Staturin Illinois (alment enskt heiti: State of Illinois) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 12,8 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Illinois mark við Wisconsin, í suðuri við Kentucky, í eystri við Indiana og í vestri við Iowa og Missouri. Springfield er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Chicago. Í desember 1818 bleiv Illinois stakríki í USA.

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Springfield
Størsti býur: Chicago
Innlimað: 3. desember 1818
Guvernørur: JB Pritzker (D)
Vídd: 149,998 km²
Íbúgvar (2010): 12 830 632
fyri km²: 91/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.illinois.gov

Fjørutiundi forsetin, Ronald Reagan (1911-2004), Republikanski Flokkurin, var føddur í Illinois.

Eyknevni er Graslendisstaturin (enskt: The Prairie State).

Indiánarnir

rætta

Í Illinois vórðu í 1200-1400 bygdir stórir býir og andaligir miðdeplar fram við Mississippiá. Tann týdningarmesti varð bygdur í Cahokia í St. Clair County. Tað, sum eyðkendi búsetningarnar fram við Mississippiá í Suðurillinois, var allir ferhyrntu heyggjarnir, ið vóru flatir omaná og vórðu seinni brúktir sum grundir undir templum og húsum hjá tignarligum monnum. Heyggjarnir stóðu á víðum, innigirdum vøllum ella fram við breiðum vegum. Fjølbygdasta búsetingin var Cahokia í Suðurillinois, har fleiri enn 100 heyggjar vóru. Moldin til heyggjarnar varð borin í kurvum. Gággur og aðrar skeljar vórðu brotnar og eltar upp í leirin, so at hann skuldi verða sterkari.

Samfelagsskipanina í Cahokia vita vit einki um, men helst var tað høvdingadømi, og fólkið dýrkaði høvdingarnar sum gudar. Grivnar eru út nakrar prýðiligar høvdingagravir: ein høvdingur fekk 20.000 perlur við sær í grøvina, og líkini uttan um hann vísa, at alt húskið og tænararnir vórðu grivin við honum.

Flestu fólk í Suðurillinois vóru bøndur. Tey búðu í leirklíndum húsum av flættaðum greinum, sum stóðu uttan um heyggjarnar og í bygdum fram við ánni, har fruktabesta jørðin var. Bøndurnir dyrkaðu mais, bønir og grasker - moldin varð loyst við hakkara. Bøndur veiddu eisini hjørt við ørv og boga.

Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av matinum varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja.

Myndir

rætta

Størstu býir

rætta

Teir 10 størstu býirnir í Illinois eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[1]

  1. Chicago – 2 705 994
  2. Aurora – 199 602
  3. Naperville – 148 304
  4. Joliet – 148 099
  5. Rockford – 146 526
  6. Springfield – 114 694
  7. Elgin – 111 683
  8. Peoria – 111 388
  9. Champaign – 88 029
  10. Waukegan – 86 792

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Coordinates: 40°2′34.8″N 89°0′46.8″W / 40.043000°N 89.013000°W / 40.043000; -89.013000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta


  NODES
HOME 1
languages 1
os 3