætta

Í februar 1994 vóru Olympisku vetrarleikirnir í Noregi. Flestu kappingarnar vóru í lítla býnum Lillehammer við Mjøsa.

Tann 22. juli í 2011 var Noreg rakt av yvirgangsatsókn. 77 fólk lótu lív, og nógv fingu skaða í álopinum á stjórnarskrivstovuna í Oslo og summarleguna hjá AUF á Utøya. Hetta er ógvisligasta atsókn í Noregi síðan 2. heimsbardaga.

Landafrøði

rætta
 
Lofoten.
 
Fjøll og firðir á Vesturlandinum. Myndin er tikin tætt við Lodalen.
 
Mong ferðafólk sigla við ferðamannaskipi á føgru norsku fjørðunum. Firðirnir eru so djúpir, at stór skip, til dømis ferðamannaskip, kunnu sigla langt inn í landið.
 
Tað størsta fjallið eitur Galdhøpiggen, ið er 2469 metrar høgt.
 
Beerenberg er eitt 2.277 metrar høgt gosfjall. Seinast, tað goysti, var í 1985.

Landafrøðiliga er Noreg millum 57°71° og 71°11° n.br. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt. 50 % av landinum er oman fyri skógarmarkið, og 27 % eru vøtn og hagi. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Tær 57 000 oyggjarnar fram við strondini eru uml. 7 % av landinum. Útróðrarbygdirnar fram við strondini eru seinastu árini støðugt minkaðar, tí at fiskiskapurin er versnaður, men tó havbúnaðurin er alsamt vaksin.

Landið er langt og smalt liggur fram við Norðuratlantshavinum og havøkjum so sum Skagerrak, Norðsjónum, Norskahavi og Barentshavinum, har ið kendu norsku firðirnir eru. Oyggin Jan Mayen og Svalbarð eru partur av norska kongsríkinum. Og Bouvetoy har suðri í Atlantshavinum er norskt hjáland. Eisini eigur Norra hjálondini Peteroy har suðuri í Suðurindiahavi og økið Maudland í Antarktis. Norra er býtt sundur í 11 fylki, sum aftur eru býtt sundur í 356 kommunur. Norra er eisini býtt sundur í fimm landspartar.

Bara uml. 3 % av Noregi er egnað til dyrkilendi [5], annars eru mest fjøll, berligar víddir og djúp vøtn. Mesta og besta landbúnðarjørðin er fram við og innast á botni í fjørðunum. Mongu, longu og djúpu firðirnir vórðu til, tá ið skriðjøklar skriðu av fjøllunum út ímóti strondini og gróvu seg níður í dalarnar. Firðirnir eru frá náttúrunar hond góðar havnir, og har búgva nógvir útróðarmenn og bøndur. Mong ferðamannaskipi á føgru norsku firðunum.

Norðastu partarnir í Norðurskandinavia og Norðurnoregi eru norðan fyri norðurpólkring. Á hásumri setur sólin ikki her, og tað er ljóst alt samdøgrið. Á hávetri rísur sólin ikki, tað er myrkt alt samdøgrið. Longri norður vit koma, longri er midnáttarsól og vetrarmyrkur. Norðast í hesum londum er myrkt næstan tveir mánaðir um veturin.

Landslagið

rætta
 
Vardø í Finnmark er eystasti býur í Noreg og er eystari enn Istanbul og St. Pætursborg.
 
Tann størsti jøkulin er Jostedalsbreen, norðan fyri Sognfjørðin.
 
Um summarið fer sólin ongantíð undir í Norður-Noregi. Hvørja nátt hesa tíðina kemur hópur av fólki norður á norðastu útnesið, Norðkapp, at síggja miðnáttarsólina.
 
Vinnufossarnir eru næstan 1.000 metrar høgir og verða roknaðir sum hægstu fossar í Norra.

Fyri o.u. 600-350 mió árum síðan vórðu Kaledóniafjøll til. Tey ganga ígjøgnum alt Noregs land, sunnanífrá og norðureftir, og mynda landslagið. Fjøllini reistu seg á markinum millum tvær meginlandaplátur, sum stoyttu saman. Har tilfarið í undirgrundini var serliga hart, eru framvegis illgongd og høg fjøll - Jotunheimur, Hallingskarvet og Lyngsalpur. Kaledóniafjøll og ístíðarísurin hava í felag myndað landslagið. Í seinastu ístíð lá alt landið undir ísi. Ísskjøldurin trýsti landið niður, gróv botnar og dalar og flutti burtur eyr og grót, sum seinni varð morenulendi.

Næstan helvtin av Noregs landi er oman fyri skógarmarkið (umleið 49,5 %), 20 % er meira enn 900 m oman sjóvar. Nógvastaðni er gaddajørð og grunnlendi, og veðurlagið ómilt. Hetta ger, at nytta bara fæst úr o.u. 23 % av landinum, um 3 % er velt og um 20 % er skógur. Hóast Noreg fer væl norður um 70°, frysta havnir og firðir ikki, tí at Golfstreymurin gongur eystur og norður við allari strondini.

Noreg, vestari parturin av skandinavisku hálvoynni, er smalt, langt land, úr norðasta í sunnasta landoddan eru 1700 km, meðan breiddin har, sum tað smalast er, er ikki meira enn einar 15 km. Fram við at kalla allari vesturstrondini er yðjandi fult av skerum og oyggjum, men innanfyri henda skergarðin er so djúpt, at har er farandi við heilt stórum skipum, bert tey hava kunnugan mann umborð. Tá ið hann liggur vestaneftir, kann vera ódnarveður uttan fyri skerini, men deyðaslætt innanfyri. Fyri at gera siglingarleiðina tryggari hava teir sett lyktir ella vitar á nógvar av hólmunum og oyggjunum. Firðirnir eru nógvir, og summir av teimum eru óføra langir, tann longsti er Sognfjørðurin, sum er 200 km. Oftast eru firðirnir heilt djúpir, og hetta sæst eisini av teimum nógvu býunum, sum standa fram við teimum. Summastaðni fram við strondini er berg fyri, og ofta reisa steyrrættir hamrar og báðuminni firðirnar, og í støðum eru teir so høgir, at sólin sleppur ongantíð at.

Á einum vanligum landkorti er tann parturin av landinum, sum er hálendi, litaður við brúnum og láglendið við grønum, jú hægri landið er, dimmari er tann brúni liturin. Av hesum skilja vit, at tað mesta av Noregi er fjallalendi, men vit síggja eisini, at nógvir dalar ganga niðan millum fjøllini. Teir norsku dalarnir eru ofta bæði grasgóðir og slættir, og á eysturlandinum eru teir rættiliga breiðir. Oftast rennur ein stór á, elvur, ið norðmenninir kalla, oman gjøgnum dalin, og báðuminni ánna standa húsini. Úr dalinum sæst ofta upp á eina egg, men garðarnir, helst á sólarsíðuni, kunna standa langt upp í líðini, og bøurin hjá teimum ovastu gørðunum kann ofta vera betri, enn tann hjá teimum niðri í dalinum, og hetta kemur av, at áirnar hava ført so nógvan eyr og sand við sær oman í dalin. Oman fyri bøgarðarnar tekur skógurin við, og hann gongur ofta heilt niðan á eggina, mest er tað fura, bjørk og grann, sum veksur, og skógurin er sundurmarkaður millum garðarnar. Uppi á sjálvum fjallinum vaksa bert smá bjørkatrø, men har sum lægdir ella fløtur eru, kann vera óføra loðið, og har er besti neytahagi. Hetta eru setrarnir, og niðan hagar reka bøndurnir seyð, neyt og hestar um summarið. Summir setrarnir eru heilt langt frá húsum, og fólk má liggja á setrinum ta tíðina, neytini eru har uppi. Á hvørjum setri er tí eitt lítið hús, og rundan um húsið er garður, støðil, sum neytini verða rikin inn á um kvøldarnar. Fyrr var mjólkin altíð gjørd til ost ella kirnað til smør, men nú gongur vegur til summar setrarnar, so teir koma eftir mjólkini við bili. Á summum fjøllunum er ógvuliga berligt, har veksur bara lyngur og steinmosi og so ymiskar fjallaurtir.

Summstaðni reisa hvassar røðir seg við høgum kavataktum tindum. Fleiristaðni eru jøklar, stórar ísfløtur, bréir, sum norðmenn kalla tær, tann størsti eitur Jostadalsjøkulin. Tá ið køld ár eru, hava jøklarnir seg omaneftir, og tað hevur hent, at teir eru komnir líka oman í tær dyrkaðu líðirnar, so bæði bøur og hús er farið undir ísin. Tey seinnu árini eru teir minkaðir. Størstu fjøllini eru Jøtunheimurin, Kjølurin, Dovrafjøll og Langfjøllini. Hægstu tindarnir eru Galdhøpiggen 2470 m, Gliturstindur 2460 m og Snjóhettan 2300 m. Frálíka natúrvakurt er á fjøllunum, og nøgd av fólki, bæði úr Skandinavia og aðrastaðni, fer hagar til stuttleika, men ísurin er svikaligur, ofta kunna rivur vera í honum, sum ókunnugt fólk ikki varnast um, so tey ganga í tær.

Fyri at gera tað lættari hjá fólki at ferðast í hesum óbygdum hava norðmenn frá gamlari tíð bygt smáttur víða hvar á fjøllunum, so fólk fáa hildið til har, tá ið kavarok kemur á tey. Har sum gøturnar ganga eftir fjøllunum, standa varðar sum í Føroyum. Nú verða bygdagøturnar lítið brúktar, tí teir hava lagt bæði jarnbreytir og vegir eftir fjøllunum. Á fjøllunum eru bæði úlvar og bjarnir, men kortini er ikki so nógv til av teimum nú sum fyrr. Villrein er nakað av, og rýpan trýtur ikki. Heilt norðuri ígjøgnum, á Finnmarkini teir kalla, eru stórar heiðar við bæði lyngi og mosa, har halda sámarnir til við reindjórafylgjum sínum. Í Norðurnoregi, helst á oyggjunum, eru góð fuglabjørg, og har eigur bæði lundi, lomvigi og rita. Á summum hólunum eru so stór æðuvørp, at tað er ein heil innløga í dúninum. Summar av oyggjunum har norðuri eru grasgóðar og slættar, og har er óføra nógvur mógvur. Summir dalirnir í Norðurnoregi eru heilt góðir, men enn liggur nógv av landinum sum hagi.

Harðangursvíddir eru størsti háslætti í Evropa, uml. 10 000 km2. Partar av víddunum er friðaður tjóðgarður. Aðrir partar eru undir náttúruvernd. Her eru størstu villreinaflokkarnir í Evropa og mong óvanlig djór og djór, sum eru í týdningarvanda.

Norska landslagið ger tað trupult hjá landbúnaði og flutningi. Men afturfyri liggur væl fyri at fáa nyttu burtur úr vatninum til orku. Og so dregur landslagið nógv ferðafólk til Noregs at síggja órørda og stórfingna náttúru.

Veðurlagið

rætta
 
Meðalhiti 1961-1990 (ºC).

Fram við norsku vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í Føroyum, kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn. Hetta ger Golfstreymurin, sum rekur norður við allari strondini, hann hevur lýkku í sær, og havættirnar verða tí ikki so kaldar. Sumrini kunna ofta vera heldur vátlig, og sjáldan eru tey heilt heit. Veðurlag sum hetta kallast strondveðurlag.

Á eysturlandinum er veðurlagið øðrvísi, har eru vetrarnir kavamiklir og harðir, men sumrini eru heit. Hetta er landveðurlag. Norðast í Noregi er veturin eisini harður, -30 til -35 °C er ikki óvanligt, og ofta legst ógvuligur kavi niður, men kortini plagar ísur ikki at forða fyri siglingini. Ofta ganga strangir stormar, sum gera nógv um seg. Annars halda teir, at tað er væl lýggjari í Norðurnoregi, enn tað var fyri einum 100 árum síðani. Eplir og røtur vaksa heilt norðuri í Finnmarkini, og í teimum veðurgóðu dølunum veita teir ikki sørt av korni. Har norðuri stendur sólin um hásummarið á luftini alt samdøgrið, men mitt í november hvørvur hon og sæst ikki aftur í tveir mánaðir.

Sjógvurin við Noregs strendur hevur almikla ávirkan á veðurlagið í landinum. Flógvur sjógvur rekur úr Atlantshavi í bæði Pólhav og Noregshav og ger lýggjari veðurlag. Veðurlagið er skiftandi, landið er stórt, og jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ymisk. Høgu fjallaryggirnir gera, at avfallið er nógv á Vesturlandinum, og veðurlagið er meira støðugt á Eysturlandinum.

Tað er óguliga ymiskt, hvussu hitaviðurskiftini eru ymsastaðni í Noregi. Serliga trý viðurskifti gera seg galdandi:

  • Breiddarstig. Jú longri norðuri, jú kaldari.
  • Hæddin oman sjóvar. Tað verður umleið 0,6 °C kaldari hvørjar 100 m, vit koma upp í fjøllini.
  • Teinurin frá strondini. Jú nærri strondini, lýggjari er veturin.
 
Oslo er høvuðsstaðurin og tann størsti býurin.
 
Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni í Bergen eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l.
 
Størstu býir.

Høvuðsstaðurin er Oslo. Landið eystanfyri Oslofjørðin eitur Østfold. Har eru býirnir Fredrikstad, Halden, Moss og Sarpsborg. Í øllum hesum býunum eru ídnaðarvirkir. Tey flestu framleiða okkurt úr viði. Vestan fyri Oslofjørðin er Vestfold. Har eru býirnir Kongsberg, Drammen, Sandefjord og Skien. Sandefjord er reiðarabýur, við Kongsberg høgga teir silvur, og har er eisini ein vápnasmiðja. Í Porsgrunn og Rjukan gera teir salpetur. Arendal og Kristiansand eru fiskivinnubýir. Bergen er næststørsti býur í Noregi. Trondheim er gitin fyri dómkirkjuna, sum man vera ein tann vakrasta í øllum Norðurlondum. Størstu býirnar á Norðlandinum eru Narvik og Bodø. Við Kirkenes tætt við russiska markið eru stór jarnnám.

