Eystrasalt ella Baltiskahavið er eitt umleið 413 000 ferkilometra stórt og upp til 459 metrar djúpt hav við brakkvatni í Norðureuropa, minni salt enn t.d. Atlantshavið, men tó ikki feskt vatn. Eystrasalt hevur mark í vestri til Danmark og Svøríki, í eystri til Finland, Russland, Estland, Lettland og Litava, í suðri til Pólland og Týskland.

Eystrasalt og londini í økinum

Eystrasalt rennur út í Norðsjógvin gjøgnum Oyrasund, Lítlabelt og Stórabelt. Við Álandsoyggjarnar er eitt avmarkað smalt sjóøki, sum verður nevnt Bottenhavið. Við Umeå er eitt annað smalt øki, Kvarken, sum skilur Bottenhavið frá Botnisku víkini. Frá norðara parti av Eystrasalti eru tvær stórar víkir: Finska víkin (millum Finland og Estland) og Rigavíkin.

Við strendurnar og í skergørðunum frystir Eystrasalt til ís um veturin. Bottenvíkin er altíð fullkomiliga løgd undir ís partar av vetrinum, tað sama er galdandi fyri teir innaru partarnar av Finnsku víkini. Tað kann henda, at Beltini og Oyrasund frysta, men tað hendir ikki ofta, og ávisar vetrar kann drívísur ella pakkísur vera at finna har.[1][2]. 1658 fór Karl X Gustav við einari svenskari herdeild yvir um tey frystu sundini Lítla- og Stórabelt í Danmark.

Í Eystrasalti eru fleiri stórar oyggjar, eitt nú Gotland, Öland, Bornholm, Dagoy, Ösel, Áland og Rügen.

Størri áir, sum renna út í Eystrasalt: Neva, Wisła, Oder, Daugava, Njemen, Dalälven, Torneáin, Kemijoki, Oulujoki og Narva.

Størri býir við strendurnar í Eystrasalti: St. Pætursborg, Stokkhólmur, Helsingfors, Kiel, Rostock, Stralsund, Gdansk, Riga, Stettin (Szczecin), Gdynia, Kaliningrad, Tallinn (onkuntíð verða eisini býirnir Keypmannahavn, Malmö og Klaipėda taldir við).

Tey fiskasløg, ið verða mest fiskað í Eystrasalti, eru brislingur, sild og toskur. Laksur verður eisini fiskaður í Eystrasalti.

Keldur

rætta
  1. MERI, rapport 27. [1] Archived 2011-07-20 at the Wayback Machine
  2. Finnish Institute of Marine Researchs heimasíða [2] Archived 2009-07-03 at the Wayback Machine
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
HOME 1
languages 1
mac 2
os 5