Føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í Danmark og Íslandi. Í Føroyum tosa 48.000 fólk føroyskt, í Danmark umleið 25.000 og í Íslandi umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 75-80.000. Føroyskt er tí í altjóða høpi eitt lítið mál. Føroyskt mál hevur fýra føll og trý kyn, og grammatiski málbygningurin líkist ógvuliga nógv íslendskum, meðan orðatilfarið og í summum lutum úttalan líkist norska landsmálinum.

Føroyskt
Føroyskt
Tosað í: Føroyar Føroyar
Danmark Danmark.
Tosandi íalt: Umleið 80.000
Málætt: Indo-evropeiskt

 Germanskt
  Skandinaviskt
   Føroyskt.

Málkotur
ISO 639-1: fo
ISO 639-2: fao
ISO 639-3: fao

.

Venceslaus Ulricus Hammershaimb er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin uml. 1540 varð sett í gildi í Føroyum, tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist danskt burturav.

Flokkan

 
Indo-evropeisk mál, flokking.

Føroyskt er eitt indo-evropeiskt mál. Føroyskt er eisini eitt norrønt mál. Tað hoyrir til Vesturnorrønu málættina (saman við íslendskum, norskum og hinum nú útdeyða norn) [1]. Vesturnorrønt, ofta eisini bara nevnt norrønt, er málið, ið talað varð í Noregi um tað mundið, norðmenn bygdu Føroyar, og nakrar øldir fram, t.e. úr 9. øld og upp til 1400. Úr hesum máli spruttu komandi øldirnar fleiri mál - føroyskt í Føroyum, norn í Hetlandi og Orknoyggjum, norskt í Noregi og íslendskt í Íslandi. Norðbúgvar, ið talaðu mál av norskari rót, búðu eisini í Grønlandi í nøkur hundrað ár, men málið doyði út við teimum móti endanum á miðøldini. Stóra broytingartíðarskeiðið úr norrønum til føroyskt er millum 1400-1600. Hetta er sama tíðarskeiðið, sum árinið úr donskum fer at gera um seg.

(øll mál)
Indo-evropeiskt
Germanskt
Norðurgermanskt
Vesturnorrønt
Føroyskt

Stavraðið

Føroyskt nýtir latínska stavraðið við serligum norrønum serstavum. Føroyskt nýtir 29 bókstavir umframt trý samansett tvíljóð [2]. Bókstavirnir og framburður teirra:

Bókstavur Navn Ljód
A, a fyrra a [ˈfɪɹːa ɛaː] /ɛaː a/
Á, á á [ɔɑː] /ɔɑː ɔ/
B, b be [peː] /p/
D, d de [teː] /t/
Ð, ð edd [ɛtː]
E, e e [eː] /eː ɛ/
F, f eff [ɛfː] /f/
G, g ge [keː] /k t͡ʃ/
H, h [hɔɑː] /h/
I, i fyrra i [ˈfɪɹːa iː] /iː ɪ/
Í, í fyrra í [ˈfɪɹːa ʊiː] /ʊiː/
J, j jodd [jɔtː] /j/
K, k [kʰɔɑː] /kʰ ʰk t͡ʃʰ/
L, l ell [ɛlː] /l/
M, m emm [ɛmː] /m/
N, n enn [ɛnː] /n/
O, o o [oː] /o/
 
Bókstavur Navn Ljód
Ó, ó ó [ɔuː] /ɔu/
P, p pe [pʰeː] /pʰ ʰp/
R, r err [ɛɹː] /ɹ/
S, s ess [ɛsː] /s/
T, t te [tʰeː] /tʰ ʰt/
U, u u [uː] /uː ʊ/
Ú, ú ú [ʉuː] /ʉuː ʏ/
V, v ve [veː] /v/
Y, y seinna i [ˈsaitna iː] /i/
Ý, ý seinna í [ˈsaitna ʊiː] /ui/
Æ, æ seinna a [ˈsaitna ɛaː] /æ/
Ø, ø ø [øː] /ø/
Tvíljóð
ey ey [ɛiː] /ei/
ei ei [aiː] /ai/
oy oy [ɔiː] /ɔi/

C, Q, W, X, Z verða ikki nýttir, men finnast í summum lániorðum (eisini Ö, Ü, Å og Þ í nøvnum), men tó er skikkur at býta hesar stavir um við føroyskar stavir við somu frambering.

Teir verða flokkaðir soleiðis:

Mállæra

Orðið "grammatikk", sum er okkara mállæra, stavar upprunaliga úr grikskum, har gramma merkti bókstavur. Av fyrstan tíð varð orðið nýtt um læruna at skriva og lesa. Nú á døgum er málsøkið hjá mállæruni at koma fram á og lýsa allar vanligar reglur í einum og hvørjum máli. Tey regluligu fyribrigdini finna vit á ymsum stigum. Vit kunnu tosa um lutvísar skipanir innanfyri mállærubygnaðin.

