Kristian 6. (30. november 1699 – 6. august 1746) var kongur av Danmark í tíðarskeiðnum 1730 til 1746. Hann var ein dúgligur og arbeiðssamur kongur. Hann vildi fegin, at fólkið, sum stóð undir honum, skuldi hava góð og livlig kor. Menn hann gloymdi heldur ikki seg sjálvan. Honum tókti ikki, at tann gamla kongsborgin, sum faðir hansara hevði vælt um, var nóg hóskiligur bústaður fyri einaveldisharran, og tí tók hann hana niður og reisti ta glæsiligu Kristiansborg. Hon var ovurhonds dýr. Uttan um borgina læt hann spenna jarnketur, so eingin skuldi koma ov nær. Kristiansborg er í Keypmannahavn og varð liðugt í 1780. Slottið var kongsslott áðrenn Amalienborg. Tað er brent í grund tvær ferðir - í 1794 og í 1884. Kristiansborg hevur síðan 1918 hýst fólkatinginum og stjórnini.

  NODES
HOME 1
languages 1