Orangutang (frøðiheiti - Pongo pygmaeus) er størsta dýr í heiminum, sum heldur til uppi í trøum. Orangutang - navnið stavar frá maleisiska orðinum fyri "Maðurin í skóginum". Orangutangungarnir eru ikki gamlir, tá ið teir læra at gera sær ból uppi í trøunum. Teir læra av foreldrunum, royna aftur og aftur, til tær duga at gera sær ból eftir lítlari løtu. Teir benda leyvklæddar greinar uppeftir, flætta tær og leggja seg væl til rættis fyri náttina. Orangutangir liva í Landsynningsásia. Indonesia og Maleisia. Orangutangin er hótt dýr, tí eru friðingarøki gjørd í regnskóginum, har tær kunnu liva í friði og náðum. Orangutangir eru plantuátarar og eta mest frukt. Orangutang etur mest frukt, men henni dámar eisini annan gróður, so sum børk. Hon etur eisini hunang, flogkykt og egg undan fugli.

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Orangutang

Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Primates
Ætt: Hominidae
Útbreiðsluøki. Orangutang livir einans í regnskógunum í Borneo og Sumatra.

Eins og gorillur og sjimpansur hoyra orangutangir til stóru apurnar. Um dagin eru tær uppi í trøunum og eta frukt. Smáu orangutang-apurnar eru saman við mammuni í tvey ár, áðrenn tær fara nakrastaðni einsamallar, og í byrjanini leiða tær ofta eina eldri orangutang. Vaksna kalldjórið kann gerast 1,85 metrar til hæddar og viga meiri enn 118 kilo. Navnið orangutang kemur av malaisiska og indonesiska orðinum "orang", sum merkir "persónur", og "hutan", sum merkir "skógur". Orangutang merkir sostatt "skógarpersónur".

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
HOME 1
languages 1
os 2