Størstu býir í Noregi 2018:

# Býir Íbúgvar Km²
1. Oslo 1 000 467 268,24
2. Bergen 255 464 87,55
3. Stavanger (innifalinn Sandnes) 222 697 79,02
4. Trondheim 183 378 57,49
5. Drammen 117 510 51,38
6. Fredrikstad (innifalinn Sarpsborg) 112 464 57,95
7. Porsgrunn (innifallinn Skien) 93 065 53,88
8. Kristiansand 63 441 24,97
9. Ålesund 52 626 28,22
10. Tønsberg 51 887 26,75
11. Moss 47 008 21,75
12. Haugesund 44 873 20,74
13. Sandefjord 44 046 24,07
14. Arendal 43 396 31,01
15. Bodø 41 215 14,16
16. Tromsø 39 762 13,34
17. Hamar 27 665 13,85
18. Halden 25 551 14,04
19. Larvik 24 357 13,3
20. Askøy 23 438 14,79

Fylkir í Norra

rætta
 
Kort yvir Noregs fylki 2024.[6]

Noreg er 2024 býtt sundur í 15 fylki.[6]

# Fylki 2024 Administrative center
3   Oslo Oslo
11   Rogaland Stavanger
15   Møre og Romsdal Molde
18   Nordland Bodø
31   Østfold Sarpsborg
32   Akershus Oslo
33   Buskerud Drammen
34   Innlandet Hamar
39   Vestfold Tønsberg
40   Telemark Skien
42   Agder Kristiansand
46   Vestland Bergen
50   Trøndelag Steinkjer
55   Troms Tromsø
56   Finnmark Vadsø

Svalbarð

rætta
 
Svalbarð er norskur oyggjaflokkur norðuri í Íshavinum.

Svalbarð er eitt felagsheiti fyri norskar íshavsoyggjar, sum liggja millum Noreg og Nórðpólin. Umleið 2,500 fólk búgva á Svalbarð. Tey flestu búgva í Longyearbyen, Barentsburg og Ny Ålesund. Longyearbyen er á oynni Spitsbergen og er fyrisitingardepil fyri oyggjabólkin. 61% av landslagnum er skriðjøklar. Tað hevur verið námsvinna á Svalbarð í meira enn 100 ár. Umframt ferðavinnu og gransking er námsvinnan týdningarmikil partur av vinnulívinum. Samlaða víddin hjá hesum oyggjunum er 62,045 km². Tað er 45 ferðir størri enn Føroyar, 44% størri enn Danmark og á leið líka stórt sum Lettland.

Politikkur

rætta

Sí eisini: Politiskir flokkar í Norra

Stjórnarskipan

rætta
 
Slottið í Oslo.
 
Stórtingið hevur 169 limir og heldur til á Karl Johan í Oslo.
 
Tinglimir 2013.

Noreg er kongsveldi. Stjórnarovasti er Haraldur kongur V; Harald V kongur av Noregi saman við Haakon Magnus krúnprinsi og dóttur hansara Ingrid Alexandra, sum er nummar trý í arvafylgjuni til norsku trónuna. Núverandi norska kongshúsið er ungt. Abbi núverandi Noregs kong, Håkon VII, var í 1905 á eini fólkaatkvøðu valdur til kong eftir at samveldið við Svøríki fór í upploysn. Áðrenn hann gjørdist kongur í Noregi, nevndist hann Carl prinsur og var næstelsti sonur Fríðrikk VIII í Danmark. Núverandi Noregs kongur er triðjur í røðini í hesi ættini. Olav V ráddi fyri borgum frá 1957 til 1991, tá núverandi Harald 5. tók við. Ongantíð fyrr hevur fólksligi stuðulin til norska kongshúsið verið størri enn í 2014; ein kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri NRK vísir, at 82 prosent av fólkinum í Noregi tekur undir við at Noreg framhaldandi skal vera eitt kongsveldi [7].

Í Noregi er eisini fólkaræði, t.e., at norðmenn velja, hvør skal á ting. Fjórða hvørt ár verða 169 umboð vald í Stórtingið. Allir borgarar í Noregi, sum fylla 18 ár í valárinum, ella eru eldri, hava valrætt. Stórtingið samtykkir lógirnar, sum skulu galda í Noregi, og Stórtingið velur eisini landsins stjórn. Almenna umsitingin veksur. Samfelagið verður meira og meira fjøltáttað og tískil truplari at stýra. Tí verða tey, sum arbeiða fyri bæði land og kommunur fleiri. Í privatu vinnuni verða fleiri, sum veita fólki ymsar tænastur, nevnast kunnu krambafólk, fólk í ferðavinnuni, sakførarar, v.fl. Noreg er heimsins besta land at liva í; tað vísur eitt yvirlit hjá ST, sum vísur hvussu livikorini eru í heimsins londum [8]. Yvirlitið tekur hædd fyri m.a. livialdri, útbúgving og inntøku pr. íbúgva. Yvirlitið brúkar tøl frá 2010 til at rokna livikorini út og hevur Avstralia og New Zealand sum ávíkavist nummar tvey og trý á listanum. Danmark er á einum 19. plássi, meðan Niger, Kongo og Simbabvi eru niðast [9].

Flokkur Tinglimir % á vali (2013)
Ap Arbeiðaraflokkurin 55 30,8 %
H Høgri 48 26,8 %
FrP Framburðsflokkurin 29 16,3 %
KrF Kristiligi Fólkaflokkurin 10 5,6 %
Sp Miðflokkurin 10 5,5 %
V Vinstri 9 5,2 %
SV Sosialistiski Vinstriflokkurin 7 4,1 %
MDG Miljøpartiet De Grønne 1 2,8 %
Tilsamans 169 97,1%

Skúlaskapur

rætta
 
Vindmyllur í Noregi.

Skúlarnir tróta ikki í Noregi, barnaskúli er í hvørjari bygd, og so eru nógvir fremhaldsskúlar og háskular. Í Noregi er 10 ára skúlaskylda, og øll hava rætt til 3 ára skúlagongd afturat. Tað merkir, at tey flestu ganga í skúla í minst 13 ár, áðrenn tey koma út í vinnulívið [10].

Javnrættindi

rætta

Noreg er ein av fyrstu tjóðum ið broytti støðu tá tað kom til kvinnu rættindi, minniluta rættindi og rættindi til kynsligan samleika. Norski javnstøðupolitikkurin hevur sum mál, at øll skulu hava somu møguleikar og sama frælsi at taka sínar egnu avgerðir, óknýtt at kyni, uppruna, átrúnaði, førleika og seksuellari orientering. Eins og í Íslandi, Finnlandi og Svøríki er norska javnstøðuøkið í trimum pørtum: Barne- og Likestillingsdepartementet (BLD) varðar av javnstøðu- og diskrimineringsøkinum. Likestillings- og diskrimineringsombudet (LDO) er stovnur undir Barne- og Likestillingsdepartementet. Ein sjálvstøðug nevnd, Likestillings- og diskrimineringsnemnda, tekur sær av kærumálum og viðgerðum, ið koma gjøgnum diskrimineringsumboðið.

Norra er heimsmeistari í javnstøðu. Tað vísir ein kanning frá World Economic Forum í 2008 [11]. Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri Finnland. Á triðja plássi liggur Svøríki. Danmark er nummar sjey á listanum [12]. Samkynd kunnu giftast í Noregi; Norra fær kynsleyst hjúnalag í 2008, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn. Hóast tað gjørdist lógligt hjá samkyndum og tvíkyndum monnum at geva blóð í Svøríki í 2010, og í Stóra Bretlandi í 2011, hevur Norra enn ikki valt at broyta lógina [13]. Hóast samkyndir og tvíkyndir menn ikki at sleppa at geva blóð, so sleppa samkyndar og tvíkyndar kvinnur væl tað.