Í føroyskum, eins og í øðrum málum, finnast hol á mállæruhválvinum, t.e. regulig fyribrigdi, sum málgranskarar enn ikki hava fingið greiði á til lítar. Tá ið vit tosa, fylgja vit teimum málsligu reglunum, sum eru í okkara máli, uttan at geva okkum far um tað. Vit kunnu til dømis vera heilt óvitandi um, hvat ein grundliður er, og kortini orða setningar, har einki er galið hvørki við grundliði ella øðrum liðum. Fyri at læra mállæruna er als ikki neyðugt við bókum ella frálæru. Her er tað okkara egna máloyra, sum verður stýrt av føroysku mállæruni, sum m.a. hevur nakrar reglur um, hvussu ljóð kunnu verða sett saman til orð á føroyskum.

Málskyldskapur

 
Norðurlandamál.

Málið er nær skylt íslendskum, norn og eisini vesturnorskum [3]. Siga vit, at tað eru seks milliardir menniskju í heiminum, og tað eru 80.000 føroyingar, so er skilligt, at vit eru ein ómetaliga lítil málsligur minniluti, t.e. 1/100 promilli av jarðarinnar menniskjum tosa føroyskt. Men okkum nýttist ikki at smæðast, tí vit eiga eitt mál, ið riggar væl í flestu førum sum samskiftisamboð, og vit eiga tann fyrimunin, at vit við tí skúla, vit hava, eru før fyri at hava samskifti við norðurlendsku grannar okkara. Norskt, íslendskt, danskt og svenskt eru í ætt við okkara mál, og tað merkir, at stórur líkskapur er millum málini, hvat orðavavi og mállæru viðvíkur.

Málsøga

 
Venceslaus Ulricus Hammershaimb.

Føroyskt, tjóðarmálið í Føroyum, hevur sínar røtur í fornnorrøna málinum frá víkingatíðini. Í nógv ár varð føroyska málið trúðað, men doyði ikki út. Málið varð varðveitt við skaldskapi av mannamunni. Skaldskapið sum gjøgnum nógv 100 ár varð sagdur frá ættarliði til ættarlið. Við søgum, søgnum og ikki minst við kvæðunum sum hava havt ótrúliga stóran týdning fyri at málið ikki varð gloymt [4].

Hammershaimb, ættaður úr Sandavági, gav út í 1854 fyrstu føroysku mállæruna og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Tá fór føroyskt at taka danskt mál av ræði. Undir lestrarárunum í Keypmannahavn gjørdi Hammershaimb eina ferð heim til Føroya at vitja. Hetta var í 1841. Hann ferðast bygd úr bygd og savnar fólkaminni. Áhugaður sum Hammershaimb var fyri føroyskum máli, sá hann tíðliga, hvussu átrokandi tað var at geva út eina mállæru, skuldi skriftmálsuppskot hansara vinna fram millum fólk. Eina dagbók skrivaði hann á hesi ferð, og tað vil so væl til, at Christian Matras í 1941 gav hana út: "Færøsk Dagbog 6.7-16.8 1841".

Nakað av tilfarinum, ið Hammershaimb savnaði á hesi ferð, læt hann prenta í 1846 í danska tíðarritinum "Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie". Hetta vóru "Færøske folkesagn (Risi og kelling — Um skógar í Føroiun — Huldufólk) med tilføjede Bemærkninger om den færøske Udtale". Við hesum tekstum er føroyskt skriftmál lagt í eina fasta legu, sum vit, burtursæð frá nøkrum fáum broytingum, hava hildið okkum til heilt at hesum degi. Í einum stuttum inngangi greiðir hann frá um málsins søgu, og hann greiðir frá, at málsliga liggja oyggjarnar í trimum pørtum, sum hann kallar Sunnanfjarðarmál, Streymoyarmál og Norðanmál.

Í fyrstuni vóru nógvir føroyingar ikki hugaðir fyri tí føroyska málstrevinium, men tjóðskaparhugin vann sigur, og nú hevur føroyskt fingið somu rættindir sum danskt mál, og er, formelt, høvuðsmálið. Men nógvir halda at einans føroyskt eigur at verða nýtt í almennum viðurskiftum. Hetta er t.d. støðan hjá loysingarmonnum, t.e. teir, ið vilja hava landið leyst frá Danmark politiskt, soleiðis halda eisini nógv onnur.

Málføri

 
Bygdarmál í Føroyum.

Markini millum føroysku bygdamálini ella málførini eru rættiliga týðilig. Slík mark nevnast í mállæru málførismark ella við fremmandum orði diagloss. Eitt slíkt málførismark er teknað inn í kortið høgrumegin. Tað vísir, hvar markið gongur millum t.d. úttaluna av "ei" og "oy". Í Føroyum finnast nógv ymisk málføri: suðuroyarmál, sandoyarmál, nólsoyarmál, havnarmál, eysturoyarmál, vágamál og norðoyamál. Flestu okkara hava eitt mál, sum sermerkist við einum ella øðrum bygdarmáli. Skriftmálið er nakað annað, sjálvt í einum so lítlum øki sum Føroyum. Tað er felags fyri fólkið í einum landi við ólíkum málsligum viðurskiftum. Eingin skrivar, júst sum tosað verður. Tí er neyðugt at fáa frálæru í hesum serliga felags máli.

Somuleiðis, sum vit hava málføri ella dialektir, hava vit eisini sosiolektir, sum er serligt mál hjá einstøkum samfelagsbólkum.

Suðuroyarmál

Bókstavirnir A og Æ hava í føroyskum á allan hátt sama ljóðvirði, uttan í suðuroyarmáli, har ið Æ við øllum rímileika kundi verið kallað "seinra e". Sum dømi um hetta kunnu vit nevna ræðast (suðuroyarmál: reðast), gæs (ges), skræða (skreða) og æða (eða).

Frambering og staving

Í føroyska stavraðnum eru 29 bókstavir. Í føroyskum teksti síggjast av og á aðrir bókstavir, til dømis c, q, ü, w, x, z og þ, tá ið fremmandaorð verða endurgivin. Bókstavirnar býta vit sundur í teir, ið merkja sjálvljóð, og teir, ið merkja hjáljóð. Til at nevna hjáljóðið r seta vit sjálvljóðið e frammanfyri. Bókstavin nevna vit er. Eitt sjálvljóð kann standa einsamalt. Tað ljóðar sjálvt, sum til dømis e ella i. Men eitt hjáljóð má, fyri at kunna verða sagt, standa hjá einum sjálvljóði: b (be), p (pe). Í føroyska bókstavaraðnum eru sjálvljóðini a, á, e, i, í, o, ó, u, ú, y, ý, æ og ø. Hjáljóðini eru b, d, ð, f, g, h, j, k, l, m, p, r, s, t og v. Tvíljóðini eru: ei, ey, oy.



Sjálvljóð


Sjálvljóðini eru 13: a, á, e, i, í, o, ó, u, ú, y, ý, æ og ø. Sjálvljóð kalla vit tey øll, men í roynd og veru eru hesi 7 í longum stavilsi tvíljóð a/æ [ɛa], á [ɔa], í/ý [ʊi], ó [ɔu/ɛu/œu], ú [ʉu].

a/æ a/æ ljóðar sum [ɛa] langt: vani [vɛanɩ], ær [ɛar], sum [a] stutt: alda [alda], ætt [at:], koma [ko:ma]. Í flestum bygdarmálum í Suðuroy verður stutt æ framborið [ɛ]: rætt [rɛt:], langt æ [e:]: mær [me:r]. Stundum verður a framborið [a:]. Hetta er í fremmandaorðum sum til dømis lutstatur. Navnháttarmerkið at verður ofta framborið [a] ella [ɔa].
á á ljóðar sum [ɔa] langt: [tɔa], sum [ɔ] stutt: vátt [vɔt:], sum [ǫ:], tá ið [a] ljóðar beint aftaná: fáa [fǫ:a]. Í Norðoyggjum og norðurbygdunum í Eysturoynni ljóðar langt á sum [a:]; tá [ta:].
í/ý í/ý ljóðar sum [ʊi] langt: rýma [rʊima], tími [tʊimɩ], sum [ʊi] stutt: sýsla [sʊisla], ídni [ʊidnɩ].
ó ó ljóðar sum [ɔu] langt, sól [sɔul], sum [œ] stutt: sótt [sœt:]. Frammanfyri gv verður ó framborið [ɛ]: sjógvur [ʃɛgvʊr], men í Suðuroy [ɔ]: [ʃɔgvʊr]. Í Norðoyggjum, Norðstreymoy, Skúvoy, Eysturoy, Vágum, Skopun og á Sandi verður langt ó framborið [ɛu]/[œu]: t.d. sól [sɛul]/[sœul]. Í Nólsoy verður langt ó framborið [au]: sól [saul].
ú ú ljóðar sum [ʉu] langt: hús [hʉus], sum [γ] stutt: súrna [sγrna]. Frammanfyri gv og í einstøkum øðrum førum verður stutt ú framborið [ɩ]: kúgv [kɩgv].
e e ljóðar sum [e:] langt: seg [se:], sum [ɛ] stutt: hestur [hɛstʊr].

i/y i/y ljóðar sum [i:] langt: fyri [fi:rɩ], ivi [i:vɩ], sum [ɩ] stutt: komi [ko:mɩ], finna [fɩn:a].
o o ljóðar sum [o:] langt: kona [ko:na], sum [ɔ] stutt: gott [gɔt:].
u u ljóðar sum [u:] langt: hurð [hu:r], sum [ʊ] stutt: hundur [hʊndʊr].
ø ø ljóðar sum [ø:] langt: løn [lø:n], sum [œ] stutt: børn [bœdn]. Í suðuroyarmáli verður stutt ø framborið [γ]: børn [bγdn].


Tvíljóð

Tvíljóðini eru trý í tali: ei, ey, oy.



Hjáljóð

Hjáljóðini eru 16: b, d, ð, f, g, h, j, k, l, m, n, p, r, s, t, v.

Teknseting

Grundirnar, at vit seta tekin í ein tekst, kunnu vera fleiri, men tann eyðsýndasta er tann, at tekin býta tekstin sundur í heildir, ið hanga saman á ein ella annan hátt. Vit hava soleiðis lættari við at lesa tað, ið skrivað er [5]. Teknini, sum vit vanliga nýta, eru t.d. kolon, komma, punktum, semikolon, rópitekin, gásareygu, spurnartekin, osfr. Hesi tekin seta vit ymsastaðni í tekstin eftir føstum reglum, sum á ein ella annan hátt skulu ímynda tað talaða málið, sum er eyðkent til dømis við rútmu, støðgum og ferð. Tey ymisku teknini kunnu ávirka heildarmyndina av einum teksti á ymsan hátt. Eru til dømis nógv gásareygu í einum broti, varnast lesarin rættuliga skjótt, at tað snýr seg um talu, har ein, tveir ella fleiri persónar tosa, til dømis Gud segði "Verði ljós" og tað varð ljós. Festa vit okkum í staðin við, at nógv prikkar, rópitekn ella tankastrikur verða nýtt, kann tað vera, tí skrivarin er í øðini og vil gera vart við tað. Reglurnar fyri tey ymisku teknini eru ymiskar. Tekin, sum verða sett eftir føstum reglum, eru til dømis spurnartekin ella komma, her er eingin slingur í valsinum, hvar teknini skulu standa.

Orðalagslæra

Grikska orðið "syntax" merkir upprunaliga samanseting. Í mállæruni verður tað nýtt um, hvussu orð verða sett saman, tá ið vit nýta málið. Hetta verður gjørt eftir heilt ávísum reglum, og setningsskipan er læran um hesar reglurnar [6]. Tá ið vit seta saman orð, gera vit orðingar. Orðið "orðingar" fevnir um alt, ið kemur fram, tá ið vit málbera okkum. Hesar orðingar kunnu hava sera ymiskt snið. Tær kunnu til dømis vera ymiskar til longdar. Summar eru bara eitt orð, aðrar eru settar saman av mongum orðum. Støðan, vit eru í, tá ið okkurt verður sagt, ávirkar nógv sniðið í orðingini. Tað hevur til dømis stóran týdning, hvønn vit venda okkum til. Ætlanin við tí, vit siga, kann eisini vera so ymisk. Tær longu orðingarnar leggja vanliga dentin á at siga frá, bera okkurt víðari ella lýsa okkurt. Orðingar, sum bara eru eitt orð ella nøkur fá orð, siga ofta frá kenslum og eru ofta boð til onkran.

Formlæra

Á føroyskum hevur verið vanligt at býta orðini í 10 flokkar, sum eru: sagnorð, lýsingarorð, hjáorð, miðalvarpingar, navnorð, fornøvn, fyrisetningar, kenniorð, talorð og sambindingarorð.

Kenniorð

Óbundna kenniorðið er ein/eitt. Bundna kenniorðið er tann/hin og tað/hitt.

 

Navnorð er felagsheiti fyri ein bólk av orðum, ið lýsa nøvn á ítøkiligum lutum (td. stólur, bilur, genta, drongur), fyribrigdum (vestfall, eystfall, mysing, mánalýsi) og hugtøkum (sorg, gleði, longsul) umframt sernøvn (Petur, Sólvá, Enniberg, Sørvágur). Navnorð bendast í tølum - eintali og fleirtali. Tá ið talan bara er um ein ella eitt, stendur navnorðið í eintali, til dømis stólur, skúli; talva, bust; oyra, stykki, men tá ið talan er um fleiri, stendur navnorðið í fleirtali, til dømis stólar, skúlar; talvur, bustir; oyru, stykki. Navnorð verða eisini bend í føllum. Tey eru hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Navnorð eru annaðhvørt óbundin ella bundin. Óbundin eru navnorð, tá ið talan ikki er um nakran ávísan, men um einhvønn, til dømis ein genta, ein drongur ella eitt barn. Bundin eru navnorð, tá ið talan er um okkurt ávíst, til dømis gentan, drongurin ella barnið. Navnorð bendast efir tveimum høvuðsbendingum - teirri sterku bendingini og teirri veiku bendingini. Sterkt bend navnorð enda við hjáljóði í hvørsfalli eintali. Veikt bend navnorð enda við sjálvljóði í øllum føllum í eintali.

Lýsingarorð

Lýsingarorð bendast í stórum dráttum á sama hátt sum vit kenna úr nútíðarmáli, og her eins og í øðrum bendingum verður skilt millum /i/ og /u/ í endingum á sama hátt sum í V. U. Hammershaimbs rættskriving. Ein gongd sum sæst í bendingini av føroyskum lýsingarorðum, er samjavnaður millum orð við a og æ í stovninum. Í Hammershaimb síggja vit at hesin samjavnaður er farin fram, soleiðis at ikki bara a, men eisini æ kann broytast til ø ella o í bendingini. Vænur eitur í kvennkyni von fyri eldri væn. Slættur eitur í hvørjumfalli sløttum (skrivað slettum) fyri eldri slættum, og rættur, ræddur og slættur eitur í kvennkyni røtt (skrivað ret), rødd (skrivað ræd) og sløtt (skrivað slæt, slet) fyri eldri rætt, rædd og slætt. Ein onnur broyting er hon at lýsingarorð við -in (til dømis heiðin ella búgvin), sum í eldri máli høvdu sama form í hvønn- og hvørfalli eint. í kallkyli, hava í nútíðarmáli -an í hvønnfalli (heidnan, búnan), hetta í analogi við onnur lýsingarorð.

