Bíblian, Halgabók, er heimsins viðgitnasta bók[1]. Bíblian er savn av heilagu skriftum jødanna og teirra kristnu. Kristna Bíblian er týdd til væl fleiri enn 2.400 ymisk mál [2]. Í Bíbliuni eru 66 bøkur. Tær eru býttar upp í kapittul og vers, soleiðis tað er lættari og einfaldari at leita í henni. Orðið, biblia, er grikskt og merkir bókasavn. Í Bíbliuni eru Gamla Testamenti, ið er í høvuðsheitum grundað á halgitekstir jødanna, og umframt tað er Nýggja Testamenti, ið er halgitekstir teirra kristnu. Tulkingar av tekstunum og Bíbliuni eru ymisar. Í nýggjari tíð er tað vorðið vanligari, at tulka bíbliusøgurnar sum myndamál ella tulkar tær sum frambornar í myndum og samanberingum, hóast fleiri tulka søgur bókstavliga.

Bíblia Kristians III, fyrsta danska týðing frá 1550.

Bíblian hevur verið íblástur fyri fleiri listafólk, sum til dømis Michelangelo. Tað eru fleiri kirkjur við málningum, glasbrotamyndum og telgdum lutum, ið viðgera bíblisk evni. Harumframt hava fleiri rithøvundar skrivað um evni í Bíbliuni.

Bíbliutýðingar

rætta

Í 5. øld varð Bíblian týdd til latín, og í nógv hundrað ár var bíbliumálið latín. Aftan á trúbótina í Miðevropa varð Bíblian týdd til alskyns mál, og aðrar týðingar enn tann latínska vórðu tiknar í nýtslu. Til dømis kom týska týðingin eftir Martin Luther út í 1534. Í 1550 kom fyrsta danska týðingin. Tó vardi leingi, áðrenn Bíblian varð týdd til føroyskt og í fleiri hundrað ár var kirkjumál føroyinga danskt.

Bíblian á føroyskum

rætta

Schrøter

rætta

Fyrsta roynd at umseta Bíbliuna til føroyskt var umsetingin av Evangeliinum eftir Matteus eftir danska prestinum J.H. Schrøter (1771 - 1851). Hendan týðingin kom út í 1823. Schrøter skipaði so fyri, at eitt eintak varð prentað til hvørt hús í Føroyum, íalt eini 1 500 eintøk. Móttøkan var tó misjøvn og sum heild ring. Vanliga fólkið vildi ikki vita av umsetingini, tí tey vóru von við danskt mál í átrúnaðarligum samanhangi, og teir meira lærdu funnust at vánaliga málinum sum Schrøter brúkti. Einki føroyskt skriftmál var tá, og Schrøter hevði gjørt sítt egna heldur suðuroyakenda og ljóðliga skriftmál. Sum dømi kann vísast á Matteus 25,3-4:

Duvistunar tougu Kolur suinar, men tougu issje Luisi vi seâr. Men teâr vidiu tougu Luisi vi seâr ui Kjærun suinun attureât Kolun taira.

Til samanberingar eru her somu vers í umseting Danielsens:

Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær. Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.

Og síðani í Dahl/Viderøs:

Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum.

Umsetingin hjá Schrøter er, hóast hon ongantíð varð nýtt, eitt, vegna fonetiska skriftmálið, áhugavert innlit í málsligu støðuna í Føroyum fyrst í 19. øld.

Danielsen, Dahl og Viderø

rætta

Tað eru tvær fullfíggjaðar, føroyskar umsetingar av Bíbliuni, aðra hevur Victori Danielsen (1894-1961) gjørt, og hina hava Jákupi Dahl (1878-1944) og Kristiani Osvald Viderø (1906-1991) gjørt. Umsetingarnar vórðu fullfíggjaðar ávikavist í 1949 og 1961. Tær verða í høvðusheitum brúktar í brøðrasamkomuni (týðingin hjá Victor Danielsen) og fólkakirkjuni og hennara undirbólkum, so sum heimamissiónini (týðingin hjá Dahl og Viderø). Umsetingin hjá Danielsen var ikki úr frummálunum, grikskum og hebraiskum, men úr ymiskum evropeiskum málum (so sum týskum, enskum og teimum norðurlendsku málunum), meðan tann hjá Dahl og Viderø var úr frummálunum. Vanliga verður mett, at umsetingin hjá Danielsen er tann lættara at lesa av báðum umsetingunum. Endaliga arbeiðsbýtið ímillum Dahl og Viderø var, at Viderø umsetti Sálmarnar, Orðtøkini, Prædikaran, Jobsbók 1-23, Esaias 7,10-15; 9,6-7; 11,1-10; 12; 24,1-9; 40,1-8; 53; 55,6-7; 60,1-6. Dahl umsetti Nýggja Testamentið og annars tað, sum ikki er at finna í listanum hjá umsetingum Viderøs omanfyri.

