Í tí klassisku siðvenjuni er Homer (Ὅμηρος, Hómēros) rithøvundurin, sum hevur skrivað Ilionskvæði og odyssevskvæði, og verður sæddur sum tann størsti av yrkjarunum í forna Grikkalandi, sum skrivaði episk kvæði. Hesar episku yrkingarnar eru yrktar tíðliga í tí vesturlendsku kanonini av bókmentum, og hava havt sera stóra ávirkan á bókmentasøguna.

Bringumynd av Homer frá hellenistisku tíðini, hon er á British Museum í London

Tað er óvist, nær hann livdi. Herodot metir, at Homer livdi 400 ár áðrenn hansara egnu tíð, tvs. umleið 850 ár fyri Krist.[1] meðan aðrar fornar keldur siga, at hann livdi nógv tættari uppá ta tíðina ið man metir at Trojanska kríggið fór fram fyrst í 12. øld f.Kr.[2] Flestu nýtíðar granskarar meta at Homer livdi í 7. og 8. øld f.Kr.

At tann stóra ávirkanin av homerisku kvæðunum hevur formað grikska mentan, var viðurkent víða um, og Homer varð nevndur sum lærarin hjá Grikkalandi. [3]

Lívsleið

rætta
 
Homère et son guide ("Homer og vegvísari hansara") av William Bouguereau (1874)

Sambært tradisjónini var Homes blindur. Tvey støð í teimum homerisku tekstunum stuðla hesi fatanini. Fyri tað fyrsta er aoidan Demodokos, hvørs leiklutur í Odysséini er at syngja um kríggið í Troja, blindur. Fyri tað næsta, so sigur rithøvundurin til ta homerisku hymnuna við tann deliska Apollon (sum Homer við tíðini hevur fingið æruna av at skriva) um seg sjálvan: τυφλὸς ἀνήρ, οἰκεῖ δὲ Χίῳ ἔνι παιπαλοέσσῃ ("ein blindur maður, sum býr á fjallaríku Chios").[4]

Fleiri jonisk pláss (Chios, Smyrna, Kyme og sjálvt Kolofon) hava sagt seg vera upprunastaðið har Homer kom frá. Í sjálvum verkinum veit man einki um lív hansara.[4]

Homer hevur fingið æruna av at vera rithøvundur til Iliaduna og Odysséina. I fornøldini segði man eisini, at hann hevði skrivað fleiri aðrar yrkingar, harav fleiri hymnir og epigram eru til enn, umframt tað sonevndu Βατραχομυομαχία ("Batrachomyomachia", "stríðið millum froskar og mús"), ein komiskt hetjuyrking sum er ein parodi uppá Ilionskvæðið. Seinni gjørdist tað tó greitt, at hesi ikki vóru yrkt fyrr enn nakað væl seinni.[5] Í fornøldini varð navnið Homer ofta knýtt at episkari yrking yvirhøvur, tað var ikki fyrr enn í tíðini frá Platon og Aristoteles at Homer varð mettur at vera rithøvundur bert til Iliaduna og Odysséina.[4]

Keldur

rætta
  1. Herodotus 2.53.
  2. Graziosi, Barbara - Inventing Homer, Cambridge|, ár 2002, síðurnar 98–101
  3. Bók: Heubeck, Alfred, skrivað saman við: West, Stephanie; Hainsworth, J. B., heitið: A Commentary on Homer's Odyssey, útgivið: Oxford University Press, staður: Oxford, ár: 1988, síða 3, isbn= 0-19-814047-9
  4. 4.0 4.1 4.2 Homère í fronsku Wikipediu 19. apríl 2006
  5. runeberg.org, nfbk, 0551.html Homeros
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
HOME 23
iOS 3
languages 1
mac 1
os 8