Miðallívsævi er heiti fyri, hvussu leingi fólkið livir í miðal í einum landi. Miðallívsævi er miðalaldurin á teimum, sum doyggja. Væntað miðal lívsævi er talið á árum, sum fólk í ávísum aldri í miðal væntast at hava eftir at liva. Hon er ymisk fyri ymiskar aldursbólkar. T.d. kunnu nýføðingar í Føroyum í 2014 vænta at liva í 80,11 ár.[1] Í 1950 var miðallívsævin í øllum heiminum 40 ár. Betri heilsuviðurskifti og betri og meiri matur hava gjørt, at miðallívsævin nú á døgum er 65 ár. Men hetta tal sigur einki um ovurstóra munin á ríkum og fátækum londum og munin ímillum stættirnar í einum landi. Rík fólk hava vanliga betri heilsu enn fátæk fólk, og tí er fólkið frískari og livir longur í ríkum londum enn í fátækum londum.

Hægsta miðallívsævi Aldur     Lægsta miðallívsævi Aldur
Monaco Monako 89,73 Svasiland Svasiland 31,88
Makao Makao 84,41 Angola Angola 38,20
San Marino San Marino 83,01 Zambia Sambia 38,63
Andorra Andorra 82,43 Lesotho Lesoto 40,38
Japan Japan 82,25 Mozambique Mosambik 41,18

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-05-06. https://web.archive.org/web/20190506104321/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html. Heintað 2014-10-30. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES