Schleswig-Holstein (týskt: Schleswig-Holstein, íslendskt: Slésvík-Holtsetaland, danskt: Slesvig-Holsten, lágtýskt: Sleswig-Holsteen, frisiskt: Slaswik-Holstiinj) er ein av 16 týskum landslutum í samveldislýðveldinum Týsklandi. Høvuðsstaður er Kiel. Schleswig-Holstein er 15.799,38 km² til støddar og hevði 2.811.000 íbúgvar (30. september 2013).

Schleswig-Holstein
Flagg Skjøldur
Grunddáta
Land: Týskland
Landslutur: Schleswig-Holstein
Høvuðsstaður: Kiel
Størsti býur: Kiel
Vídd: 15.799,38 km²
Íbúgvar (30.09.2013): 2.811.000
fyri km²: 178/km²
Alment mál: Týskt, danskt,

lágtýskt, frisiskt

Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: schleswig-holstein.de Archived 2015-04-16 at the Wayback Machine
Kort av Jútlandi og Schleswig-Holsteini
Kort av Jútlandi og Schleswig-Holsteini

Frá bronsuøldini til víkingatíðina mentist í Slesvig-Holstein fýra mál- og fólkabólkar norðurgermanskir jydar og danir (í Slesvig ella Sønderjylland), frísarnir (í Norðurfrísalandi), teir vesturgermansku saksarnir (í Holstein) og teir slavisku obotrittearnir (í Eysturholstein ella Wagrien). Millum 768 og 811 var ofta stríð millum tann kristna keisaran Karl hin Stóra (Karlamagnus) og teir heidnu norðurgermanarnir (skandinavarnir). í 811 varð tað avgjørt í einari friðaravtalu, at Ejderen skuldi vera mark ímillum karolingarnir og danir. Seinni misti markið sín praktiska týdning, men var til juridiskt líka til tað Týsk-rómverska ríkið datt sundur í 1806 ella kanska líka til 1864. Frá 1111 øktist sjálvstøðan báðu megin Ejderen, og hertogadømini Slesvig (sum danskt len) og Holstein (sum týskt len) varð stovnað. Samstundis var ta tætt politiskt og búskaparligt samband millum økini. Tíðliga í 13. øld royndi danski kongurin at innlima Holstein í sítt ríki, men tað miseydnaðist orsakað av tapinum í bardaganum við Bornhøved, og orsakað av mótstøðu frá teimum norðurtýsku fúrstunum. Í 1386 vóru Slesvig og Holstein fyrstu ferð sameind við tí heraldiska vápninum. Í 1460 valdu aðalstættin og borgarskapurin, eftir at schauenburgarnir doyðu út á mannfólkasíðuni, kongin Kristian 1. av tí týska fúrstahúsinum Oldenburg til hertoga av Slesvig og Holstein. Personaluniónin við Danmark vardi til 1864, tá hertogadømini vóru vunnin av Preussen og Eysturríki og í 1866 innlimað í Preussen.

Landafrøði

rætta

 

  1. Dithmarschen
  2. Herzogtum Lauenburg
  3. Nordfriesland
  4. Ostholstein
  5. Pinneberg
  6. Plön
  1. Rendsburg-Eckernförde
  2. Schleswig-Flensburg
  3. Segeberg
  4. Steinburg
  5. Stormarn
  • FL - Flensburg
  • KI - Kiel
  • NMS - Neumünster
  • HL - Lübeck

Politikkur

rætta

Forsætisráðharrar (Ministerpräsident) í Schleswig-Holstein

rætta
  1. 1945 - 1947: Theodor Steltzer (CDU)
  2. 1947 - 1949: Hermann Lüdemann (SPD)
  3. 1949 - 1950: Bruno Diekmann (SPD)
  4. 1950 - 1951: Walter Bartram (CDU)
  5. 1951 - 1954: Friedrich-Wilhelm Lübke (CDU)
  6. 1954 - 1963: Kai-Uwe von Hassel (CDU)
  7. 1963 - 1971: Helmut Lemke (CDU)
  8. 1971 - 1982: Gerhard Stoltenberg (CDU)
  9. 1982 - 1987: Uwe Barschel (CDU)
  10. 1987 - 1988: Henning Schwarz (CDU)
  11. 1988 - 1993: Björn Engholm (SPD)
  12. 1993 - 2005: Heide Simonis (SPD)
  13. 2005 - 2012: Peter Harry Carstensen (CDU)
  14. 2012 - Torsten Albig

Fólkið

rætta

Mentan

rætta

Búskapur

rætta
Býur,

landslutur (Kreis) í Schleswig-Holst.

Íbúgvar

(31.12.2007)

1 Kiel 236.902
2 Lübeck 211.541
3 Flensburg 87.792
4 Neumünster 77.595
5 Norderstedt, Kreis Segeberg 71.903
6 Elmshorn, Kreis Pinneberg 48.052
7 Pinneberg, Kreis Pinneberg 42.301
8 Itzehoe, Kreis Steinburg 32.800
9 Wedel, Kreis Pinneberg 32.033
10 Ahrensburg, Kreis Stormarn 30.663
11 Geesthacht, Herzogtum Lauenburg 29.295
12 Rendsburg, Kreis Rendsburg-Eckernförde 28.391
13 Henstedt-Ulzburg, Kreis Segeberg 26.560
14 Reinbek, Kreis Stormarn 25.516
15 Bad Oldesloe, Kreis Stormarn 24.172
16 Schleswig, Kreis Schleswig-Flensburg 24.036
17 Eckernförde, Kreis Rendsburg-Eckernförde 22.915
18 Husum, Kreis Nordfriesland 22.327
19 Heide, Kreis Dithmarschen 20.827
20 Quickborn, Kreis Pinneberg 20.136

Myndasavn

rætta

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

rætta
  NODES
Done 1
see 1