New Delhi
New Delhi (i/ˌnjuː ˈdɛli/)[4][5] er høvuðsstaður í India og eitt av teimum 11 landslutunum í Dehli. Sjálvt um Delhi og New Delhi í vanligari talu verða nýtt við somu merking, tá ið høvuðsstaðurin í India verður umrøddur, so er talan um tvær ymiskar eindir, har New Delhi er ein lítil partur av Delhi. Tað ið á enskum nevnist National Capital Region er ein nógv størri eind, ið er umgird av Haryana á trimum síðum og Uttar Pradesh móti eystri.
New Delhi | |
---|---|
Høvuðsstaður og landspartur | |
Við urinum frá ovast til vinstru: Stjórnarbygningurin, Connaught Plássið, Jantar Mantar, Rashtrapati Bhavan, India Gate | |
Land | India |
Union territory | Delhi |
Stovnað | 1911 |
Inaugurated | 1931 |
Øki[1] | |
• Høvuðsstaður | 42,7 km2 (Bad rounding here16 sq mi) |
Hædd | 216 m (709 ft) |
Fólkatal (2011)[2] | |
• Høvuðsstaður | 257,803 |
• Tættleiki | 6,000/km2 (16,000/sq mi) |
• Stórbýurin Dehli (2016)[3] | 26,454,000 |
Íbúgvanavn | Delhiite |
Tíðasona | IST (UTC+5:30) |
Postnummur | 110xxx |
Økiskota | +91-11 |
Akfar skráseting | DL-1x-x-xxxx to DL-14x-x-xxxx |
Civic agency | New Delhi Municipal Council |
Heimasíða | www.ndmc.gov.in |
Grundarsteinurin í býnum varð lagdur av Georg 5. av Stórabretlandi undir Delhi Durbar í 1911.[6] Steinurin varð teknaður og tilevnaður av bretsku arkitektunum Sir Edwin Lutyens og Sir Herbert Baker. Tann nýggi høvuðsstaðurin varð vígdur hin 13. februar 1931,[7] av Viceroy and Governor-General of India Lord Irwin.
Søga
rættaDelhi hevði virkað sum politiskur og fíggjarligur miðdepil undir fleiri ymiskum veldum i søguni hjá forna India og Delhi Sultanatinum, har tað kendasta var Mughal-ríkið frá 1649 til 1857. Í byrjanini av 1900-árunum, varð eitt uppskot lagt fyri bretsku fyrisitingini um at broyta høvuðsstaðin hjá Bretska Indiska Heimsveldi, ið var almenna navni á India tá, frá Calcutta á eysturstrondini til Delhi.[8] Bretska stjórnin í India meinti, at tað logistiskt sæð var lættari at stjórna India úr Delhi mitt í Norðurindia.[8]
Jørðin har ið nýggi býurin skuldi byggjast varð fingin til vega við lógini um ognartøku av jørð frá 1894.[9]
Jarðfrøði
rættaNew Delhi hevur eina vídd á 427 km2, og tað er ein lítil partur av stórbýnum Delhi.[10] Eftirsum at býurin liggur í Norðurindiska láglendinum (Indo-Gangetic Plain), so er tað lítil hæddarmunur í býnum. New Delhi og økini kring býin vóru einaferð ein partur av Aravalli fjallarøðini. Tað ið er eftir av teimum fjøllunum er Delhi-ryggurin, ið eisini verður nevnt Lungurnar hjá Delhi.
Ítróttur
rættaBýurin var vertur fyri Commonwealth Games í 2010 og er hvørt ár vertur fyri Delhi Hálvmaraton kappingina. Býurin hevur fyrr verið vertur fyri Asiatisku leikunum í 1951 og 1982. New Delhi vísti áhuga fyri at gerast vertur fyri Asiatisku leikunum 2019, men hin 2. august 2010 sýtti stjórnin fyri at stuðla ynskinum orsakað av skuldsetingum um mutur á Commonwealth Games 2010.[11]
Keldur
rætta- ↑ Amanda Briney. "Geography of New Delhi". About.com Education. http://geography.about.com/od/indiamaps/a/new-delhi-geography.htm. Heintað 2017-11-29.
- ↑ "New Delhi (Delhi, India): Population Statistics in Maps and Charts". City Population. http://www.citypopulation.de/php/india-maharashtra.php. Heintað 21. mars 2017.
- ↑ "The World's Cities in 2016" (PDF). United Nations. Oktober 2016. p. 4. https://www.un.org/en/development/desa/population/publications/pdf/urbanization/the_worlds_cities_in_2016_data_booklet.pdf. Heintað 4. mars 2017.
- ↑ Wells, John C. (2008), Longman Pronunciation Dictionary (3rd ed.), Longman, ISBN 9781405881180
- ↑ Roach, Peter (2011), Cambridge English Pronouncing Dictionary (18th ed.), Cambridge: Cambridge University Press, ISBN 9780521152532
- ↑ Lahiri, Tripti (13 January 2012). "New Delhi: One of History’s Best-Kept Secrets". The Wall Street Journal. https://blogs.wsj.com/indiarealtime/2011/11/08/one-of-historys-best-kept-secrets/.
- ↑ Stancati, Margherita (8 December 2011). "New Delhi becomes the capital of Independent India". The Wall Street Journal. https://blogs.wsj.com/indiarealtime/2011/12/08/independence-through-a-womans-lens/. Heintað 11 December 2011.
- ↑ 8.0 8.1 Wright, Tom (11 November 2011). "Why Delhi? The Move From Calcutta". The Wall Street Journal. https://blogs.wsj.com/indiarealtime/2011/11/11/why-delhi-the-move-from-calcutta/. Heintað 16 November 2011.
- ↑ Land and Acquisition Act 1894 Archived 2014-10-25 at the Wayback Machine.
- ↑ "NDMC Act". Ndmc.gov.in. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2. mars 2008. https://web.archive.org/web/20080302220220/http://www.ndmc.gov.in/AboutNDMC/NNDMCAct.aspx. Heintað 4 November 2008.
- ↑ "Indian government says no to bid for 2019 Asian Games". NDTV India. 2. august 2010. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 5 August 2010. http://www.ndtv.com/article/sports/government-says-no-to-bid-for-2019-asian-games-sources-41508. Heintað 2. august 2010.