George Alan Rekers (f. 11. juli 1948) er ein amerikanskur sálarfrøðingur og er ein av stovnararunum av kristna felagskapinum Familiy Research Council. Hann situr í nevndini fyri National Association for Research and Therapy of Homosexuality. Eitt av kjarnuviksemi hansara er sostatt at broyta kynsliga samleikan hja samkyndum, og hevur hann eitt nú skrivað bókina "Growing Up Straight: What Families Should Know about Homosexuality".

Georg Rekers er tó komin í andróður, eftir at hann er blivin avmyndaður á flogvøllinum í Miami í 2010 eftir eina 10 daga langa ferð í Evropa saman við einum ungum manni, sum hann hevði hitt á heimasíðuni Rentboy.com. Georg Rekers verjir seg við, at ungi maðurin var einans við á ferðini at hjálpa honum við viðførinum. At maðurin var ein skjøkja, visti hann ikki, fyrr enn ferðin var byrjað, sigur Georg Rekers.

  NODES
Association 1