Týskt (Deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt.

Týskt
Deutsch
Tosað í: Eysturríki Eysturríki
Belgia Belgia
Týskland Týskland
Liktinstein Liktinstein
Luksemborg Luksemborg
SveisSveis
PennsylvaniaPennsylvania
Italia Suðurtyrol
Danmark Suðurjútland
Brasil Espírito Santo
Namibia Namibia.
Tosandi íalt: 101 mió.
Málætt: Indoevropeiskt

  Germanskt
   Vesturgermanskt
    Hátýskt
      Týskt.

Málkotur
ISO 639-1: de
ISO 639-2: ger
ISO 639-3: deu

.

125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað í Týsklandi, Eysturríki, Liktinstein, Luksemborg í 2/3 av Sveis, í 2/3 av Suðurtyrol (Südtirol) í Italia, í Eysturbelgia og í nøkrum býum í Suðurjútlandi í Danmark. Eisini í Namibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast í Afrika og summastaðni í Suðuramerika (t.d. Espírito Santo í Brasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. Í Namibia hevur týskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. í Pennsylvania í USA.

Stavraðið

rætta
 
Týska stavraðið.
 
Heimskort ið vísir, hvar málið verður tosað.
 
Útbreiðsla í Evropa.
 
Útbreiðsla í USA.

Týska stavraðið er bygt á latínska stavraðið. Týskt nýtir 26 bókstavir umframt ä, ö, ü og ß.

Bókstavirnir og framburður teirra:

Úttala
A a /aː/
Ä ä /ɛː/
B b /beː/
C c /t͡seː/
D d /deː/
E e /eː/
F f /ɛf/
G g /ɡeː/
H h /haː/
I i /iː/
J j /jɔt/;
í Eysturríki /jeː/
K k /kaː/
L l /ɛl/
M m /ɛm/
N n /ɛn/
O o /oː/
Ö ö /øː/
P p /peː/
Q q /kuː/;
í Eysturríki /kveː/
R r /ɛʁ/
S s /ɛs/
ß /ɛsˈt͡sɛt/
T t /teː/
U u /uː/
Ü ü /yː/
V v /faʊ̯/
W w /veː/
X x /ɪks/
Y y /ˈʏpsilɔn/;
í Eysturríki /ʏˈpsiːlɔn/
Z z /t͡sɛt/

Mállæra

rætta

Á týskum, sum á føroyskum, eru fýra føll. Fall merkir her formur hjá kenniorðum, lýsingarorðum, navnorðum og fornøvnum. Tey einstøku liðini í setninginum krevja sítt fall. Grundlið og umsagnarlið til grundlið standa í hvørfalli, hvønnfalsávirki stendur í hvønnfalli, og hvørjumfalsávirki stendur í hvørjumfalli.

Grundtøl Talorð
0 null
1 eins
2 zwei
3 drei
4 vier
5 fünf
6 sechs
7 sieben
8 acht
9 neun
10 zehn
11 elf
12 zwölf
13 dreizehn
14 vierzehn
15 fünfzehn
16 sechzehn
17 siebzehn
18 achtzehn
19 neunzehn
20 zwanzig
21 einundzwanzig
22 zweiundzwanzig
30 dreißig
40 vierzig
50 fünfzig
60 sechzig
70 siebzig
80 achtzig
90 neunzig
100 (ein) hundert
1000 (ein) tausend

Kenniorð

rætta

Tað óbundna kenniorðið er ein (kallkyn), eine (kvennkyn) og ein (hvørkikyn), og tað bundna kenniorðið er der (kallkyn), die (kvennkyn), das (hvørkikyn) og die (fleirtal).