Yvirgangur

rætta

Óttin fyri yvirgangi í Noregi í 2012 er so mikið stórur, at stjórnin hevur kunnað fleiri stórtingslimir um vandan fyri yvirgangi [14]. Løgmálaráðharrin, Grete Faremo, og verjumálaráðharrin, Anne-Grete Strøm-Erichsen, vóru tann 1. oktober 2012 á einum loyniligum fundi við uttanríkis- og verjunevndina hjá Stórtinginum, har tær kunnaðu um økta vandan fyri yvirgangi. Ráðharrarnir nevndu nøvnini á fleiri islamistum, sum kunnu hugsast at ætla at fremja yvirgang. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at upplýsingar um navngivnar persónar verða latnar á einum slíkum fundi. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri fregnartænastuna hjá politinum, PST, og fregnartænastuna hjá herinum. Hildið verður, at umleið 40 persónar í Norra verða mettir at vera møgulig vandamikil yvirgangsfólk. Nøkur teirra eru norðmenn, sum hava vent um til islam. Hini eru fólk, sum eru ættað úr Afganistan, Pakistan, Irak, Somalia, Tunesia og Algeria. Sambært fregnartænastunum hjá løgregluni og verjuni hevur óttin fyri yvirgangsálopum í Noregi ongantíð verið størri enn í 2012.

Brotsverk

rætta

Millum tær mongu talvur, sum hava sett sær fyri at lýsa heimsins londum, er "Global Peace Index", ið heftir seg við vandamál, at liva í ymsu londunum. Í 8 ár hevur Institute for Economics and Peace (IEP) skipa henda lista, sum vísur at Irak er ótryggasta landið at liva í og Noreg er tryggasta land í øllum heiminum [15][16]. Fyrningarfreistin fyri dráp og álvarslig brotsverk kann gerast søga í Noregi. Tað merkir, at ein brotsmaður ongantíð sleppur undan revsing. Stórtingsnevndin við løgmálum fer væntandi í mars 2014 at atkvøða um at beina burtur 25 ára fyrningarfreistina í álvarsligum brotsverkum. Tað er Kristiligi Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram. Flokkurin vil beina burtur fyrningarfreistina í álvarsligum málum sum siðamisbroti, neyðtøku- og drápsmálum. "Eg eri troyttur av at síggja, at brotsmenn sleppa at ganga leysir, tí revsimál eru fyrnað", sigur framsøgumaður Jan Arild Ellingsen hjá norska Framburðsflokkinum. Framburðsflokkurin legði eitt líknandi uppskot fyri Stórtingið í 2013, men tá hendi onki meira, tí uppskotið skuldi takast við í ein størri "pakka" [17]. Roknað verður við, at meiriluti fæst fyri uppskotinum at burturbeina fyrningarfreistirnar fyri álvarslig brotsverk í Noregi [18].

Skøkjulevnaður

rætta

Skøkjulevnaður er ólógligur í Norra. Í Noregi verður skøkjulevnaður mettur sum harðskapur móti kvinnuni, og hetta varð bannað við lóg í 2008. Alsamt fleiri norðmenn verða tiknir fyri at keypa sex frá skøkjum. Norska løgreglan hevur t.d. í 2008 tikið 260 menn. Fleiri enn 95 % av teimum norsku prostitutieraðu eru útlendingar; flestu skøkjurnar í Noregi eru úr Nigeria og Eysturevropa [19].

Búskapur

rætta
 
Oljuvinnan hevur sera stóran týdning fyri Noreg.
 
Myndin er av Ekofiskbýi, syðst í norska partinum í Norðsjónum.

Sum heimsins fimtistørsti oljuframleiðari er Noreg á 23. plássi millum heimsins týdningarmestu búskapir. Strondin í Noregi er long, og sjógvurin hevur altíð havt stóran týdning. Nógv tættbygd pláss eru á vesturstrondini og í Tróndaløgum. Jarðgass og olja hava stóran týdning hjá teimum, sum búgva á vesturstrondini. Og flest øll í Norðurnoregi liva av fiskavinnu. Arbeiðsplássini í bæði fiskivinnuni og landbúnaðinum eru nógv fækkað seinastu árini. Nú arbeiðir bara 30. hvør norðmaður í hesum vinnum. Tað eru 2,9 % [20].

Tá ið komið varð fram á olju og gass í Norðsjónum í 1969, hevði tað stórar búskaparligar broytingar við sær í Noregi, og landið er nú størsta oljuland í Evropa. Mong túsund fólk starva í oljuvinnuni, annaðhvørt á boripøllum, á reinsiverkum ella í smiðjum, ið gera til dømis skip og pallar til oljuvinnuna. Noreg selur hinum londunum í Evropa meginpartin av oljuni og gassinum. Mong fólk arbeiða í ídnaðinum, týðandi vinnuvegir eru skipasmíð, námsvinna og oljuvinna.

Handilsflotin í Noregi er ein av heimins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk búgva í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarligur og íðnaðarligur miðdepil í landinum.

Í 2004-2014 hevur virðisøkingin í Norðurnoregi verið tvær ferðir størri enn nakra aðrastaðni í landinum. Í Norðurnoregi hevur tann árligi vøksturin verið 9 % ímóti 1,5 % longri suðuri í landinum. Vinnugreinarnar, sum hava givið Norðurnoregi so stóran fyrimun, eru olja og gass, fiskivinna og aling, sjóvinna, flutningur og námsvinna. Hetta kemur fram í einari frágreiðing, um greiningarfyritøkan Oslo Economics og norska reiðarafelagið Rederiforbundet hava skrivað í februar 2014 eftir at hava kannað virðisøkingina í teimum norðastu økjunum í arktisku londunum Noregi, Kanada, USA og Russlandi. Kanningin vísir eisini, at virðisøkingin í Norðurnoregi hevur verið størri enn í norðurøkjunum í hinum londunum [21].

Landbúnaður

rætta
 
2,9 % av arbeiðsfólkinum arbeiða í fiskivinnu, skógarvinnu og landbúnaði.
 
Stórt landbúnaðarøki í Flåm.
 
Landbúnaðarlandslag í Telemark.

Bara uml. 3 % av landinum er dyrkað. Veðrið setur harðar treytir fyri landbúnaði í Noregi. Tað er kalt og grýtut lendi, so tað er fáastaðni, at landbúnaður fæst at kasta nakað av sær. Landslagið er betri til beiti. Tí hava flestu bøndur í Noregi kríatúr. Helst seyður trívst væl, tí seyður kann ganga í brattlendi. Seyðurin er bara inni, tá ið nógvur kavi liggur.

