Heavy Metal
Heavy metal, á føroyskum ofta nevndur ”tungmálmur” er ein sjangra av rokk tónleiki, sum kom fram í 1960’unum og fyrst í 1970’unum, og hetta serstakliga í Onglandi og USA. Við grundstøði í blues-rokki og psykodeliskum rokki útviklaðu bólkarnir, sum skaptu tungmálmstónleikin, eitt tjúkt, massivt ljóð, sermerkt av forsterkaðum reingingum, longum guitar soloum, føstum rútmum, og sum heild eitt hart ljóð.
Á føroyska tónleikapallinum eru fleiri bólkar, sum hava markerað seg, sum heavy metal bólkar. Týr sá dagsins ljós í 1998. Sterkt inspireraður av føroyskum tónleiki og norðurlendskari mytologi, hava teir sera virknir givið 6 fløgur út og verið á mongum uttanlandsferðum ymsastaðni í heiminum.
Á altjóða pallinum hava bólkar sum t.d. Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple, verið undangongumenn innan tung málm. Teir drógu hópin av áskoðarum til sín, hóðast teir mangan vóru háðaðir, soleiðis sum sjangran mangan hevur verið móttikin upp ígjøgnum søguna.
Miðskeiðis í 1970’unum hjápti bólkurin Judas Priest menningini í sjangruni, við at sálda stórar partar av blues inspiratiónini frá; Motörhead presenteraði eitt punk rokk ovurviðkvæmi og teir løgdu ein hægri dent á skjótleika. Bólkar í New Wave of British Heavy Metal sjangruni, sum t.d. Iron Maiden fylgdu einum líknandi spori. Við endanum á 1970’unum, hevði tungmálmur hálað ein heimsumfatandi bólk av fjepparum til sín, á enskum róptir "metalheads" ella "headbangarar".
Í 1980’unum, bleiv glam metal ein stór vinnugrein við stórum avkasti við bólkum, sum t.d. Mötley Crüe. Underground pallurin skapti eina røð av meira ekstremum og ágangandi stílum: thrash metal bleiv mainstream við m.ø. Metallica, ímeðan t.d. death metal og black metal enn eru sermentunnar fyribrigdi. Í 1990’unum hava populerar sjangrur, sum t.d. nu metal, sum ofta tekur elementir av funk og Hip hop uppí; og metalcore, sum blandar extreme metal við hardcore punk, førka definitiónina av sjangruni enn einaferð.
Kelda
rætta- Kelda til hesa grein er frá ensku síðuni á Wikipedia um ”Heavy metal music”.