Tað bundna kenniorðið

rætta



Á týskum eins og á føroyskum hava vit fýra føll: hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Á føroyskum broytast navnorðini eftir tí falli, tey standa í, bæði tá tey eru bundin og óbundin. Á týskum fær bundna navnorðið ikki knýtt ending aftur at sær, men bundna kenniorðið, der, die, das ella die verður sett frammanfyri navnorðið og fallbent. Í hvørfalli stendur grundliðið. Grundliðið er tað ella tann, sum er ella ger okkurt. T.d. Hann er glaður, tí hon bakar pannukøkur. Umsagnarlið til grundlið stendur eisini í hvørfalli. T.d.: Hann er ein góður lækni. Í hvønnfalli stendur tann ella tað, sum nakað verður gjørt við. Vit kalla tað liðið fyri hvønnfalsávirki. T.d.: Hann málar bátin.



Her eru dømi um, hvussu navnorð bendast bundin á týskum:

kallkyn kvennkyn hvørkikyn fleirtal
hvørfall der Mann die Frau das Kind die Leute
hvønnfall den Mann die Frau das Kind die Leute
hvørjumfall dem Mann der Frau dem Kind den Leuten
hvørsfall des Mannes der Frau des Kindes der Leute

Tað óbundna kenniorðið



rætta

Endingin á óbundna kenniorðinum í flestu føllum er júst sum endingin á bundna kenniorðinum. Tó hevur kallkyn í hvørkikyn og hvørfalli í hvør- og hvønnfalli onga ending. Legg til merkis har sum 1 stendur, er eingin ending. Annars eru endingarnar tær somu sum hjá tí bundna kenniorðinum. Tað óbundna kenniorðið ein bendist soleiðis:



kallkyn kvennkyn hvørkikyn
hvørfall ein Mann eine Frau ein Kind
hvønnfall einen Mann eine Frau ein Kind
hvørjumfall einem Mann einer Frau einem Kind
hvørsfall eines Mannes einer Frau eines Kindes
rætta

Navnorð kunnu vera óbundin (ein bilur) og bundin (bilurin). Tey kunnu vera eintal (bilur, bilurin) og fleirtal (bilar, bilarnir). Á týskum verður bundna kenniorðið sett frammanfyri navnorðið og bent í føllum. Eitt bundið navnorð á føroyskum hevur ending: bátur-in, bátar-nir. Á týskum hevur navnorðið tað bundna eyðkennið frammanfyri: t.d. das Boot, die Boote. Hesi smáorðini nevna vit kenniorð. Navnorð verða altíð skrivað við stórum bókstavi.



Týsk navnorð hava fimm fleirtalsformar:

  • -e: t.d.: die Steine, die Probleme
  • -er: die Kinder, die Häuser

  • -en: die Motoren, die Menschen
  • -s: die Chefs, die Autos
  • Nullending: die Lehrer, die Arbeiter


Sagnorð

rætta
 
Týskmælt skelti í Namibia.

Sum á føroyskum benda vit sagnorðini í trimum persónum í eintali og í fleirtali og í fimm tíðum.
 Vit býta sagnorðini sundur í bólkar:



  • Hjálparsagnorðni eru trý: haben (at hava), sein (at vera) og werden (at verða, at gerast).
  • Tey veikt bendu eru tey allar flestu.
  • Tey sterkt bendu eru umleið 150 í tali, men tey verða nógv brúkt.
  • Tey blandbendu eru átta: kennen (at kenna), nennen (at nevna), brennen (at brenna), rennen (at leypa), wenden (at venda), senden (at senda), denken (at tenka) og bringen (at taka við). T.d.: sie kennt - sie kannte - sie hat gekannt.
  • Háttarsagnorðini eru seks: sollen (at skula), wollen (at vilja), dürfen (at sleppa), müssen (at noyðast), können (at kunna) og mögen (at dáma). Háttarsagnorðini eita soleiðis, tí tey siga nakað um háttin, mátan. Tey standa vanliga saman við vanligum sagnorðum og ávirka tey. T.d.: “eg má fara”, “tú kanst koma”, “hann vil sova”, “tey duga at svimja”.


Fyrisetingarorð

rætta

Fyrisetingar eru smáorð, ið sum oftast standa frammanfyri navnorð ella fornøvn og stýra teimum, t.e. gera av, hvørjum falli tey skulu standa í. Nøkur dømi: í hagan, hjá ommu, undir borðinum, til borðs, til Noregs. Fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli eru: durch (ígjøgnum), für (fyri), gegen (ímóti), ohne (uttan) og um (rundan um).

