Washington, D.C.
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Vídd: 177,0 km²
Fólkatal (2016): 681,170
Fólkatættleiki: 3,572,4/km²
Heimasíða: www.dc.gov

Washington, D.C. (alment District of Columbia), ofta eisini bara nevnt Washington, er samveldishøvuðsstaður í Sameindu Statunum, og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til høvuðsstað, eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Býurin Washington breiðir seg út við nógvum grønum blettum. Serliga úti við Hvítu Húsini, stjórnarbygningarnar, Frælsisvarðan og har eru eisini risasøvnini. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum kongressin kemur saman í, eitur Capitol. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: Umboðsmannatingið og Senatið.

Washington DC varð grundaður 16. juli 1790. Býurin bleiv doyptur Washington 9. septembur 1791 eftir George Washington forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í USA heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Her hava teir húsast t.d. George Washington, Thomas Jefferson, Abraham Lincoln, Theodore Roosevelt, John F. Kennedy, Jimmy Carter, Ronald Reagan, Bill Clinton, George W. Bush og Barack H. Obama.

Í 1790-1791 samtykti amerikanska tingið lógirnar at fáa skipað ein høvuðsstað í øllum USA. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington, forseti, hevði valt økið til høvuðsstaðin, sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt stakríki í USA.

Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt til umboðsmannatingið, men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt. Høvuðsstaðurin er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 statunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum ein statur, uttan at hetta hevur eydnast higartil.

Landafrøði

rætta
 
Áhugaverd støð.

Washington DC liggur við ánna Potomac. Potomac er 652 km long og 21. longsta á í USA. Í norðri og í eystri hevur Washington mark við Maryland, og í suðri og vestri við Virginia.
 Býurin er stórur handilsstaður, tí ferðasambandið er gott bæði út ígjøgnum Chesapeake víkina og niðan eftir Potomac og siglirennunum inn í Atlantshavið. Úr Washington liggja jarnbreytir í allar ættir av landinum. Vegirnir eru bæði góðir og nógvir. Frá Washington gongur breiður bilvegur norður við strondini til m.a. Baltimore. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær ógvuliga stórar brúgvar: Theodore Roosevelt-brúnna og Francis Scott Key-brúnna. Í Arlington tætt við Washington er óføra stór flogstøð: Ronald Reagan Washington National Airport. Veðurlagið er fyri tað mesta meginlandsveðurlag; veturin kann vera kaldur, men um summarið heilt heitt. Summarið í Washington er nógv heitari enn í Føroyum, ofta kunna tað vera fleiri og tjúgu hitastig.

Fólkatalsfrøði

rætta

19 prosent verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2008). 6,2 % av fólkinum eru arbeiðsleys í 2011,[1] og miðallívsævin í District of Columbia er 76,5 ár.[2] Undir 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva er $55,755. Í januar 2016 búðu 681,170 fólk í Washington. Meginparturin av fólkinum er afroamerikanarar (50,7 %), og eini 38 % eru hvítar.

Fólkateljingar

rætta

Tann fyrsta januar 2011 var fólkatalið í DC 601 657. Hetta er ein vøkstur upp á 29 598 síðani 2000.

1800 1830 1850 1880 1900 1930 1960 1980 2000 2016
8 144 30 261 51 687 177 624 278 718 486 869 763 956 638 333 572 059 681 170




Útbúgving

rætta

Fyrsta universitetið í Washington (Georgetown University) var sett á stovn í 1789.

Hægri útbúgving

rætta

Í Washington DC eru fleiri hægri lærustovnar, eitt nú American University (AU), Catholic University of America (CUA), Gallaudet University, George Washington University (GW), Georgetown University (GU), Howard University og Johns Hopkins University School of Advanced International Studies (SAIS).

Myndasavn

rætta

Vinarbýir

rætta

  Accra, Gana
  Athen, Grikkaland
  Bangkok, Teiland
  Beijing, Fólkalýðveldið Kina
  Brassaville, Kongo
  Brussel, Belgia
  Chongqing, Fólkalýðveldið Kina
  Dakar, Senegal
  Paris, Frakland
  Pretoria, Suðurafrika
  Seoul, Suðurkorea
  Sunderland, Stóra Bretland

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta
  1. https://www.bls.gov/news.release/archives/empsit_07082011.htm
  2. http://www.measureofamerica.org/measure_of_america2013-2014/
  NODES
Done 1
News 1