Ontariovatn
Ontariovatn (enskt: Lake Ontario) er eitt stórt vatn í eystara parti av Norðuramerika. Vatnið er tann eystasta og tann minsta av Stóruvøtnum (Great Lakes). Ontariovatn fekk navnið frá irokesiska heitinum ontarí'io, sum merkir skínandi vatn. Kanadiski landsluturin Ontario er uppkallaður eftir vatninum.
Landafrøði
rættaVatnið liggur á markinum ímillum Kanada (Ontario) og USA (New York). Vatnið er 19.348 ferkilometrar til víddar (311 km til longdar og 85 km til breiddar). Dýpið av vatninum er í miðal um 86 metrar, og har tað er djúpast, 244 metrar.[1]
Útsynningsmegin rennur Niagaraá út í Ontariovatnið, beint við Niagara-on-the-Lake, á markinum millum USA og Kanada og nærindis St. Catharines. Frárenslið er St. Lawrenceá í landnyrðingsendanum á vatni, nærindis Kingston.
Ontariovatn er 74,1 metrar oman sjóvar og tískil sigla farmaskip úr Ontariovatni oman at strondini ígjøgnum eina stóra slúsaskipan í St. Lawrenceánni (Saint Lawrence Seaway). Til samanbering er havnin í Montreal uml. 9,1 metrar oman sjóvar.
Býir fram við vatninum
rættaTýdningarmesti býurin við Ontariovatn er Toronto, ið liggur fram við norðara bakkanum í Ontario. Umframt at vera størsti kanadiski býurin, er Toronto eisini fremsti ídnaðarbýur, størsti fíggjardepil og tann býur, sum veksur skjótast í Kanada.
Aðrir stórir býur fram við vatninum eru:
- Kingston, Ontario
- Oshawa, Ontario
- Mississauga, Ontario
- Burlington, Ontario
- Hamilton, Ontario
- St. Catharines, Ontario
- Rochester, New York (USA)
Hygg eisini at
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Lake Ontario, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 43°42′00″N 77°54′00″W / 43.70000°N 77.90000°W
Keldur
rætta- ↑ Lake Ontario, lakepedia.com