Norska grundlógin er elsta framhaldandi stjórnarskipan í heiminum næst at teirri hjá USA. Tó at hon upprunaliga var skrivað í skundi, var hon sera nýmótans og víðsýnt við ásetingum um valdsbýti og valdsavmarkingar, mannarættindi og óheftar stovnar. Norska grunlógin varð einmælt samtykt av "Riksforsamlingen" á Eidsvoll 16. mai 1814. Dagin eftir, 17. mai, varð grundlógin daterað og undirskrivað av formansskapinum. Tí er tjóðdagur Noregs ásettur at vera hendan dagin. Fyrimyndir vóru franska grundlógin frá 1791 og tann amerikanska frá 1787.

Tað var 17. mai 1814, at norska grundlógin var undirskrivað í Eidsvoll.

Í 1814 noyddist Danmark at sleppa Noregi eftir 434 ára felagsskap. Fullveldið vardi tó bert í fáar mánaðir, og eftir eitt stutt kríggj, mátti Noreg gera samveldi við Svøríki, sum helt fram til 1905. Í hesum tíðarskeiðinum royndi svenski kongurin fleiri ferðir at máa undan norsku grundlógini, men norðmenn vardu sína nýggju stjórnarlóg. Norðmenn broyttu stjórnarskipanina 4. november 1814, so hon viðurkendi, at Noregi var "forenet med Sverige under een Konge", men annars varðveitti Noreg egna stjórnarskipan, nú nevnda "Grundlov", egið ting og egna lóggávu, egnan hægstarætti og rættarskipan, umframt egið embætisverk og egna hermegi, tó at ovasta stjórnin sat hjá kongi í Stokkhólmi, sum eisini umsat uttanríkisvaldið.

  NODES