Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Jørgen Holme. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn.

Atlantic Airways
IATA
RC
ICAO
FLI
Koda
FAROELINE
Stovnað10. november 1987
Byrjað flúgving28. mars 1988
Frequent flyerEuroBonus
Flota stødd3 flogfør og 2 tyrlur
Ferðamál7
HøvuðssætiFøroyar Sørvágur, Føroyar
LyklafólkNiels Mortensen (nevndarformaður)

Jóhanna á Bergi (stjóri)

Magni Arge (fyrrverandi stjóri)
Heimasíða: http://www.atlantic.fo
Jóhanna á Bergi gjørdist stjóri í 2015.

Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.

Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum[1].Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur[2]. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.

 
Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton saman við Magna Arge, táverandi stjóra, á Vága Floghavn í 2007.
  • 1988 Fleyg Atlantic Airways sín fyrsta túr ímillum Føroyar og Danmark.
  • 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
  • 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100 000.
  • 2004 15. juni - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
  • 2004 Atlantic Airways verður heiðrað sum Ársins átak.
  • 2006 15. mai - FaroeJet tekur kappingina upp við Atlantsflog, men gevst innan ársenda av fíggjarligum orsøkum.
  • 2006 10. oktober - Ein vanlukka í Stord, Noregi krevur fýra mannalív.
  • 2007 Desember varð triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur av landsstýrinum til privat, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á virðisbrævamarknaðinum OMX.
  • 2012 Nýggja Airbus A319-flogfarið kemur til Føroya frá flogfarssmiðjuni hjá Airbus í Hamburg tann 22. mars[3]. Flogfarið flýgur sín fyrsta rututúr tann 28. mars sama ár.
  • 2013 Nevndin skifti stjóran út, Magni Arge fór frá og nýggjur fyribilsstjóri gjørdist danin Jørgen Holme.[4]
  • 2015 Jóhanna á Bergi gerst stjóri í Atlantic Airways og skrivar søgu, við tað at hon er fyrsta kvinnan í er forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag.[5]

Flotin

rætta
 
Airbus A319-115 hjá Atlantic Airways

Flotin hjá Atlantic Airways telur í dag (juli 2014) 4 flogfør og 2 tyrlur[6]:

Slag Tal Ferðafólk[7] Skrásetingar
Airbus A319 3 144 OY-RCG, OY-RCH, OY-RCI
Avro RJ100 1 97 OY-RCC
Bell 412 2 11/13 OY-HSR, OY-HSJ

Heiður

rætta

Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin hin 21. september 2012. Atlantic Airways fekk bronsu. Magni Arge, stjóri, fekk vegna Atlantic Airways handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar.[8]

Hendingar og vanlukkur

rætta
  • 2008 24. mars misti ein BAe 146 nasahjólið á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Kastrup Floghavn. Flogfarið lendi í Føroyum uttan trupulleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga nakað óreglusemi. [9].
  • 2006 10. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noregi. Umborð vóru 16 fólk. Tólv vóru ferðafólk og manningini taldið fýra. Av hesum 16 doyðu fýra, meðan hini megnaðu at rýma úr vrakinum.[10][11][12].
  • 1989 í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdarmerking. Ongin kom til skaða.

Keldur

rætta
  1. s.4 í hálvársroknskaprin 2012 hjá Atlantic Airways (á enskum)
  2. s. 5 í 1. kvartalsroknskapinum 2008 hjá Atlantic Airways (á enskum)
  3. Airbus.com: "Atlantic Airways takes delivery of its new Airbus A319"(á enskum)
  4. kvf.fo, Magni Arge skiftur út. Skrivað hevur Ingi Samuelsen hin 17.11.2013 - 09:11
  5. kvf.fo - Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu, skrivað hava Høgni Djurhuus og Sigrún H. Brend 03.06.2015 - 10:00.
  6. https://www.atlantic.fo/en/about-us/the-company/fleet/oy-rcg-a319/
  7. "Trafikstyrelsen - Nationalitetsregisteret". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-01-12. https://web.archive.org/web/20160112075555/http://dcaa.trafikstyrelsen.dk/natregister/. Heintað 2012-08-04. 
  8. "Aktuelt.fo, Atlantic Airways kosið ársins evropeiska flogfelag". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-22. https://web.archive.org/web/20120922092146/http://aktuelt.fo/grein/atlantic_airways_kosid_arsins_evropeiska_flogfelag_vi_bronsumerki. Heintað 2012-09-21. 
  9. "Fund af flyhjul skabte forskrækkelse" (Danskt), úr politiken.dk
  10. "Norway runway blaze kills three", frá BBC News, 10. oktobur 2006.
  11. Vanlukkufrásøgn fyri OY-CRG, frá Aviation Safety Network Database, 10. oktobur 2006.
  12. Fyribils vanlukkufrásøgn á norskum Archived 2009-03-20 at the Wayback Machine, frá 25. oktobur 2007

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Association 1
HOME 1
languages 1
mac 1
os 2
web 4