Psykopatar hava hvørki samvitsku ella skuldarkenslu. Teir duga illa at liva upp til sosialar normar og skyldur, og uppføra seg sum heild avstumpað móti øðrum. Tí hevur hann eisini ilt við at knýta seg kensluliga til onnur menniskju. Fleiri mannfólk enn kvinnur eru psykopatar. Roknað verður við, at eini tvey til fýra prosent av øllum monnum og eitt prosent av kvinnunum eru psykopatar. Sostatt eru umleið tvey prosent av fólkinum psykopatar, ella tað, sum á læknamálið verður rópt Antisocial Personality Disorder (ASPD).

Serfrøðin er samd um, at psykopati er ikki ein sjúka sum so. Tað er heldur eitt frávik í persónligheitini, sum bert fær ment seg undir ávísum umstøðum í einum samspæli millum íbornar eginleikar og umhvørvið. Sostatt er sannlíkt, at annað ella bæði foreldrini eru psykopatar, og hava givið barninum ein kensluliga avstumpaðan uppvøkstur. At psykopaturin longu steðgaði kensluliga upp sum pinkubarn hevur við sær, at hann megnar ikki at elska onnur sum vaksin. Kortini fær hann ment seg sosialt og intellektuelt. Hetta ger eisini, at tað er nærum ógjørligt at gjøgnumskoða psykopatin ella at geva honum eina diagnosu, og at tað er ógjørligt at grøða ella viðgera hann. Psykopaturin leitar sær bara hjálp, um "sjúkan" verður ein trupulleiki fyri hann sjálvan.

Í summum førum líkist psykopaturin tí egoistiska narsissistinum. Báðir hava ómetaliga stórt sjálvsvirði, lítlan kensluligan intelligens og halda seg kunna liva omanfyri reglurnar, sum galda fyri onnur. Men munurin millum teir báðar er, at narsissiturin hevur samvitsku, kann vera í iva og angra illgerðir sínar. Tað kann psykopaturin ikki. Hann hevur ofta tunglyndi og er ofta misnýtari av rúsdrekka ella rúsevnum.

Eyðkenni

rætta

Psykopaturin verður lætt frustreraður, aggressivur og kann gerast harðligur. Hann skyldar altíð upp á onnur, og burturforklárar negativar avleiðingar av egnum gerðum. Reglurnar, sum eru galdandi fyri onnur, eru ikki galdandi fyri psykopatin. Eyðkennið psykopati kemur ofta til sjóndar longu í ungdómsárunum.

Nógvir av eginleikum hjá psykopatinum eru nógv eftirspurdir: tað at vera avgjørdur, hava sjálvsálit, at duga at seta sítt ígjøgnum og gera hugskot til veruleika. Alt eginleikar, sum eru positivir, um viðkomandi eisini hevur empati, samvitsku, ábyrgdarkenslu og evni at lurta – men tað hevur psykopaturin ikki.

  • er væltalandi og sjarmerandi
  • er egosentriskur og stórlætisørur
  • hevur støðugan tørv á spenningi og nýggjum innskotum
  • lýgur og burturforklárar
  • er svikaligur og manipulerandi
  • kennir hvørki skuld ella angur
  • hevur eitt veikt og grunt kenslulív
  • kann ikki liva seg inn í støðuna hjá øðrum ella at hava empati
  • hevur ein nassandi lívsstíl
  • er snarsintur, illsintur og hevur lítið tamarhald á sær sjálvum
  • hevur nógv leys kynslig sambond / er ótrúgvur
  • hevði atburðartrupulleikar sum barn (yngri enn 12 ár)
  • hevur stutta tíðarkenslu / leggur ikki langtíðarætlanir
  • er impulsivur
  • er ábyrgdarleysur sum foreldur
  • hevur fleiri hjúnaskilnaðir / miseydnað parløg
  • var ungdómskriminellur (yngri enn 15 ár)
  • fremur lógarbrot, tá hann er royndarleyslatin
  • tekur ikki ábyrgd fyri egnum gerðum
  • fremur fleiri sløg av lógarbrotum, líka frá innbroti til narko, harðskap, kynsligan ágang og svik

Sí eisini

rætta
  NODES