Krambatangi er eitt staðarnavn í Suðuroynni, sum var rættiliga ókent áðrenn 2005, tá ein ferjulega varð gjørd har til nýggja stranfara skipið Smyril, sum kom til landið í oktober 2005. Ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk samstundis sum nýggi Smyril kom. Áðrenn tað var ferjulegan á Drelnesi nýtt til Smyril, og áðrenn tað sigldi Smyril inn á Tvøroyrar Havn og á Vágs Havn. Í gomlum døgum, áðrenn vegur kom millum allar bygdir, sigldi Smyril inn til fleiri aðrar bygdir í Suðuroynni.

Smyril leggur frá landi á Krambatanga.

Krambatangi er í Øravíkarlíð, 3 km frá bygdini Øravík. Krambatangi er tætt við har sum Trongisvágur bygjar. Tvøroyri liggur hinumegin Trongisvágsfjørð.

Myndir

rætta

Útvortis ávísingar

rætta
  Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
  NODES