  • Øll lýsingarorð, sum í kvennkyni og í kallkyni enda við -in ella við -il, enda í hvørkikyni við -ið:


Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn
Mikil Mikil Mikið
Lítil Lítil Lítið
Tolin Tolin Tolið
Egin Egin Egið
Íðin Íðin Íðið
Løgin Løgin Løgið





Vit siga tí til dømis tolið hevur Ð, tí tað eitur tolin í bæði kvennkyni og kallkyni.



  • Lýsingarorð, sum í kvennyni enda við -g, enda í hvørkikyni við -gt, t.d. liðug - liðugt, men enda tey í kvennkyni við -t, er einki -g, t.d.: fjákut. Ávíst navnorð taka veikt bend lýsingarorð aftur at sær: “hesa eldru gentuna” ella “hesa skeivu gongd.” Óávíst navnorð taka sterkt bend lýsingarorð aftur at sær: “eina eldri gentu” ella “eina skeiva gongd.”

Fornøvn

Á føroyskum er heitið fyri hesi orð fornavn, og á útlendskum eita hesi orðini ofta pronomen. Orðið er sett saman av forskoytinum "pro", sum merkir í staðin fyri og "nomen", sum merkir navnorð. Tað eyðkenda fyri hesi orð er, at tey hava onga merking í sær sjálvum, men fáa ávíst innihald trytað av tí høpi, tey verða nýtt í. Summir málfrøðingar hava ta áskoðan, at eitt fornavn hevur ein tóman karm, sum verður fyltur av nýggjum í sínum umhvørvi, hvørja ferð tað verður borið fram annaðhvørt í talu ella skrift. Onnur eyðkenni eru, at summi av hesum orðum verða bend bæði í falli, tali og kyni, til dømis hon, hann ella tað, meðan onnur verða bert bend í falli og tali, til dømis eg, meg og vit, og uppaftur onnur als ikki bendast, til dømis sum ella ið. Fornøvnini verða vanliga býtt í tveir flokkar. Summi fornøvn hava navnorðsvirði, meðan summi hava bæði navnorðsvirði og lýsingaorðsvirði, t.e. at hesi orð kunnu hava sama leiklut sum ávikavist lýsingaorð og navnorð.

Tað er óivað greitt, hvat hann, tey, hin ella teir merkja, tá ið vit nýta hesi orðini í einum føstum sambandi. "Hann" vísir t.d. til Peter, "tey" vísir aftir til Gúðruna og Peter, "hin" vísir aftur til Per og Pál. Um orðið "hann" hevði staðið einsamalt, so høvdu vit ikki heilt víst kunnað gjørt av, hvat hetta orð sipaði til. Vit høvdu havt varhugan av, at tað mundi snúð seg um eitthvørt fólk, lut ella hugtak í kallkyni, men heldur ikki meira. Leikluturin hjá hesum orðum er at umboða onnur orð, til dømis navnorð. Á henda hátt er ikki neyðugt hjá okkum at taka navnorðini upp í saman, men vit kunnu lata hesi orðini umboða tey í staðin.

Um persónsfornøvn sæst í greinini Persónur (máll.).

Talorð

Grundtøl Talorð
0 null
1 eitt
2 tvey
3 trý
4 fýra
5 fimm
6 seks
7 sjey
8 átta
9 níggju
10 tíggju
11 ellivu
12 tólv
13 trettan
14 fjúrtan
15 fimtan
16 sekstan
17 seytjan
18 átjan
19 nítjan
20 tjúgu
21 einogtjúgu
22 tveyogtjúgu
30 tredivu, tríati
40 fjøruti, fýrati
50 hálvtrýss, fimmti
60 trýss, seksti
70 hálvfjers, sjeyti
80 fýrs, áttati
90 hálvfems, níti
100 hundrað
1000 (eitt) túsund

Talorð nýta vit t.d., tá ið vit telja, og tá ið vit greiða frá, hvussu nógv ið er til av onkrum, hvussu ávísur teinur er, hvussu nógv klokkan er, og hvussu nógv okkurt vigar. Vit skifta talorðini sundur í tríggjar partar: Tey talorð, sum vísa okkum, hvussu stór nøgdin er, verður nevnd grundtøl (kardinaltøl) [7]. Hin bólkurin tilskilar, í hvørjum rað eitthvørt hendir, og tí verða tey nevnd raðtøl (ordinaltøl). Hesi bæði sløgini av tølum kunnu annaðhvørt skrivast við bókstavum ella við tølum, men fyri at skyna ímillum grundtøl og raðtøl er siður at seta eitt punktum eftir raðtølini, til dømis: "Í 19. øld". Eitt triðja býti av tølunum eru skriftistølini (distributiv tøl) sum eru "einir", "tvinnir" og "trinnir", tey verða bend sum lýsingarorð.

Grundtølini eru: eitt (ein, ein, eitt), tvey (tveir, tvær, tvey), trý (tríggir, tríggjar, trý), fýra, fimm, seks, sjey, átta, níggju, tíggju, ellivu, tólv, trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, átjan, nítjan, tjúgu. Á nútíðar føroyskum er tað soleiðis, at tað bert eru tey trý fyrstu grundtølini, sum bendast í falli, tali og kyni undantikið eina fleirtalsleivd av fýra í orðafellinum (t.d. "tú eru altíð uppi á fjórum").

Raðtølini eru: fyrsti, annar, triði, fjórði, fimti, sætti, sjeyndi, áttandi, níggjundi, tíggjundi. Raðtølini, øll uttan "annar", bendast sum veikt bend lýsingarorð.

Skriftitølini eru: einir, einar, eini; tvinnir, tvinnar, tvinni; trinnir, trinnar, trinni.

Sagnorð

Sagnorð fáa nógvar ymiskar endingar og kunnu broyta snið á ymsan hátt. Til dømis kann sagnorðið "at eta" koma fyri í øðrum sniðum - "etur", "át" ella "ótu". Samsvarandi hava vit orðið "syngja", sum bæði kemur fyri í forminum "sang" og "sungið". Hvørt nýtt orðasnið, sum vit síggja, nevna vit ein bendingarform. Summir av hesum bendingarformunum kunnu einsamallir verða umsagnarliðir í einum setningi. Aðrir formar mugu hava onnur sagnorð aftur at sær til tess at vera umsagnarliður - "Peter etur" ella "Peter át" eru rættir setningar á føroyskum. "Peter eta" ella "Peter etið" eru ikki rættir setningar.

Hjáorð

Adverbium merkir "tað, sum er lagt aftur at verbinum", sum í mongum mállærum nú á døgum verður mett sum hornasteinurin í einum setningi. Adverbium er sum so mangt annað av latínskum uppruna. Hetta heitið er vorðið til okkara "hjáorð". Hesin orðaflokkurin fevnir um orð, sum á ein ella annan hátt greiðari lýsa ta merking, sum eitt sagnorð hevur. Vit kunnu t.d. spyrja "Hvar er hon?". Og svara "hon er har". Ella vit kunnu spyrja "nær fer hann?". Og svara "hann fer nú". Vit kunnu spyrja "Hvussu livir barnið?". Og svara "barnið livir væl". Hesi orðini: væl, nú, har, eru hjáorð. Hjáorð eru smáorð, ið sett verða hjá sagnorðum. Men hjáorðini hava eisini eina rúmari merking enn bert at vera knýtt at einum sagnorði. Tey kunnu saktans verða knýtt at einum lýsingarorði (tann sera ídni næmingurin kom tíðliga), einum øðrum hjáorði (tann sera ídni næmingurin kom ov tíðliga), einum navnorði (bara næmingar møttu upp) ella einum talorði (bert ein næmingur kom nóg tíðliga). Summi hjáorð bendast, men bara í stigum. Merkingin, sum hjáorðini hava, er fjøltáttað. Teirra uppgáva er at lýsa eitt einstakt orð, sum oftast er umsøgnin, men kunnu tey eisini lita allan setningin.

Vit býta hjáorðini í 6 bólkar - lýsingarhjáorð, kunningarhjáorð, munarhjáorð, spurnarhjáorð, tíðarhjáorð og staðarhjáorð. Tíðarhjáorð siga okkurt um tíðina og svara spurninginum nær. Tey eru til dømis síðan, tíðliga, altíð, nakrantíð. Staðarhjáorð siga okkurt um stað ella støð og svara spurningum, ið byrja við hvar: hvaðani, hvaðan. Tey verða vanliga skift sundur í 3 bólkar. Orð, ið lýsa rørslu frá ávísum staði (eg fari hiðani). Orð, ið lýsa rørslu móti ávísum staði (Per kemur higar). Og orð, ið lýsa staðið, har okkurt er ella hendir (hon er her). Spurnarhjáorð verða nýtt, tá ið spurt verður um eitthvørt. Tey eru til dømis nær, hví, hvaðan, hvussu. Munarhjáorð verða nýtt, tá ið mett verður um mun á onkrum, og tá ið sagt verður frá, hvussu okkurt hendir í mun til annað. Tey eru til dømis óbeinleiðis, ókeypis, bráðfeingis, ovurhonds, øðrvísi. Mong orð, ið enda við "andi", eru munarhjáorð, til dømis skínandi ella líðandi. Kunningarhjáorð nýta vit mest, tá ið vit kunna um eina støðutakan, tá ið vit annaðhvørt játta ella nokta. Tey eru til dømis tíverri, ivaleyst, álvaratos, tíbetur. Lýsingarhjáorð eru hjáorð, ið eru myndað úr lýsingarorðum. Nøkur lýsingarhjáorð eru skjótt, beint, hart, lítið, heilt.

