Flagg
Grunddáta
Land: Niðurlond
Vídd: 9,96 km²
Íbúgvar (2014): 19 802
fyri km²: 1 988/km²
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: alblasserdam.nl

Alblasserdam er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum og liggur í landslutinum Zuid-Holland. Ein partur av lítlu bygdini Kinderdijk, ið hevur tað størsta tali av vindmyllum í Niðurlondum, liggur í kommuni.

Býurin Alblasserdam varð fyrstu ferð nevndur í Melis Stoke krønikunum í 1299, kommunan varð tó ikki stovnað fyrr enn í 1447. Áðrenn tað var býurin partur av Oud-Alblas.

 
Alblasserdam


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Done 1
see 1