Wikipedia:Mánaðargrein 2020

Mánaðargreinir nýttar í 2020.


Mánaðargrein fyri januar


Stonehenge
Stonehenge

Stonehenge er eitt yngru steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum. Fornfrøðingar halda steinarnar verða millum 2500 f.Kr. og 2000 f.Kr. tó, at umverandi rundu vøllgarðarnir og grøvin, sum eru eldsti parturin av fornminninum, eru tíðarfest til umleið 3100 f.Kr..

Hildið verður, at orðið Stonehenge koma frá angulsaksisku orðunum "stān", ið merkir "steinur", og annaðhvørt "hencg", ið merkir "hongsul" ella "hen(c)en", ið merkir gálgi ella píningartól. Miðaldargálgar vóru uppbygdir av tveimum lodrøttum pettum við einum petti omaná tey bæði, sum minnir um nakrar uppsetingar í Stonehenge, heldur enn at líkjast einum umvendum L-skapi, sum vit kenna betur í dag.

Gamlar tulkingar

Nógvir søgufrøðingar eru ávirkaðir av sagnum í sínum frágreiðingum. Sambært summum sagnum læt gandakallurin Merlin ein risa byggja verkið fyri seg ella flutti tað við gandi frá Mount Killaraus í Írlandi, meðan aðrar siga Djevulin standa aftanfyri. Henry of Huntingdon var fyrstur at skriva um verkið umleið 1130, skjótt fylgdur av Geoffrey of Monmouth, sum var fyrstur at skriva hugfloygd sambond við Kong Arthur, sum gjørdi verkið til ein part av einum víðari evropeiskum romantikki.

Tær fyrstu akademisku royndirnar at kanna og skilja fornminnið vórðu gjørdar umleið 1740 av William Stukeley. Sum hann var vanur, gjørdi hann tann feilin, at geva druidum heiðurin. Tó kom hann við teimum fyrstu tekningunum av staðnum, sum gjørdu fleiri lýsingar gjørligar av skapinum og týdninginum. Frá sínum arbeiði megnaði hann, at vísa á ein stjørnufrøðiligan ella tíðarteljingarligan leiklut av setanini av steinunum.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2020
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2020
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


Páskaoy
Páskaoy

Páskaoy er ein kyrrahavsoyggj. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Standmyndirnar kallast Moai. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan.

Niðurlendski sjófarin Jacob Roggeveen gjørdi eina rannsóknarferð til Kyrrahavið árini 1721 og 1722. Hann fann eina ókenda oyggj tann 5. apríl 1722, sum var páskadagurin hetta árið. Av tí kallaði hann oynna "Paasschen eiland", sum merkir Páskaoy á niðurlendskum.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


Nýsæland
Nýsæland

Nýsæland (enskt: New Zealand; maoriskt: Aotearoa), er eitt stórt land í Oseania. Landið er um 1600 km í ein landsynning úr Avstralia.

Nýsæland er mest sum bara tvær stórar oyggjar – Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Wellington er høvuðsstaður, og størsta ídnaðarøkið er í Auckland, sum liggur í norðara parti landinum.

Um leið 5 milliónir fólk búgva í Nýsælandi; nógv minni enn í New York ella London. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroynni, flestu teirra í býum. Umframt Wellington og Auckland eru aðrir stórir býir Christchurch, Hamilton, Dunedin og Palmertson North.

Nýsæland gjørdist bretskt hjáland í 1820. Waitanisáttmálin í 1849 tryggjaði bretum valdið á oynni. Í 1907 fekk Nýsæland støðu sum ríki, og í 1947 fekk tað fullveldi. Í Nýsælandi eru 20 ferðir so nógvir seyðir sum fólk.

Søga

 
Aoraki, ella Mount Cook, er hægsta fjallið í Nýsælandi.

Um 1280 sigldu nakrir polynesar mangar hundrað fjórðingar í opnum bátum og búsettu seg á báðum teimum stóru oyggjunum í Nýsælandi, Norðuroynni og Suðuroynni. Við sær høvdu teir plantur, sum teir høvdu dyrkað, har teir búðu frammanundan til dømis søtepli, jamsrót, taro og grasker. Bara søteplini vuksu, men í Nýsælandi funnu teir annað etandi, til dømis moafuglin, skeljar og átuligar trøllakampar. Hildið verður, at fólkið í Suðuroynni livdi sum útróðrarmenn og savnarar, til bretski rannsóknarfarin James Cook kom hagar í 1769. Í Norðuroynni bar væl til at velta epli, men hvørt ár kom spilla í grøðina, tá ið nakað leið frá. Tí gróvu maoriar stór hol niður í jørðina, so at eplini kundu goymast í jøvnum hita, so at tey ikki spiltust. Soleiðis gjørdist bøndurnir sjálvbjargnir við mati.