Fyrisetingarorð

Fyriseting er tað føroyska heitið fyri tað latínska orðið "preposisjón", sum merkir "tað at seta frammanfyri". Fyrisetingar eru óivað eitt tað torførasta kapitlið, tá ið tað snýr seg um at læra fremmant mál. Men hetta er einki føroyskt fyribrigdi. Fyrisetingar standa vanliga á føroyskum framman fyri tað orð, tey stýra, til dømis av einihvørjari orsøk, men gjørt kann verða vart við, at nakrar fyrisetingar kunnu standa aftan fyri tað orð, sum tær stýra, til dømis húsanna millum, hansara vegna, tí føroyska málinum viðvíkjandi. Í serligum føri ber til at skilja fyriseting og stýring hvørja frá aðrari, soleiðis at stýringin stendur fremst í setninginum, meðan fyrisetingin endar á seinasta plássi, til dømis "Honum fór hon ikki í býin við". Hetta fyribrigdi sæst serliga í afturbeindum eykasetningum. Vit siga, at ein fyriseting stýrir einum orði, ið oftast er eitt kenniorð, navnorð, persónsfornavn ella lýsingarorð, men kann eisini vera ein navnháttur ella eykasetningur, ið hava navnorðsvirði. Hesa eindina fyriseting, hon við einum setningi/orði stýrir, kalla vit fyrisetingarlið. Hon er, sum sæst, sett saman av eini fyriseting og eini stýring. Hetta merkir, at tá ið tað snýr seg um kenniorð, navnorð, v.f., skulu hesi orð standa í einum ella øðrum falli.

Tey verða brúkt sum í enskum, men tó taka fyrisetingarnir haraftrat ávíst fall til sín, og tann stýringin, ið er knýtt at fyrisetingini fær ta fallending, ið verður kravd av fyrisetingarorðinum. Dømi:

Brævið liggur á borðinum.

á borðinum er fyrisetingarliðurin.

Her er hvørjumfalsendingin: -inum

Á er fyrisetingarorðið (ella fyrisetingin) og borðinum er stýringin. Á stýrir í hesum føri hvørjumfalli, tí talan er um veran á sama staði.

Í sambandi við rørslu tekur fyrisetingin hvønnfall til sín.

Dømi:

Hann legði brævið á borðið.

Og hvønnfalsendingin er: -ið

Sambindingarorð

Sambindingarorð knýta orð, heildir, liðir og setningar í málinum saman á ein ella annan hátt. Konjunksjón er sett saman av tveimum orðum, einum forskoyti "con", ið merkir tað sama sum okkara "sam"/"saman", og navnorðinum "iuncio", sum merkir tilknýti/samband. Føroyskt hevur tvey sløg av sambindingarorðum : tey javnskipandi- og undirskipandi sambindingarorðini. Javnskipandi sambindingarorð binda saman heildir, orð ella setningar, ið hava sama virði. Til dømis annaðhvørt, hvørki, men, ella, bæði. Tey kunnu knýta tveir liðir saman til eina heild, í hesum føri verður serliga hugsað um tað vanligasta sambindingarorðið, ið hevur henda eginleika: "og". Tveir setningar ella fleiri kunnu saktans vera knýttir hvør at øðrum, tó at teir ikki kunnu javnmetast málsliga. Tað vísir seg, at bert ein teirra hevur høvuðslutin, t.e. høvuðsetningurin, um ein ella fleiri setningar verða knýttir at honum. Eru fleiri setningar, kann hetta greidligast berast saman við eina kinverska eskju, har hvør setningur lagar seg eftir øðrum. Orsøkin til hetta fyribrigdi eru tey undirskipandi sambindingarorðini. Tey eru sera ymisk, og tí er neyðigt at bólka tey. Annar bólkurin ger, at eykasetningarnir eru navnorðskendir, hin byrjar hjáorðskendar eykasetningar.

Miðalvarpingar

Interjeksjón er sum so mangt annað tikið úr latínskum, og merkir "at seta okkurt innímillum". Vit hava einki gott orð fyri hesum fyribrigdinum, men vanligt er tó at týða heitið "miðalvarping". Grundmerkingin er, at hesi orð verða sett inn millum orð ella setningar, men við tí stóra muni samanborið við onnur orð, at tey ikki verða greinað sum aðrir liðir. Tískil stendur hesin orðaflokkurin í eini serstøðu. Millum málfrøðingar hevur verið kjakast, um miðalvarpingar veruliga eru orð. Teirra áskoðan er, at tey heldur eru eyðkenni fyri kenslurnar til dømis "pínslu", "vaml" osfr., sum liggja aftanfyri. Tey hava ikki nakra serliga merking eins og orðini í hinum orðaflokkunum. Men tó halda fleiri málfrøðingar, at av tí at tey verða framborin sum onnur føroysk orð, og av tí at tað eru avleiðslur í føroysku, til dømis "at sirra", "ein sitta", "at kísta", er tað rættast, at koyra tey í ein bólk fyri seg. Eisini orðini "ja", "jú" og "nei", sum verða nýtt, tá ið játtað ella noktað verður, finna vit í hesum flokkinum, tí teirra líkskapur er stórur við hesi orð, hvørs eyðkenni eru, at tey hvørki bendast ella standa sum liður í nøkrum setningi. Aðrar fastar vendingar, sum ofta standa uttan setningar, til dømis "hott kvøld", "far væl" og "vælkomin", verða vanliga koyrdar í sama leyp.

Orðatilfeingi

 
Tá ið hetta plátuslagið, sum eitur "Compact disc" á enskum, var nýkomið, sóknaðist tíðindamaður eftir føroyskum heiti á tí. Uppskot málstovnsins var ljómfløga, ella stuttformurin fløga í vanligari talu [8].

