Svartkalvi (latín Reinhardtius hippoglossoides) verður í mesta lagi umleið 125 cm langur. Hann er botnfiskur millum 200 og 2000 metrar, men er eisini uppi í sjónum, heilt upp í vatnskorpuna. Um bakið er hann myrkabrúnur, næstan svartur. Á blindusíðu er hann dimt brúnligur, tó væl ljósari enn um bakið. Trolog garnaveiddur svartkalvi er ofta nakað sjávaður og litfarin, og ein farri av bláligum, viólbláum hómast tá. Svartkalvin er tann flatfiskur, ið hevur mest lit blindumegin.

Svartkalvi er høgravendur flatfiskur. Vinstra eyga kemur ikki heilt yvir á ovaru síðu, sum á øðrum flatfiskum, men verður verandi á kantinum á høvdinum. Hann hevur stóran kjaft við hvøssum tonnum, og týðiligt undirbit. Ryggfjøðurin byrjar beint aftan fyri vinstra eyga. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur til klingruna. Uggafjaðrarnar eru nakað smáar og eru umleið eins til støddar. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er bert eitt lítið sindur innbogin aftan. Strikan er bein. Rangir svartkalvar síggjast av og á.

Svartkalvi verður nógv veiddur og er dýrur fiskur. Svartkalvi er allastaðni undir Føroyum, har sjógvurin er kaldur. Annars er hann frá Svalbarði til Murmansk og Norskurennu. Hann er vestan fyri Írland, á Hattonbanka og grynnum haðani norðureftir. Hann er við Jan Mayen, undir Íslandi og í Grønlandi. Frá Baffinslandinum til New Jersey. Í norðaru pørtunum av Kyrrahavinum er hann eisini.

  NODES