Hóast ikki meir enn uml. slakur triðingur av Noregi er undanvelt, so livir 20 % av fólkinum av landinum, men tá er skógbrúkið uppíroknað. Besta jørðin er á eysturlandinum, í Eysturdalinum, Gudbrandsdalinum og Valdres. Har eru summir garðarnir heilt stórir, og teir velta bæði hveiti og bygg, annars er havri tað kornslagið, sum verður mest velt í Noregi. Røtur og eplir verður velt um alt landið. Av tí teir hava so góðan summarhaga, hava norsku bøndurnir nógv neyt, harfyri mugu teir eisini hava nógv hoyggj, og grasbøurin er tí bæði stórur og væl umsitin. Í teimum sløttu dølunum á eysturlandinum brúka teir maskinamboð, men nógvastaðni er bøurin so brattur, at hann má sláast við líggja. Oftast liggur eitt strekki av skógi til garðarnar, og nógvur bøndur fáa tá líka nógv burtur úr skóginum sum tað, garðurin annars gevur av sær. Trøini verða høgd um heystið og veturin, síðan draga teir tey út á áarbakkarnar, og tá ið toybilið kemur um várið, verða tey floytt oman eftir ánni til sagvirkini, sum standa niðri í slættadalinum, har sum áin rennur møk. Ikki ber til at lata trøini reka, sum tey vilja, nakrir menn mugu fara við og ansa eftir, at tey koma ikki føst. Hesir menn, floytarar teir kalla, mugu vera bæði kvikir og djarvir, tí ikki er sjáldan, at teir noyðast út eftir stokkunum til at loysa, tá ið onkur stokkur er komin tvørtur fyri og heldur øllum fylgsninum. Tær áirnar, sum einamest viður verður floyttur eftir, eru Lågen í Gudbrandsdalinum og Glommen í Eysturdalinum. Nógv av viðinum verður útflutt sum hølvað og tilsagað timbur, men nógv verður eisini brúkt sum ráevni á ymsum ídnaðarvirkjum, ella smiðað til møblar og annað í sjálvum landinum. Á summum ídnaðarvirkjunum mala teir viðin sundur og gera hann til sellulosu, og úr henni kann fáast ymiskt, til dømis filmar, kunstsilki, spreingievni o.a.

Eystan og sunnan fyri Tróndheimsfjørðin er slættlendi, og har eru enn sum fyrr nógvir og stórir garðar. Á summum av hesum gørðunum fáa teir ovurhonds nógv hoyggj. Í Norðurnoregi eru garðarnir oftast heldur smáir, og tað vanliga er, at bøndurnir, ið hvussu er teir, sum sita nær við strondina, rógva út, tá ið tað ber teimum til. Norðast í Noregi á Finnmarkini búgva sámarnir. Teir liva av reindjórahaldi. Um veturin ganga djórini inni á heiðunum og skava sær mosa upp undan kavanum, og um summarið reka teir tey oman móti strondini. Í hørðum vetrum, tá ið skari legst á kavan, fara tey at svølta, og tá er skjótt til at tey fara burtur av leið. Men tá er vandi fyri hond, tí úlvarnir leggjast á tey, og sámarnir munna hala avstað við hundum at leita. Tey seinnu árini hava teir roynt at fáa hoyggj sunnanífrá, tá ið ringast hevur staðið til. 150 djór má ein maður hava, fyri at húskið kann hava nóg mikið til at liva av. Fyrr búðu sámarnir altíð í tjøldum, men nú eru teir flestu búfastir.

Ídnaður

rætta
 
Í 2008 pumpaðu norðmenn uml. 240 mió tons upp úr Norðsjónum.
 
Stórur partur av norska útflutningum er olja, gass og onnur orka.

Koli er lítið til av í Noregi, men jarn høgga teir í fleiri støðum, málmurin er kortini ikki nær so góður sum tann svenski, teir rokna við, at tað eru ikki meira enn 30 % av reinum jarni í honum, tað mesta verður selt av landinum. Kopar er í fleiri støðum, bestu námini eru við Rørås. Við Kongsberg høgga teir silvur, djúpasta holið er 1000 m undir jørð. Mesta grótið í Noregi er granitt, hetta er bæði hart og vakurt grótslag. Tætt við býin Halden hava teir ovurhonds stórt gróthol. Har verður grótið sagað ella høgt til flísar ella laðingargrót, og síðan verður nógv av tí selt til ymis lond. Summastaðni er eitt annað grótslag, sum eitur skifer, tað verður sagað til taksteinar. Til drívkraft í ídnaðarvirkjunum brúka teir allastaðni elmegi, og hon trýtur ikki í Noregi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir og elvirkini mong. Eitt tað størsta elverkið er við Rjukanfossin á Suðurlandinum. Har gera teir ovurhonds nógv kálksalpetur. Nógvur ídnaður virkar vøruúrdráttir úr bæði fiskivinnu og landbúnaði. Nevnast kunnu t.d. sláturvirki, mjólkarvirki og virki, sum súlta grønmeti og frukt. Nevnast kunnu eisini virki, sum gera ymsar útdráttir úr fiski o.ø. Norðmenn fáa nógva orku úr náttúruni. Teir fáa t.d. ravmagn úr vatnorku. Noreg er eitt av teimum fáu londunum í heiminum, sum fær alla el-orku sína úr vatnorkuverkum.

Norðmenn fáa uml. 12 ferðir so nógva jarðgass og olja, sum teir brúka sjálvir. Meginparturin verður tískil fluttur út. Síðani fyrsta oljukeldan, Ekofisk, varð funnin á norska landgrunninum í 1969, hevur oljuvirksemið otað seg longur og longur norður eftir framvið norsku strondini. Í dag fevnir leitingin eisini um økini heilt har norðuri í Barentshavinum. Men tað finnast eisini undantøk tvs. øki, har mótstøðan móti oljuleiting hevur verið so mikið stór, at tað hevur ikki eydnast oljumyndugleikanum at fáa grønt ljós frá Stórtinginum til at lata upp t.d. leiðirnar við Lofoten, Vesterålen og Senja fyri oljuleiting og eftir tað framleiðslu. Flokkarnir í Stórtinginum eru ósamdir um í heila tikið at loyva leiting í hesum økinum, ið er ríkt fiskiøki og sera náttúruvakurt. Arbeiðaraflokkurin, Høgra og Framburðsflokkurin eru fyri leiting. Sosialistiski Fólkaflokkurin, Miðflokkurin, Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin eru ímóti [22]. Higartil hevur tað so ikki verið møguligt at fáa meiriluta fyri oljuvirksemi í økinum.

Fiskiskapur

rætta
 
Í nógvum tættbygdum økjum fram við norsku vesturstrondini er fiskivinnan høvuðsvinnan.
 
Landgrunnur Noregs er ógvuliga stórur, og fiskiríkidømið er stórt.
 
Lofoten er gýtingarøkið hjá toskastovninum í Barentshavi.

Av tí fólkinum, sum býr úti við norður- og vesturstrondina, livir tað mesta av hvalaveiði, fiskiskapi ella sigling. Fiskurin trýtur ikki fram við norsku strondini. Á Sørlandinum fiska teir nógvan makrel. Um summarið fáa teir hann í gørnum, sum verða sett um kvøldið og tikin uppaftur morgunin. Um heystarnar kemur makrelurin inn á firðirnar, og tá kasta teir nót eftir honum. Á Vesturlandinum er tað toski og sild, teir royna eftir. Í januar mánað koma sildatorvurnar inn móti Mørustrondini, og so geva tær seg so við og við suður við landinum. Sildin verður fingin bæði við snurpunót, og, tá ið torvurnar geva seg heilt inn á firðirnar, við vanligari nót. Fitisildin kemur um heystið og stendur fram við allari vesturstrondini líka norður í Finnmarkina. Nógv av sildini verður saltað, og nakað verður lagt í blikk, men meginparturin fer til sildaoljuvirkini og verður gjørt til t.d. sildamjøl ella sildaolju.