Joensen

rætta

Hans Jacob Joensen (1938), fyrrverandi bispur, er í løtuni í ferð við at umseta Bíbliuna av nýggjum. Mál hansara er at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan brøðrasamkoman.

Højgaard

rætta

Sjúrður Højgaard er farin í holt við at týða ensku King James Bíbliuna til føroyskt, tí sambært honum eru hinar týðingarnar eftir ávikavist Victor Danielsen og Jákup Dahl/Kristian í Gerðabrekku skeivar ella hava týðandi villur í umsetingini og orðavalinum. Higartil hevur Sjúrður týtt Nýggja Testamenti og verið víða um í Føroyum og lagt tvey eintøk av sínum týðingum í hvønn postkassa.[3] Í Amerika er ein stór King Jamesrørsla, har kirkjur, samkomur og einstaklingar einans nýta King James Bíbliuna og ongar aðrar týðingar, hóast King James Bíblian ikki er skrivað á samtíðarenskum máli og er frá fyrst í 17. øld.

Bøkurnar í Bíbliuni

rætta

Hesi eru heitini av bókunum í Bíbliuni, soleiðis sum tær eru nevndar í umseting Victor Danielsens. Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum. Bíblian er samansett av 66 einstøkum bókum, 39 í Gamla Testamenti og 27 í Nýggja Testamenti.

Keldur

rætta
  1. books.google.com
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-24. https://web.archive.org/web/20110724195950/http://biblesociety.org.nz/global-news/scripture-now-in-2479-languages/. Heintað 2011-03-17. 
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-15. https://web.archive.org/web/20150215095152/http://kjv.fo/default.asp?menu=535. Heintað 2015-04-06. 
  • Funding, Elsa. Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. Setursrit nr. 4, 2007. Fróðskapur, Tórshavn 2007.
  • Zachariassen, Zacharias. Bíblian á føroyskum í hálva øld. Leirkerið, Gøta 2000.

Slóðir úteftir

rætta
Bøkurnar í Bíbliuni
Gamla Testamenti Nýggja Testamenti

Tær søguligu: Fyrsta Mósebók | Onnur Mósebók | Triðja Mósebók | Fjórða Mósebók | Fimta Mósebók | Jósvabók | Dómarabókin | Rutarbók | Fyrra Sámuelsbók | Seinna Sámuelsbók | Fyrra Kongabók | Seinna Kongabók | Fyrra Krønikubók | Seinna Krønikubók | Ezrabók | Nehemiabók | Esterarbók
Tær profetisku: Jesajabók | Jeremiabók | Harmljóðini | Ezekiel | Dánjal | Hósea | Jóel | Ámos | Óbadia | Jónas | Mika | Náhum | Hábakkuk | Sefanja | Haggai | Zakarja | Málaki
Tær skaldsligu: Jobsbók | Sálmarnir | Orðtøk Sálomons | Prædikarin | Hásongurin

Tær søguligu:  Evangeliið eftir Matteus | Evangeliið eftir Markus | Evangeliið eftir Lukas | Evangeliið eftir Jóhannes | Ápostlasøgan
Brøvini:  Rómverjabrævið | 1. Korintbræv | 2. Korintbræv | Galatabrævið | Efesusbrævið | Filippibrævið | Kolossabrævið | 1. Tessalónikabræv | 2. Tessalónikabræv | 1. Timoteusarbræv | 2. Timoteusarbræv | Titusbrævið | Filemonsbrævið | Hebreararbrævið | Jákupsbrævið | 1. Pætursbræv | 2. Pætursbræv | 1. Jóhannesarbræv | 2. Jóhannesarbræv | 3. Jóhannesarbræv | Judasarbrævið
Profetiska:  Opinbering Jóhannesar

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES