Denali, ella Mount McKinley, sum tað eisini nevnist, er hægsta fjallið í Norðuramerika, 6190 metrar høgt og er í amerikanska statinum Alaska. Mount McKinley liggur júst norðanfyri pólsirkulin í Denali National Park, í amerikanska statinum Alaska. Kuldin er øgiligur, og Denali verður sagt at vera heimsins kaldasta fjall. Denali liggur júst norðanfyri pólarmarkið á 63 breiddarstigum. Hetta ger at kuldin er øgiligur. Stormarnir eru sterkir og eingin alpinistur kann vænta sær gott veður allan vegin upp á toppin. Kuldin er ekstremur, ikki óvanligt niður í -75 °C. Klintrararnir flúgva við einum lítlum propel-flogfari úr nærmasta býnum Anchorage og lenda umleið 45 min. seinni á jøklinum við fótin á Mt. McKinley í Denali National Park.

Tað mesta av Alaska er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Denali, 6190 m. Har er ódnarveður og nógvur kuldi, heilt niður í -40 °C, sjálvt á hásumri.

Denali er eldra navnið og soleiðis nevndi upprunafólkið í Alaska fjallið. Men sum so ofta verða onnur nøvn sett á, og í hesum føri gav William McKinley, sum var forseti í USA úr 1897 til hann bleiv myrdur í 1901, hesum fjallinum navn. Men tá náttúruparkin, rundan um fjallið, seinni varð víðkað, fekk hon navnið Denali National Park. Fjallafarar nú á døgum nevna tó fjallið við sínum upprunaliga navni, og tað er alsamt meiri vanligt millum manna. Staturin Alaska langt síðani alment hevur broytt navnið til Denali, men fær ikki sambandstjóðina í Washington DC at gera tað sama, tí at Ohio leggur veto. Tað gera teir helst, tí at William McKinley var ættaður haðani.

Hygg eisini at

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES