Landskrona er ein býur í Landskrona kommunu í Svøríki. Fólkatalið í býnum er umleið 30 499.[1] Undir Fyrra heimsbardaga varð ein skipasmiðja bygd í Landskrona, sum nevndist Öresundsvarvet. Nógv fólk arbeiddu har og skipasmiðjan førdi fólkavøkstur við sær. Men eftir kríggið kom støðgur í fólkatalið, meðan grannabýir sum eitt nú Helsingborg, Lund og Malmö hildu fram við at vaksa. Mitt í 1970'unum arbeiddu umleið 3.500 fólk á skipasmiðjuni, men í 1983 læt hon aftur, og ein 20 ára long kreppa byrjaði. Býurin er tó so við og við komin fyri seg aftur.

Citadellet.

Ferðasamband

rætta

Í 2001 varð ein nýggj jarnbreytastøð latin upp í býnum, og hetta hevði sera stóran týdning fyri býin, tí tann gamla jarnbreytastøðin bert var fyri tok ið koyrdu suðureftir. Tann nýggja jarnbreytastøðin er á leiðini millum Keypmannahavn og Göteborg, og øll tok støðga í Landskrona.

Føroyar hevði heimavøll í Landskrona

rætta

Føroyar fyri fyrstu ferð luttók í UEFA fótbóltskapping, var tað ongin fótbóltsvøllur í Føroyum, ið kundi góðkennast til UEFA landsdystir, og tí mátti ein annar vøllur finnast í øðrum landi. Føroyar var í sama bólki sum Danmark, og tí var ein vøllur funnin, sum lá tætt við Keypmannahavn, men tó ikki í Danmark. Føroyar fekk tí heimavøll í Landskrona. Fyrsti dysturin varð leiktur móti Eysturríki hin 12. september 1990[2], og teir føroysku landsliðsleikararnir skaptu sensatión við at vinna 1-0 við máli sum Torkil Nielsen gjørdi.

Keldur

rætta
  1. Tätorter 2010
  2. http://www.uefa.com/uefaeuro/season=1992/matches/round=218/match=2963/index.html

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
  NODES