Nú kraftblokkur meira og meira verður settur í veiðiskipini, og teir kunna nýta bæði betri og størri nótir, kann hetta økja nógv um veiðinøgdina. Toskur fæst fram við allari vesturstrondini, men bestu miðini eru norðuri við Lofoten og Møre. Januar til apríl er besta tíðin har norðuri, tá kemur fiskurin inn at gýta og stendur ofta tættur á grunnunum. Tá leita smærri og størri før av øllum norðurlandinum til Lofoten. Í øllum bygdum har norðuri, sum hava so fræga bryggju, at skip fáa lagt at, yðjur við fólki, og tað er sum lívið er vaknað av nýggjum aftan á tann myrka veturin. Sum allastaðni verður nú í Noregi meira og meira av tí fiski, sum kemur feskur til lands, skorið til flak og útflutt í frystum líki. Størsta flakavirkið í Noregi er Findus í Hammerfest, sum føroyskur verkfrøðingur hevur verið uppií at leggja til rættis [23]. Nakað av fiskinum verður saltað og selt sum saltfiskur til t.d. Italia og onnur lond, ella hann verður virkaður til klippfisk og seldur til Brasil ella Spania. Men nógv verður bara flakt og síðan hongt upp at turka. Norðmenn selja eisini hópin av turrum fiski til lond í Afrika.

Eitt annað gott fiskipláss er norðuri í Finnmarkini. Um várarnar kemur eitt lítið laksaslag, sum eitur loddan, inn á firðirnar at gýta, og toskurin gongur aftan á hana. Hesa árstíðina kunna teir fiska heilt nógv har norðuri. Men Íshavið er svikaligt, og ikki er tespiligt, tá ið hann brennur á við kavaroki og stormi av útnyrðingi. Men tað er ikki bara fram við strondini, at norðmenn royna. Summir leita eisini til Hetlands ella Føroya, og summi línuskipini royna í Eystur- og Vesturgrønlandi og føra góðan fong av toski og kalva heim. Í norsku áunum er væl til av bæði eyrriða og laksi, og helst norðuri í Troms veiða teir hópin av laksi. Í vøtnunum er nógvur eyrriði, og menn fáa hópin av peningi frá fremmandum sílafiskarum, sum leiga sær rætt at fiska.

Kópi skjóta norðmenn nakað av. Tey skipini, sum veiða kóp, royna heilt norðuri í Íshavinum, og teir skjóta kópin á ísinum. Hetta er vandamikil veiða, og skipini mugu vera ógvuliga sterkt bygd. Fyrr skutu norðmenn hópin av stórhvali í Íshavinum, men hann minkaði so nógv, at tað loysti seg ikki. Teir góvust kortini ikki, men fóru líka suður í sunnara Íshavið at royna. Fyrst høvdu teir støð á nøkrum oyggjum har suðuri, sum taka við hvalunum frá hvalastingarunum til at skera upp og og viðgera teir, meðan onnur skip flyta útgerð til teirra. Flestu av hesum flótandi hvalakókaríunum, teir kalla, eru úr Sandefjord í Vestfold.

Afturat tí stóra fiskiflotanum hava norðmenn eitt ógvuliga stórt tal av farmaskipum, norski handilsflotin er millum teir størstu í heiminum. Nógv av hesum skipunum sigla millum ymsar havnabýir í Evropa og pláss í øðrum heimspørtum, og tað kunna ganga ár ímillum, at tey eru heima í Noregi. Tey seinnu árini hava teir bygt nógv tangaskip, sum sigla við olju frá oljulondunum. Summi av teimum eru ógvuliga stór, upp um 100 000 tons, og norsku reiðaravirkini vinna stórpening frá siglingini.

Afturat vanligu fiskivinnuni, hevur eitt nýtt slag av fiskivinnu tikið seg upp seinastu 30 árini. Tað er aling. Alararnir hava fisk í "fjósi" [24]. Teir hava fisk í stórum nótum úti á sjónum. Henda "nýggja" vinna hevur havt stórar trupulleikar at dragast við. M. a. hava nógvar fiskisjúkur gingið í alibrúkunum. Men nú eru norðmenn um at fáa bast sjúkunum, so nú fáa alarar tikið nógvan fisk hvørt einasta ár. Og nú er eisini aling tryggari vinnuvegur enn vanlig fiskivinna.

Skógbrúk

rætta

Umleið 40 % av Noregi eru skógvaksin. Góð nytta fæst burtur úr skóginum. Trøini verða feld og brúkt í bæði pappírsvinnuni og byggivinnuni. Sumt verður eisini tikið til brenni. Tí er skógarvinnan tryggasta inntøka hjá nógvum bóndum.

Handilsviðurskifti

rætta
 
Fiskiskapur, sigling, kópa- og hvalaveiða hava verið týdningarmiklir vinnuvegir. Seinastu árini hevur olju-, gass- og alivinnan kastað nógv av sær.

Í 2010 seldu norðmenn tænastur og vørur fyri 137,0 mia. $ í útlondum, og teir keyptu 74,0 mia. $ [25]. Tað er heilt nógv, afturímóti øðrum londum. Meiri enn helvtin av norska vøruútflutninginum eru olja og jarðgass. Uttanríkishandil Noregs er grundaður á náttúrutilfeingið, á málm og onnur steinsløg, fiskivinnu, skógarvinnu og fossamegi. Nú er búskapurin mest bundin av oljuvinnuni. Stórur partur av útflutninginum er orka, olja og gass.

Hesi lond handlar Noreg við (sbrt. CIA World Factbook 2009 [26]):

Útflutningur Innflutningur
1.   Bretland 24,3 %   Svøríki 13,9 %
2.   Týskland 13,4 %   Týskland 12,9 %
3.   Niðurlond 10,9 %   Kina 7,8 %
4.   Frakland 8,5 %   Danmark 6,8 %
5.   Svøríki 5,8 %   USA 6,2 %
6.   USA 4,8 %   Bretland 6,0 %

Samferðslukervi

rætta
 
Í Noregi eru 1100 tunlar. Á myndini er Lærdalstunnilin, ið er 24 km langur.
 
Ráðhúsið í Oslo stendur niðri við havnina, og er bygt av reyðum múrsteini. Inni í teirri stóru høllini hanga myndir, sum lýsa høvuðsstaðarsøguna.

Tað sigur seg sjálvt, at í so fjallbygdum landi sum Noreg er torført at gera vegir. Teir hava skjótgangandi skip at sigla millum størstu býirnar, og so sigla smærri før til tey smærru plássini. Men teir hava eisini langar vegir og jarnbreytir. Jarnbreytin millum Bergen og Oslo er soleiðis 500 km. Hendan jarnbreytin var ógvuliga torfør at leggja, nógvastaðni vóru djúpar gjáir fyri, sum teir máttu byggja brúgvar tvørturum, og í nógvum støðum máttu teir spreingja seg ígjøgnum fjøllini. 178 tunlar eru á vegnum, og tann longsti er 5 km langur. Í stórkava um veturin er torført at fáa koyrt, teir brúka kavaplógv, men viðhvørt kunna fannirnar vera so stórar, at tær heldur ikki koma fram. Ein enn longri jarnbreyt er tann millum Trondheim og Oslo. Bilvegirnir eru nógvir, nú mesta samferðslan millum bygdirnar er við bili. Síðstu 50 árini hevur flogferðslan í Noregi sum aðrastaðni fingið størri og størri týdning. Størstu flogstøðirnar eru Gardemoen-støðin í Oslo og Flesland í Bjørgvin [27]. Tað eru kortini ikki øll flogfør, sum seta seg á landi. Summi bæði seta seg og taka seg á flog av sjónum, og hetta slagið verður nakað brúkt í Norðurnoregi.

Av tí at so lítið fólk býr í Noregi, og landið er smalt og langt, verður ofta langt at flyta fólk og farm. Fyrr var næstan allur tungur farmur fluttur við skipi. Flutningur yvir land gekk seint og var ótryggur. Fjøll og djúpir dalar, og ikki at tala um kavan um veturin, elvdu til stórar trupulleikar. Seinastu árini eru íløgur lagdar í berghol og vegir. Tí ber til at koyra nógvastaðni um veturin nú, har ikki var hugsingur um at fara fyrr. Tí verða farmur og fólk mest flutt við bili nú á døgum. Er langt at fara, eru bæði flogfør og tok til at taka.

Fólkið

rætta
 
Norski búnin.

Norska fólkið, næstu frændur okkara, er yvirhøvur eitt arbeiðssamt og djarvt fólk. Um norsku sjómenninar verður sagt "der fartøj flyte kan, der er han første mann" [28], og fleiri av teimum gitnastu kanningarmonnunum í Polarlondunum hava verið norðmenn. Trúgvin er sum í hinum Norðurlondunum tann lutherska. Í norðastu fylkjunum er mesta fólkið sámar. Í 2008 fluttu tilsamans 66 961 fólk til Noregs. 23 615 norðmenn fluttu í útlond [29]. Mest nýttu nøvn í Norra í 2008 eru gentunavnið Linnea og dreingjanavnið Lukas. Árið fyri vóru hesi Sara og Mathias. Annars eru hesi ofta ovarliga á listanum: Markus, Jakob, Jonas, Emma, Thea og Nora. Tekur man Oslo burturúr, so er ein munur at síggja. Nógv mest nýtta dreingjanavn í Oslo er Mohammad.[30] Triðja hvørt barn í Oslo kemur frá ikki-norskari bakgrund.

Fyrst í 2014 hevur Noreg 25 000 fleiri menn enn kvinnur. Men fyri tíggju árum síðani vóru 39 000 fleiri kvinnur enn menn [31]. Av londunum í Evropa við einum fólkatali yvir eina millión, eru Noreg og Írland tey einastu londini sum hava yvirskot av monnum. Í Noregi eru 49,7 % kvinnur, sum merkir, at tað í 2014 eru 990 kvinnur fyri hvørjar 1000 menn.

Í Noregi er málsliga støðan tann, at har eru fleiri stig av almennum málum: norskt (tvey málsnið: bókmål og nýnorskt), sámiskt (trý skriftmál: norðursámiskt, lulesámiskt og suðursámiskt), kvenskt, romani og norskt teknmál. Sámiskt er almenna málið í hesum kommunum: Kautokeino, Karasjok, Kåfjord, Nesseby, Porsanger, Tana, Tysfjord og Snåsa.

Sámar

rætta
 
Einir 30 000 sámar eru í Noregi.

Sámar eru upprunafólk, sum hevur síni siðbundnu búsetingarøkir í Norra, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Noreg skráseta ikki etnisitet, og tí eru eingi almenn tøl fyri, hvussu nógvir sámarnir eru í tali. Men mett verður, at 40-60.000 sámar eru í Norra. Flestu teirra búgva í tí siðbundna sámiska búsetingarøkinum í Mið- og Norðurnorra. Teir siðbundnu vinnuvegirnir hjá sámum eru sum hjá øðrum upprunafólkum tætt knýttir at náttúruni og týdningarmiklir mál- og mentanarberar. Av týdningarmiklum vinnuvegum í sámiskari mentan kunnu nevnast fiskiskapur, veiða, savning, handverk og reindýrahald.

Náttúra

rætta
 
Geirangerfjørður á Vesturlandinum. Noreg er kent fyri sínar stórbæru firðir og fjøll.

Náttúruvernd

rætta

Stórur partur av Noregs landi er hagi og skógur, og helst í fjøllunum og ónomin náttúra. Hesi øki eru ógvuliga viðkvom og tola erlítla dálking. Súrt regn og geislavirkið avfall hóttir áir, vøtn og skóg. Tí taka norðmenn dyggiliga undir við millumtjóða náttúruvernd. Av tí at Noregs náttúra er so egin og fjølbroytt, hevur Noreg millumtjóða skyldu at verja plantur, náttúru og sjáldsom djór, til dømis jervin.

Gróður

rætta

Á láglendinum í Suðunoregi veksur leyvskógur og annar vøkstur, ið trívst væl í hita. Vanligasti skógurin í Noregi er nálaskógur, bæði grann og fura, lyngur og mosi grør ímillum trøini. Ovast í líðunum veksur bjarkskógur, og har er nógvur soppur. Í fjøllunum er fjølbroyttur vøkstur, í neðra er pílur, lyngur og dvørgbjørk, í erva aktisk frosmýri, og har vaksa bara harðbalnar smáar urtir, til dømis rýpuber og fjallabrúður. Ovast á fjøllum við jøklarnar er als eingin vøkstur. Skógur veksur ikki í arktiskum veðurlagi.

Dýralívið

rætta
 
Á fjøllunum eru bæði bjarnir og úlvar, men kortini er ikki so nógv til av teimum nú sum fyrr.

Mong dýr í Noregi hava lagað seg eftir arktiskum veðurlagi - jervur, læmingur, reindýr, fjallarevur og snjóugla, sum eru norðast og hægst á fjøllum. Í skóginum eru t.d. hara, revur og elgur. Har byggja rovfuglar, til dømis falkur, heykur og ugla, og smáfuglar í stórum tali. Sunnari í landinum, har veðurlagið er lýggjari, eru grevlingur, stálormur og rádýr. Við strondina er vaðfuglur, sjófuglur og másafuglur, og í sjónum er sumstaðni hvalur og kópur. Nógvastaðni fram við sjónum eru fuglabjørg, har bjargafuglur og svartfuglur byggir í meingi. Vantandi føði av ovurfiskiskapi, oljudálking og umhvørviseitran hevur borið við sær, at bjargafuglurin síðan miðskeiðis í sjeytiárunum er minkaður í stórum.

Bjarnirnar í Norra verða alsamt færri, meðan talið á úlvum økist. Tað vísir ein frágreiðing frá Rovdata í 2013 [32]. Í 2012 vóru 137 bjarnir í Norra, og var tað ein afturgongd, samanborið við 2011, tá tær vóru 151 í tali. Í 2010 vóru 166 bjarnir í Norra. Hinvegin verða úlvarnir alsamt fleiri í tali, og í 2013 er talið mett til at liggja millum 64 og 77, samanborið við tølini fyri einum ári síðani, tá teir vóru millum 56 og 64 í tali [33].

Mentan

rætta

Høvuðsgrein: Norsk mentan

 
Tjóðardag Noregs, 17. mai, ganga børnini skrúðgongu.
 
Stavkirkjan í Urne.

Klæði

rætta

Norðmenn eru sera fegnir um tjóðbúnan. Gomlu búnarnir eru ikki teir somu í hvørjari bygd. Farið verður í tjóðbúna, tá ið veitslur eru, til dømis barsil, brúdleyp ella 17. mai. Tjóðardag Noregs, 17. mai, ganga børnini skrúðgongu.

