Vetur
Vetur er tann kaldasta av teimum 4 árstíðunum, tað er tann árstíðin, tá jørðin vendir burtur frá sólini. Dagarnir eru stuttir og næturnar eru langar. Veturin er tann árstíðin, ið er millum heyst og vár. Veturin er so ymiskur alt eftir hvar ein er staddur á jørðini. Á norðaru hálvkúlu verður sagt, at veturin er í desember, januar og februar. Fleiri djórasløg fara í hi um veturin. Tað finnast ymiskt sløg av vetrarítrótti, og fjórða hvønn vetur verða Vetrar-Olympisku leikirnir fyriskipaðir. Nógvastaðni legst kavi um veturin og alt kann frysta. Í Føroyum er tað ikki so ofta, at tað legst kavi um veturin, og ofta liggur hann ikki serliga longi. Á syðru hálvkúlu er veturin í juni, juli og august, sum er sama tíðarskeið, ið norðara hálvkúla hevur summar.
Keldur
rætta