Lýsingarorð

rætta

Lýsingarorðini standa saman við navnorðum og lýsa tey. Tey kunnu standa bæði frammanfyri og aftanfyri navnorðini: t.d. ein grønur frakki. Frakkin er grønur. Á týskum bendast lýsingarorðini ikki, tá ið tey standa aftanfyri, t.e. sum umsagnarlið til grundlið. T.d.: hann er stórur (er ist groß) ella hon er stór (sie ist groß). Men tá ið tey standa frammanfyri navnorðini, bendast týsk lýsingarorð líka nógv sum føroysk: Vit benda lýsingarorðini sterkt og veikt.

Fornøvn

rætta

Fornøvn eru orð, sum vit seta ístaðin fyri navnorð og nøvn. T.d.: Hvar er Hans? Hann er í býnum. Hann er eitt persónsfornavn. Sum á føroyskum bendast fornøvnini í øllum føllum í eintali og fleirtali.

Eintal
1. pers. 2. pers. 3. pers.
Hvørfall ich
eg
du
er
hann
sie
hon
es
tað
Hvønnfall mich
meg
dich
teg
ihn
hann
sie
hana
es
tað
Hvørjumfall mir
mær
dir
tær
ihm
honum
ihr
henni
ihm
Hvørsfall meiner
mín
deiner
tín
seiner
hansara
ihrer
hennara
seiner
tess

Fleirtal
1. pers. 2. pers. 3. pers.
Hvørfall wir
vit
ihr
tit
sie
teir
sie
tær
sie
tey
Hvønnfall uns
okkum
euch
tykkum
sie
teir
sie
tær
sie
tey
Hvørjumfall uns
okkum
euch
tykkum
ihnen
teimum
ihnen
teimum
ihnen
teimum
Hvørsfall unser
okkara
euer
tykkara
ihrer
teirra
ihrer
teirra
ihrer
teirra

Tygum (Sie) er fleirtal sum á føroyskum og bendist soleiðis:

Hvørf. Sie tygum
Hvønnf. Sie tygum

Hvørjumf. Ihnen tygum

Hvørsf. Ihrer tygara

Hvørfallsformurin hjá persónfornøvnunum verður ikki so nógv brúktur. Men vit siga tó á føroyskum: til mín, til tykkara, til teirra. Á týskum eitur tað til dømis “Er kam statt deiner" (hann kom ístaðin fyri teg) og “Er nahm sich ihrer an” (hann tók sær av henni).


Sambindingarorð

rætta

Bókmentir

rætta
Johann Wolfgang von Goethe
(1749–1832)
Friedrich Schiller
(1759–1805)
Brøðurnir Grimm
(1785–1863)
Thomas Mann
(1875–1955)
Hermann Hesse
(1877–1962)
 
 
 
 
 

Bøkur

rætta
  • André Niclasen: Týsk mállæra á grundstigi. Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1992. 67 síður.
  • André Niclasen: Deutsch schreiben. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 2001. (74 síður) - ISBN 99918-0-287-8
  • Richard Kölbl: Färöisch Wort für Wort. Bielefeld: Reise Know-How Verlag, 2004. (160 síður, við orðalista føroyskt-týskt-føroyskt) - ISBN 3-89416-350-X

Orðabøkur

rætta

týskt-týskt

rætta
  • Duden: Deutsches Universalwörterbuch - plus CD. Mannheim: Bibliographisches Institut, 2003. ISBN 3-411-71422-0 (1900 síður, 250.000 greinir, upplýsning um orðanýtslu, yrkisøki, stílvirði, bending,... við fløgu). (les meira...)
  • Duden: Deutsch als Fremdsprache: Standardwörterbuch. Mannheim: Bibliographisches Institut, 2002. ISBN 3-411-71731-9 (les meira...)

Fleiri upplýsingar

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  NODES
chat 3