Aleutoyggjar
Land: | USA |
Lutstatur: | Alaska |
Størsti býur: | Unalaska |
Vídd: | 17,666 km2 |
Íbúgvatal (2000): | 8 162 |
Tíðarzona: | UTC -10 |
Aleutoyggjarnar (enskt: Aleutian Islands) eru ein oyggjabólkur í Vesturalaska. Aleutoyggjarnar er oyggjabólkur sum telur 14 størri oyggjar og umleið 300 smærri oyggjar og hólmar. Attu Island og Unalaska Island eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Nógv tað størsta plássið er býurin Unalaska, sum við sínum 4,376 fólkum hevur uml. 50 % av fólkatalinum í Aleutoyggjum. Á Aleutoyggjum tosa tey flestu enskt, men har eru eini 500 fólk, sum tosa aleutiskt. Oyggjarnar vóru einaferð undir russiskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.