Orðatilfeingið í okkara máli er komið ymsastaðni frá og til ymsar tíðir. Stórur partur er arvaður frá okkara ættfedrum, tað eru ikki innflutt orð, men orð, sum hava verið nýtt her á landi so leingi, sum hetta málið hevur verið okkum kunnugt, og tað merkir í eini túsund ár. Hetta er eina mest galdandi fyri tey mest nýttu orðini í málinum, orð, sum eru hvørjum menniskja kunnug, og sum hvørt menniskja nýir, orð sum til dømis "móðir" og "faðir", "vatn" og "jørð", "sita" og "liggja", "lítil" og "stór", "niður" og "opp", "ja" og "nei". Hesi arvorð eru, ið hvussu er, felags fyri øll tey germansku málini, hóast týdningur og snið broytast eitt sindur frá máli til máls. Øll hesi ár, hesi mál hava verið í nýtslu, er orðatilfeingið vorðið ríkari og ríkari, eisini tí at tað hevur tikið orð úr øðrum málum. Hesi orð kalla vit tøkuorð.

Ofta eru tøkuorð gomul í okkara máli, tey kunnu hava lagað seg eftir føroyskari bending og ljóðliga og á annan hátt hava lagað seg, so at ilt er at gita fremmanda upphavið. Hetta fyribrigdi at taka orð inn í málið byrjaði longu fyri søguliga tíð her hjá okkum, so skjótt sum Norðurlond fingu samband við restina av Norðurevropa. Ofta komu nýggj orð saman við vørum, sum fólk úr Norðurlondum førdu heim við sær, navnið fylgdi við vøruni. Seinni komu nýggjar hugsanir, nýggj trúgv inn á Norðurevropa uttaneftir og við teimum orð at nevna alt hetta nýggja og greiða frá tí. Her eru nøkur dømi um gomul tøkuorð úr ymsum málum - "hundur", "ketta" og "køkur" úr latíni, "soppur", "ríki" og "blak" úr keltiskum, "prestur" og "kirkja" úr grikskum um enskt. Og eitt sindur seinni "arbeiði", "bakari" og "handil" úr lágtýskum. "Dekk" og "ruff" úr hollendskum, "marsjur" úr fronskum, "banki", "eitt kolli" og "stivli" úr italskum. Tøkuorð eru eisini til dømis gomul orð, ið ikki hava verið nýtt leingi, sum í veruleikanum eru útdeyð út málinum, men sum eru komin inn aftur í seinni tíð úr nýggjum høpi, til dømis "fløga" fyri CD, "skora" fyri at fáa stig og "bingja" fyri kontainara.

Í okkara øld og serliga tey seinastu tíggjuáraskeiðini hava vit fingið ein heilan floym av fremmandum orðum inn í mál okkara. Nógv av hesum orðum hava enntá framvegis fremmanda uppruna-stavsetingarháttin og upprunaframburðin. Roynt verður at laga tey eftir føroyskum máli. Tískil nevna vit tey fremmandaorð afturímóti tøkuorðum, men munurin er ikki serliga greiður, til dømis "sona", "sjorast", "skons". Tað er eina mest úr enskum, vit hava fingið orðini. Og ein partur av teimum hevur enskt snið, sum uttan hóvasták hevur vunnið sær innvist í føroyskum, til dømis "hobby", "smart" ella "filmur". Og onnur hava longu fingið føroyskan stavsetingarhátt, til dømis "veirur", "skeilett" ella "trol". Bæði fremmandaorð og tøkuorð eru í sera nógvum førum nýggj, av tí at vit í føroyskum ikki hava arvorð, sum fevna um júst sama fyribrigdið. Men tað er mangan, at fólk ikki avmarka seg til at nýta fremmandaorð har, sum neyðugt er. Tey royna at prýða málið við ókendum ella rárum fremmandaorðum, mangan bara at geva sær sjálvum ein dám av lærdómi. Men vit áttu at havt í huga, at óneyðug fremmandaorð gera málið tyngri og forða lesarum at fáa fatur í innihaldinum.

Sannroynd

Kelduávísingar

  1. http://www.norden.org/no/fakta-om-norden/spraak
  2. http://www.framtak.com/info/faroese.html
  3. http://snl.no/f%C3%A6r%C3%B8ysk
  4. https://xn--sprkrdet-c0ac.no/nb-NO/Toppmeny/Publikasjoner/Spraaknytt/Arkivet/Spraaknytt_1996/Spraaknytt_1996_1/Faeroeysk_og_frisisk_maalreis/[deyð leinkja]
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-25. https://web.archive.org/web/20121225173914/http://www.korrekturavdelingen.no/K4TegnsettingIntro.htm. Heintað 2013-01-24. 
  6. http://www.denstoredanske.dk/Sprog,_religion_og_filosofi/Sprog/Morfologi_og_syntaks/syntaks
  7. http://oahpa.no/sma/gramm/tallordintro.nob.html
  8. http://www.territori.info/index.php/term/,9da4ab975b545da0a0526c695a9faf68ac59a069a25f5aad60b1975753a2aa54.xhtml

Sí eisini

Slóðir

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
Done 1
punk 2
see 1