Jean-Luc Picard er ein persónur í Star Trek, skiparin umborð á USS Enterprise-D og USS Enterprise-E. Hann varð leiktur av bretska sjónleikaranum Patrick Stewart í sjónvarpsrøðini Star Trek: The Next Generation (TNG) og filmunum, ið komu aftaná. Gene Roddenberry gjørdi persónin og uppkallaði hann eftir Jean Piccard, doktara, ein sveisiskur vísindamaður og ballónførari. Eingin almenn kelda finst til navnið Picard, men persónurin hevur ofta sínar 'kendu forfedrar' á orði — allarhelst Jean, Auguste og Jacques Piccard.

Jean-Luc Picard (Patrick Stewart)

Lívið áðrenn tænastuna umborð Enterprise

rætta

Jean-Luc Picard varð føddur í Labarre, Fraklandi, jørðin 13. juli 2305. Hann er sonur Maurice Picard and Yvette, fødd Gessard. Longu sum drongur longdist honum eftir ævintýrum og kanningarferðum, og hetta førdi nærum til stríð, tá hann fór frá víngarðinum, ið familjan hevði átt í fleiri ættarlið, og søkti inn á Stjørnuflotaakademiið Í 2366 eru bæði foreldrini deyð. Bróðurin, Robert, og bróðursonurin, René, vóru einastu eftirlivandi familjulimir hansara, men teir doyðu í einum eldi í 2371 (Star Trek: Generations). Hann dumpaði fyrstu inntøkuroyndina, men hann kláraði hana seinni og slapp inn. Hann fekk prógvið í 2327 sum besti ella nærum næmingur í árganginum. Hann var fyrsti fyrstaársnæmingur, ið vann akademimaratonrenningina á Delulin II. Stjørnuflotaraðnummar hansara var SP-937-215 (TNG: "Chain of Command, Part 1").


Stutt eftir próvtøkuna var Picard í 2328 eina tíð á Earhartstjørnustøðini og bíðaði eftir skipinum, ið hann skuldi mynstra við. Meðan hann bíðaði, varð hann stungin í hjartað av einum av trimum Nausicaanarum undir einum bardaga í Bonestell Recreation Center. Skaðin kundi ikki gerast aftur, og hjartað varð býtt um við eitt manngjørdum hjarta[1] Hendan hendingin gjørdi unga Picard varugan við, at hugmóð hansara var høvuðsatvoldin til, at hann nærum varð dripin.

Í 2333 gjørdist Picard yvirstýrimaður umborð á USS Stargazer (NCC-2893) og gjørdist skipari, tá skiparin doyði í eini orrustu. They næstu 22 árini var Picard skipari á Stargazer á eini rannsóknarferð.

Meðan hann var skipari á Stargazer vann hann í 2355 Maxiaorrustuna í Maxia Zeta-skipanini ímóti einum ókendum fígginda, ið seinni vísti seg at vera eitt later Ferengi D'Korafloksstjørnuskip, við at finna uppá og nýta eitt herráð, ið varð kallað "Picardhandferðin", og sum gjørdi at ferengiskipið fórst við manni og mús. Eftir at Stargazer gekk burtur, varð hann sendur í krígsrættin í 2356, men ákærurnar um skeiva atferð vórðu sleptar. (Hetta er vanlig stjørnuflotasiðvenja, hvørja ferð eitt skip gongur burtur og fylgir gomlu sjósiði.)

Hvat Picard tókst við tey næstu níggju árini, áðrenn hann gjørdist skipar á Enterprise-D er ikki heilt greitt. Óivað varð hann vandur við kenda Star Trek-diplomatiið og -herráð, men við eini glæsiligari yrkisleið, ið enn ikki var byrjað. Í einum parti nevnir hann eina hending, ið hendi millum Stargazer og Enterprise-D-tíð hansara, tá skip hansara svaraði einum neyðarkalli.

Persónligt lív og persónligir áhugar

rætta

Bítast má merki í, at franski skiparin verður leiktur av einum bretskum sjónleikara. Ein kundi hugsað sær, at Paramount vildi tekkjast bæði fronskum og bretskum fjepparum samstundis. Tað er meira enn hugsandi, at bretar hyggja burtur frá franskleikanum og meta Picard sum ein av sínum egnu. Fólkini handan røðina gera heldur ikki nógv við, at fáa teir hugsa øðrvísi, tí sjálvt um lívssøga hansara heilt vist er fronsk, so hella atferðin og hugburðurin meira til ta bretsku síðuna. Umborð á Enterprise-D og -E biður Picard altíð um "Tea, Earl grey, hot", ið neyvan hevði verið fyrsta valið hjá einum fransmanni. Og hóast at kærleiki hansara til Shakespeare kann orsakast (ja, sjálvt klingonar dáma Shakespeare), so er tað, at Picard lærir Data at nýta eina sterka Midlandsdialekt, ótrúliga ósannlíkt, óansæð hvussu væl fransmaðurin dugir enskt. Eisini verður upplýst í einum av filmunum, at Picard hevur lært Data at syngja sangin "A British Tar" hjá Gilbert & Sullivan, og í einum parti roynir ein eftirgjørdur Picard, ið tó hevur somu tankamynstur sum hin veruligi, at fáa manningina at syngja "Hearts of Oak", ið er ein fosturlandssongur, ið er ímynd av Royal Navy, í felag.

Picard er mestu sum fjølfrøðingur og hevur áhuga í so ymsum evnum sum klassiskar bókmentir, fornfrøði, alisfrøði, fikting, ríðing og modellmyndirnar av ymsum stjørnuflotaskipum. Honum dámar væl m.a. Berlioz, og áhugi hansara í tónleiki kemur væl til sjóndar, tá hann spælir á sína ressikansku floytu, ið hann lærdi at spæla á, meðan hann var bundin til eitt rúmdarfar, ið hevði minnið hjá einum manni av eini mentan langt eftir, at hon týndist. (TNG: "The Inner Light") Onkuntíð venur hann saman við skipstelduni. Alskur hansara til tónleik og sjónleik verður vístur fram, sum røðini líður. Eisini lærir hann Data at "føla" seg gjøgnum verkini og at fáa røttu mannakensluna fram. Picard er ein privatur persónur, og tað kemur til sjóndar í hansara romantisku ævintýrum, og tá hann skuldi undir skurð á Stjørnustøð 212 í 2365 fyri at fáa eitt nýtt hjarta. ("Samaritan Snare").[1]

Sum yvirmaður er Picard ein ráðgevi ella fyrimynd hjá fleiri øðrum persónum, serligani Data. Picard ansaði eisini væl eftir undurbarninum Wesley Crusher og gav honum tignina sum fenrikkur. Wesley er sonur starvsfelagan Dr. Beverly Crusher, læknayvirfólk á Enterprise-D og besta vin hansara, loytnantkommandørur Jack Crusher og varð føddur, áðrenn Jack varð dripin 2354, meðan varð við Picard umborð á Stargazer.

Picard og Beverly Crusher

rætta

Eftir at Jack Crusher doyði, vórðu Picard og Beverly Crusher góð vinfólk og altíð vóru onkur tekin um atdrátt teirra millum. Men hesin atdráttur var tó avdúkaður, fyrr enn hann varð noyddur fram av einum tóli, ið ein fremmand rasa, pryttarnir á Kesprytt, hevði koyrt í tey, og sum loyvdi teimum at lesa tankarnar hjá hvørjum øðrum í partinum "Attached". Í einari av tíðarlinjunum hjá Q í síðsta parti "All Good Things..." var Picard giftur og seinni skildur frá Crusher, ið nú var skipari á einum sjúkraskipi. Hon hevði enn hansara navn, og hetta voldi til eina skemtiliga hending, tá bland kom í um, hvør Picard, skipari varð róptur á brúnna.

Dixon Hill

rætta

Eitt av holodekkforritunum, ið Picard dámar best er detektivurin Dixon Hill, ið allarhelst er skrivaður til heiðurs fyri aðrar bókmentadetektivar sum Philip Marlowe og Sam Spade.

Søgurnar hjá Dixoni Hill ganga fyri seg í 1940-árunum í San Francisco á Jørðini, ein vælkomin broyting frá einum gerandisdegi við millumstjørnaferðum. At byrja við var Picard einsamallur í forritinum, men seinni fingu eisini Data, Beverly Crusher o.o. áhuga í tí og komu uppí sum vinir hjá Dixoni Hill.