Tónleikur

rætta

Norskur fólkatónleikur hevur uppruna sín í gerandisvinnuni. Frá ærgishaldi á fjøllunum stava gomul ljóðføri, til dømis nævurlúrður og bukkahorn, og sermerktir sanghættir, til dømis kulokk og kauking. Fólkatónleikurin var nær knýttur at dansi, og ljóðførini, tey nýttu, vóru til dømis landleiki, munnhørpa og hardingfiól. Sámar hava egnan fólkatónleik joyk.

Eitt tað mest kenda tónaskaldið er Ole Bull. Bert fýra ára gamal byrjaði hann at spæla á fiól. Og tá ið hann var so dánt tilkomin, fór hann á ferð við fiól síni. Hann vitjaði størstu býirnar í USA og Evropa, fagnaður av øllum fyri tónleik sín. Av tónaskaldskapi hansara man lagið til "Sæterjentenes søndag" vera tað best kenda.

Edvard Grieg var ein av kendastu tónlistamonnunum í Noregi.

 
Í Alta finnur tú størsta savnið í Norðurevropa av fjallalist, sum veiðifólk hava evnað.

Týdningarmesta íkast Noregs til alheims byggilist eru tær sermerktu stavkirkjurnar. Byggihátturin er úr víkingaøld. Røros er á alheims tjóðminnaskránni hjá UNESCO, eins og bryggjan í Bjørgvin, stavkirkjan í Urne og helluristirnar í Alta.

Av teim norsku listamálarunum skal Johan Christian Dahl verða nevndur. Mynd hansara “Ein bjørk í ódn” verður mett at vera ein av hansara bestu. “Brúðarferðin í Hardanger” eftir listamálararnar Hans Gude og Adolph Tidemand er eisini tiltikin. Sum myndhøggari var Gustav Vigeland tann kendasti. Standmyndir hansara eru til skjals í Vigelandsparkini í Oslo.

Bókmentir

rætta

Bjørnstjerne Bjørnson var ein norskur rithøvundur, sum í 1903 fekk Viriðslønin Nobels í bókmentum, og gjørdist fyrsti noregsmaður at vinna hana. Saman við Henrik IbsenJonas Lie, og Alexander Kielland, er Bjørnson mettur at vera ein av teimum Fýra Stóru í norskum skaldskapi. Bjørnson hevur skrivað nógv, bæði av songum, sjónleikum, søgum og skaldsøgum. Av søgum munnu "Synnøve Solbakken", "Arne", "En glad gut" og "Faderen" vera best kendar. "Ja, vi elsker dette landet", sum hevur verið tjóðsangur Noregs síðan 1864, er eisini verk hansara.



Henrik Ibsen man ivaleyst vera væl kendur frá yrkingini "Terje Viken". Hann hevur eisini skrivað "Peer Gynt" og "Et Dukkehjem". Magnus Brostrup Landstad, ið var prestur í Telemark, savnaði eina mongd av fólkavísum. Hann var eisini stórt sálmaskald. Peter Christen Asbjørnsen gav út Norske huldreeventyr og folkesagn i tveimum bindum, og samarbeiddi við Jørgen Moe um fólkaævintýrini. Teir hava savnað eina nøgd av gomlum ævintýrum og søgnum, og bøkur teirra hava verið hugnaligur lesnaður hjá børnum kring alt Noregs land og longur enn.

Keldur

rætta
  1. "Arealstatistics for Norway 2020" (in no). Kartverket, mapping directory for Norway. 2019-12-20. https://www.kartverket.no/Kunnskap/Fakta-om-Norge/Arealstatistikk/Arealstatistikk-Norge/. Heintað 2020-03-07. 
  2. "Population, 2024-01-01" (in en). Statistics Norway. 2024-02-21. https://www.ssb.no/en/befolkning/statistikker/folkemengde/aar-per-1-januar. Heintað 2024-02-26. 
  3. http://snl.no/Norge/historie_%E2%80%93_3
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-12. https://web.archive.org/web/20110812173450/http://www.folkemord.no/Norge/8904/8526. Heintað 2011-07-21. 
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-19. https://web.archive.org/web/20120119174814/http://www.bt.no/na24/article472254.ece. Heintað 2011-07-21. 
  6. 6.0 6.1 "Fylkesinndelingen fra 2024" (in no). Regjeringen. 2022-07-05. https://www.regjeringen.no/no/tema/kommuner-og-regioner/kommunestruktur/fylkesinndelingen-fra-2024/id2922222/. Heintað 2024-03-01. 
  7. http://www.nrk.no/norge/enorm-stotte-til-kongefamilien-1.11720904
  8. http://theforeigner.no/pages/news/un-says-norway-still-best-place-to-live/
  9. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-10-06. https://web.archive.org/web/20111006173500/http://www.undp.org/publications/hdr2010/en/HDR_2010_EN_Complete.pdf. Heintað 2011-07-22. 
  10. http://snl.no/Norge/skole_og_utdanning
  11. https://members.weforum.org/pdf/gendergap/report2009.pdf
  12. http://www.allcountries.org/ranks/gender_gap_gender_equality_country_rankings_2008.html
  13. http://www.nrk.no/trondelag/_-homofile-ma-fa-gi-blod-1.8255722
  14. http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Norske-politikere-advart-mot-navngitte-islamister-7024409.html
  15. http://voices.yahoo.com/top-5-safest-countries-world-685000.html
  16. http://www.theguardian.com/world/2007/may/30/duncancampbell
  17. http://www.vg.no/nyheter/innenriks/norsk-politikk/artikkel.php?artid=10104201
  18. http://www.vg.no/nyheter/innenriks/norsk-politikk/artikkel.php?artid=10137557
  19. http://www.nettavisen.no/nyheter/article3600564.ece#
  20. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-05-06. https://web.archive.org/web/20200506091556/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/no.html. Heintað 2011-07-21. 
  21. http://www.vg.no/nyheter/innenriks/artikkel.php?artid=10145261
  22. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-17. https://web.archive.org/web/20140817100633/http://www.dagsavisen.no/samfunn/vil-vente-med-olj-eboring-i-lofoten/. Heintað 2013-08-13. 
  23. http://img7.custompublish.com/getfile.php/1220930.1277.twtudxxwss/Findus-historikk.pdf?return=www.kystmuseene.no
  24. http://www.innovations-report.com/html/reports/agricultural_sciences/report-28555.html
  25. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-05-06. https://web.archive.org/web/20200506091556/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/no.html. Heintað 2011-07-21. 
  26. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-05-06. https://web.archive.org/web/20200506091556/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/no.html. Heintað 2011-07-21. 
  27. http://www.supersaver.no/flyplasser/bergen-lufthavn-flesland
  28. http://www.erlingviksund.no/default.asp?k=1&id=20&aid=7[deyð leinkja]
  29. http://www.ssb.no/emner/02/barn_og_unge/2011/tabeller/befolkning/bef0700.html
  30. "Oslo fylke". https://www.ssb.no/a/navn/fylke/. 
  31. http://www.aftenposten.no/okonomi/Darlig-nytt-for-single-menn-7546690.html#.U11pDq1dXud
  32. http://www.rovdata.no/Nyheter/Nyhetsartikkel/tabid/3764/ArticleId/2121/Registrerte-faerre-bjorner-i-fjor.aspx
  33. http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Flere-ulver_-farre-bjorner-7217675.html#.Uazko9L0GGUhttp://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Flere-ulver_-farre-bjorner-7217675.html#.Uazko9L0GGU

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  NODES
admin 1
innovation 1