Skúgvur (lat. Stercorarius skua) er nakað sum mási til støddar, brúnur sum hini kjógvasløgini, ikki búkhvítur og hevur onga snældu. Sum kjógvin er eftir ritu, er skúgvurin eftir likku, eltir hana, snittandi og snarandi, inntil hon má spýggja. Men kemur tá ein flokkur av ritum og ternum eftir honum, so má hann skunda sær at flýggja. Og ikki er hann snúiligari enn so, at kjógvin tuskar hann av. Úr sjónum fær hann sær seið og sild. Fyri bjargafuglin er hann skaðiligur, helst fyri lundan, tekur bæði egg og fugl. Lítið er til av honum. Tað, sum er í Evropa, hevur tikið sær búgv í somu londum sum Norðmenn í forðum, í Føroyum, Hetlandi, Orknoyggjum, Hebridum, Íslandi og ikki sørt í Grønlandi.

Skúgvur.
Stercorarius skua

Áður átti hann nógvur í Føroyum. Søgn er, at í støðum var hann so tættur, at fjallmenn stundum, tá ið um ráddi, nýttu eggini til at blaka fyri seyð. Í summum bygdum beinskerdu teir ungarnar og tóku teir so — mangar túsund í tali — tá ið teir vóru fullvaksnir og feitir. Men fyri skaðan, hann gjørdi í bjørgunum, varð roynt at avoyða hann, og tað eydnaðist teimum so, at um ár 1900 vistu teir bara 4 pør vera eftir — í Skúvoy, Stóru Dímun, Svínoy og Saksun. Tá friðlýstu teir hann, og nú er hann væl afturnørdur. Mestur er hann í Saksun; har eiga um 100 pør, og ikki er nevnt um nakað spell av teimum. Tað sigst eisini, at í teimum høgum, sum hann áður átti mestur, skóru teir meiri seyð tá, enn teir skera nú. Har, sum fuglur, ið føðir seg av sjónum, eigur nógvur, verður altíð nógv gras.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES