Spurvaheykur (frøðiheiti - Accipiter nisus) er vanligur í skógarlendi í Evropa og Asia. Hann eigur í útnyrðing vestur ímóti Norðuratlantshavi. Hendinga fuglar hava átt í Orknoyggjum. Spurvaheykurin í Skandinavia er flytifuglur. Í flytitíðini er vanligt at síggja spurvaheyk, hóast teir er fáir. Onkur er eisini at síggja um veturin. Longur í útnyrðing er hann veruliga sjaldnari. Spurvaheykur er blágráur ránsfuglur, sum dúgva til støddar, langt vel og árundaðar veingir. Um kjósina og undir búkinum hevur hann tættar tvørrípur. Einastu fuglar, ið líkjast spurvaheyki á liti, eru geykur og høsnaheykur, men høsnaheykur er størri og sæddur bara í Orknoyggjum.


Spurvaheykur


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Falconiformes
Ætt: Accipitridae
Slekt: Accipiter
Slag: A. nisus
Accipiter nisus
Accipiter nisus

Sí eisini

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES