Suluríkið (eisini nevnt Zululand, Sululand) var eitt kongsríki í Suðurafrika frá 1816 til 1897. Í landnyrðingspartinum í landslutinum Natal er land sulufólksins, tað lá ímillum tvær stórar áir út móti Indiska Havinum, frá Tugela-ánni í suðri til Pongola-ánna í norði. Tey eru ættað av nguni-fólkinum í Landsynningsafrika [1].

Suluríkið á korti yvir syðra parti av Afrika.
 
Kríggj var vanligt í tilveru sulufólksins.

Frá 1816 var Shaka kaSenzangakhona (1787–1828) kongur í landinum, hann hevði verið høvdingi í einum lítlum sululandsluti. Shaka var mikil herovasti og hevði skjótt limað meginpartin av nguni-fólkinum inn í eitt nýtt, stórt suluríki [2]. Mæti krígskongurin var gitin fyri fyri evni síni sum herovasti. Hann umskipaði suluherin og útvegaði yrkishermenn, sum altíð vórðu búnir til bardaga, og hann skipaði fyri regluligum hernaðarvenjingum, har ið hermennirnir lærdu vápnaleik, lýdni, áhaldni og at gera slysálop; nýggj spjót "iklwa" vóru tikin í nýtslu, sum góvu slurkandi ljóð frá sær, tá ið tey vóru tikin úr aftur tí stunga. Shaka var harðrendur maður, og hann gjørdist alt harðrendari og eirindaleysari sum árini liðu. Ríkið hansara var enn sterkasta ríki í syðra parti í Afrika hálvthundrað ár eftir deyða hansara. Í 1828 lótu hálvbrøður Shaka hann drepa. Ein teirra, Dingane, tók við kongsstarvinum eftir Shaka og leyp á boarar, tá ið teir rýmdu til Natal undan bretum. Oddamaðurin hjá boarum, Retief, varð dripin. Boarar hevndu seg í 1838 og vunnu á Dingane, sum flýddi norðureftir, har hann sjálvur varð dripin. Í 1879 sigraðu bretar á suluum, og í 1897 varð Sululand limað inn í Natal, sum tá var heimastýrt bretskt hjáland [3].

Suluskjøldurin

rætta
 

Suluskjøldurin, sum var lívsneyðug verja í blóðigu bardøgunum, var gjørdur av neytahúð. Fyrst varð húðin tand út og fest í vøllin við hælum, meðan hon tornaði. Síðan varð hon skorin til og fest á eina rammu og flikur vórðu skornar í miðjuna og eitt træ surrað innanfyri til handtak [4]. Dýrahalar vórðu stundum bundnir í ovara enda á trænum til prýðis.

Bygdinar og húsini

rætta

Sulubygdirnar vóru vanliga í líðunum, sum vóru eystureftir, har lætt var at fáa brenni og vatn og góð beitilendi vóru. Smátturnar vóru átøkar býflugubýlum og stóðu í ring uttan um neytatippið. Maturin var goymdur í smáttum, sum stóðu á streyrum, so at dýrini skuldi ikki taka hann. Smátturnar vóru flættaðar av greinum og ungum bulum og strátaktar. Dururin var lágur, so neyðugt var at gruvla út og inn. Eldstaðurin inni í smáttuni gav bæði ljós og varma, men tjúkt var inni í royki. Sulufólkið gjørdi mat í leiríløtum, kókað og steikt varð uppi yvir eldstaðnum í smáttunum, tey svóvu á strámáttum, sum vórðu rullaðar saman um dagin. Uttan um bygdina var sterk viðargirðing.

Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.uiowa.edu/~africart/toc/people/Zulu.html
  2. http://zulu-culture.co.za/
  3. "Archive copy". http://africanadrenalin.co.za/IsibindiAfrica/zulu_history.htm. Heintað 2013-06-15. 
  4. http://wiki.ulwazi.org/index.php5?title=Zulu_traditional_houses[deyð leinkja]
  NODES