Heimurin hjá Dixoni Hill hava nógvar afturvendandi persónar, ið einans finnast á holodekkinum, t.d. brotsharrarnir Cyrus Redblock og Nicky the Nose. Summi halda, at Dixon Hill varð skapaður í eini roynd at endurnýta aðalevnini í ST-TOS partinum "A Piece of the Action." Men her skal leggjast aftur, at tann parturin snúði seg um chicagobrotsmenn í 1930-árunm, meðan Dixon Hill er ein film noir detektivur úr fjørutiárunum.

Star Trek bókin A Hard Rain gongur fyri seg nærum øll í heiminum hjá Dixoni Hill við einans fáum undantøkum, ið ganga fyri seg í "veruliga" Star Trek-heiminum. Tá løgnar hendingar, sum t.d. at fólk livna upp aftur, ikki verða tald uppí, so er bókin júst sum ein vanlig detektivskaldsøga.

Dixon Hillsøgur:

  • "The Big Goodbye"
  • "The Long Dark Tunnel"
  • "The Parrot's Claw"

Í Star Trek: First Contact nýtir Picard holodekkið við eini Dixon Hill-søgu ("The Big Goodbye", kapitlar 12 og 13) at snýta og drepa tveir Borg við at skjóta eina thompsonmaskinbyrsu. (Hetta vápnið kundi einans drepa, tí Picard hevði sløkt trygdarverjuna.)

Skipari á Enterprise

rætta

Star Trek: The Next Generation

rætta

Røðin The Next Generation byrjaði, tá Picard gjørdist skipari á nýggja galaxyflokkaða stjørnuskipinum USS Enterprise (NCC-1701-D), nýggja flaggskipið hjá Stjørnuflotanum á stjørnudagfesting 41124 (14. februar 2364). Á umleið stjørnudagfesting 41153,7 (4 dagar seinni) varð Picard útnevndur til at umboða mannaættina í einum rætti stýrdur av Q. Tað eydnaðist Picard at sannføra Q um at geva mannaættini ein møguleika, og so var (TNG: "Encounter at Farpoint"). Umleið stjørnudato 47988 (26 December 2370), hevði Q aftur ein dómstól við eini nýggjari roynd til Picard; Picard kláraði royndina og mannaættin var bjargað (TNG: "All Good Things..."). (Q segði at royndin 'endaði ongantíð' á Farpointstøðini og legði upp til at øll røðin var ein roynd hjá Q-tilveruni at kanna menniskjuni.)

Í samband við Maxiaorrustuna fann Bok, ein ferengiskur DaiMon, seinni vrakið av Stargazeri og gav Picard tað. Bok hevði Picard undir ákæru fyri at hava dripið son sín, ið var umborð á fíggindasinnaða skipinum. Við at nýta vitisstýring gav hann Picard ógvuslig minni um hendingina, og hetta fekk Picard til at leypa á Enterprise-D; manningin hjá Picard kláraði tó at steðga hesum. ("The Battle") Nøkur ár seinni fann Bok ein mann, Jason Vigo, hvørs DNA hann broytti, so tað sá út sum at hann var sonurin hjá Picard. Bok ætlaði, at Picard og Vigo skuldu hittast, og síðani skuldi Bok drepa Vigo, so Picard visti, hvussu tað var at missa ein son, men ætlanin miseydnaðist, tá tað var staðfest, at Jason Vigo ikki var sonurin hjá Picard. ("Bloodlines").

Í 2365 bar Q so í bandi, við at senda Enterprise-D góð 7.000 ljósár út í rúmdina, at Stjørnuflotin fyri fyrstu ferð hevði samband við Borgfólkið í J-25-skipanini. Enterprise-D var við undirlutan og slapp bara undan, tí Picard bønaði Q um at senda seg aftur inn á øki hjá Føderatiónini. ("Q Who?").

Árið eftir bað K'mpec, klingonskur kanslari, Picard um at verða millummaður fyri at finna útav, hvør skuldi koma aftaná K'mpec, ið varð spakuligani eitraður, og at avsløra (collusion?). Stutt eftir skuldi Picard velja ímillum tveir avbjóðarar: Duras og Gowron. Undir tingingunum umborð á Enterprise-D drap Duras klingonska sendimannin K'Ehleyr, makin hjá trygdarovastanum Worf loytnanti, ið hjálpti Picard. Afturfyri drap Worf seinni Duras. ("Reunion").

  NODES
HOME 1
languages 1
os 3