16. desember
dagfesting
Nov - Des - Jan | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
16. desember er dagur 350 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 351 um skotár er). 15 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
rætta- 1653 - Oliver Cromwell tekur ræðið í Bretland undir heitinum „Lord Protector“.
- 2012 - Pál Joensen vann bronsu á HM á stuttgeil í 1500 metrum frí við tíðini 14:36.93, danin Mads Glæsner vann kappingina við tíðini 14:30.01. Bronsu heiðursmerkið sum Pál vann var tað fyrsta heiðursmerki í HM í svimjing, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur vunnið. Í juni 2013 varð bronsan broytt til silvur, av tí at danin Mads Glæsner, sum vann gull í somu kapping, varð dømdur fyri doping og misti tí heiðursmerkini, ið hann hevði vunnið á HM á stuttgeil í 2012. Dopingroyndirnar vóru tiknar undir HM stevnuni.
- 2013 - Føroya fyrsti langhylur varð reisur á Oyrunum í Vági. Hann væntaðist tá at gerast liðugur á sumri 2014.
- 2014 - Yvirgangsálop var framt móti einum skúla í Peshawar í Pakistan, har ið í minsta lagi 145 fólk lótu lív, av teimum vóru 132 børn millum 8 og 18 ár. Tað vóru sjey vápnaðir menn, ið vóru limir í Tehreek-e-Taliban Pakistan, ið framdu illgerðina.
Føðingar
rætta- 1770 - Ludwig van Beethoven, týskt tónaskald (d. 1827)
- 1775 - Jane Austen, enskur rithøvundur (d. 1817)
- 1866 - Wassily Kandinsky, russiskur málari (d. 1944)
- 1917 - Arthur C. Clarke, enskur rithøvundur (d. 2008)
- 1928 - Philip K. Dick, amerikanskur rithøvundur (d. 1982)
- 1938 - Liv Ullmann, norsk sjónleikarinna.
- 1946 - Benny Andersson, svenskur sangari (ABBA).
- 1963 - Benjamin Bratt, amerikanskur sjónleikari.
- 1973 - Mariza, portugisisk songkvinna.
- 1988 - Mats Hummels, týskur fótbóltsleikari.
- 1997 - Zara Larsson, svensk songkvinna.
Andlát
rætta- 1859 - Wilhelm Grimm (annar av Grimm brøðrunum)
- 1965 - W. Somerset Maugham, enskur rithøvundur (f. 1874)
- 1977 - Rikard Long (f. 1889)
- 1989 - Silvana Mangano, italsk sjónleikarinna (f. 1930)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |