Peter Høeg Gade (føddur 14. desember 1976 í Aalborg, Danmark)[1][2] er ein danskur fyrrverandi professionellur badmintonleikari. Hann býr í løtuni í Holte in Keypmannahavn. Hann eigur tvey børn við fyrrverandi hondbóltsleikaranum Camilla Høeg.

Peter Høeg Gade
Persónlig kunning
Føðinavn Peter Gade Christensen
Land  Danmark
Fødd(ur) (1976-12-14) 14. desember 1976 (aldur 47)
Aalborg, Danmark[1]
Hædd 183 m (600 ft 5 in)
Vekt 73 kg (161 lb; 11,5 st)
Hond v/h Høgra
Einmansleikur menn
Hægsta støða 1 (28. oktober 1997; 22. juni 2006)
Støða í løtuni er givin
BWF profile

Gade hevur gjørt seg galdandi í badmintonsøguni við at vinna einmansleikin í All England Open Badminton Championships í 1999 og fimm gullheiðursmerki á EM í badminton í einmansleiki hjá monnum. Hann lá ovast á heimsranglistanum frá 1998 til 2001. Við sínum 22 Grand-Prix titlum gjørdist hann ein av teimum mest vinnandi badmintonleikarum yvirhøvur. Hin 22. juni 2006 endurvann hann eitt stutt skifti nummar eitt plássið í heimsrankingini. Tað hendi, eftir at hann vann Singapore Open og náddi til kvartfinaluna á Malaysia Open.

Eftir at hann tapti kvartfinaluna á French Open í 2012 gavst hann at luttaka í altjóða badmintonkappingm.

Keldur

rætta
  1. 1.0 1.1 Official profile. Petergade.net. Retrieved on 2011-10-24.
  2. BWF World Ranking Archived 2013-05-13 at the Wayback Machine. Bwfbadminton.org. Retrieved on 2013-01-12.
  NODES
HOME 1
languages 1
mac 1
os 1