Evropeiskar handilsmenn komu til Nýsælands í 1790-árunum. Maoriar, sum høvdu búð har í øldir, góvu sær ikki stórvegis far um teir í fyrstuni, men um 1800 fóru teir at handla við teir. Í 1840 settu fyrstu bretarnir seg niður í Nýsælandi og grundaðu býin Wellington í einum øki, teir høvdu keypt frá maoriarum. Stóra Bretland kravdi yvirvaldsrætt yvir Nýsælandi og sendi ein landshøvding, William Hobson, kapteyn, hagar. Hann gjørdi semju við maorihøvdingarnar, nevnd Waitangiavtalan, sum vissaði teimum ognarrætt at eiga jørð og beyð teimum bretskan ríkisborgararætt. Avtalan varð ikki hildin út í æsir, og tað elvdi til kríggj. Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947. Upprunafólkið – maoriar – eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


 
Smyril (fuglur)

Smyril (frøðiheiti - Falco columbarius subaesalon) er av minstu falkum og tann minsti í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum.

Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni.

Smyrilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbæra væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smyrilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smyrilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smyrilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smyrilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


 
Hawaii

Staturin Hawaiioyggjar (hawaiianskt: Mokuʻāina o Hawaiʻi, enskt: State of Hawaii) er ein lutstatur í USA við 1,4 miljónum innbúgvum (2014). Hawaiioyggjar liggja langt úti í Kyrrahavinum - millum Norðuramerika og Japan - seks tíma flúgving úr Los Angeles í Kalifornia. Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Í 8. øld nomu polynesar land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har. Hawaiioyggjar vóru til ár 1900 frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í ríkisfelagskap við USA. Í 1959 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á Oʻahu, men størsta oyggin er Hawaiʻi.

 
Flaggið

At Hawaii eisini hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á hawaiianska flagginum. Hawaiianska flaggið hevur bretska flaggið í ovasta vinstra teigi og síðan 6 linjur, eina fyri hvønn oyggj (Hawaiʻi, Oʻahu, Kauaʻi, Kahoʻolawe, Lānaʻi, Maui, Molokaʻi og Niʻihau). Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum - amerikanar, kinesar og japanar eru flestir í tali. Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


 
Mýrisnípa

Mýrisnípan (frøðiheiti - Gallinago gallinago) er brún omaná við fýra gulum teinum eftir bakinum og einum á høvdinum. Nevið hevur hon longri upp á seg enn nakar annar fuglur, ið vit vita um.

Víða um Føroyar verður hon nevnd mirusnípa, men betra navnið man tó vera mýrisnípa, tí mest heldur hon seg á mýrum og øðrum bleytlendi. Har situr hon væl fjald í tí síða grasinum og lættir sær ikki á, fyrr enn fólk kemur tætt at henni. Tá sker hon í eitt »kjett«, í tí hon rýkur upp, og flýgur so undan, snittandi til viks. Hon er spakur fuglur, og har sum ongar kettur eru, eigur hon ofta nær húsum. Fyrra partin á sumri í góðum veðri og mest á kvøldi síggja og hoyra vit ofta teirra vakra leik í lofti. »Kipp kipp kipp« láta tær, meðan tær hevja seg høgt, høgt upp í loft. So við eitt stoyta tær sær á høvdið, og við útspílaðum veli og hálvkreptum veingjum fara tær á skák niðureftir. Tá ið tær hava fingið góða ferð, hoyrist eitt hart »burrurrurr« ljóða úr velfjøðrunum — og kanska eisini úr veingjaf jøðrunum? Komnar nakað niður steðga tær ferðini, skera í »kipp kipp« og ringja seg upp aftur. So »burrurrurr« niður. Stundum stoyta tær sær so flatt niður, at ferðin verður lítil; tá hoyrist einki »burr«. Leingi kunna tær stuttleika sær soleiðis. Eftir longsta dag gera tær minni av hesum leiki; tá hoyrast tær mest láta »jabbe jabbe jabbe jabb«.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


 
Butan

Butan er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Thimphu er høvuðsstaður í Butan.

Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.

Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.

Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


 
Havnar Kirkja

Havnar kirkja ella dómkirkjan er næstelsta kirkjan í Føroyum. Hon varð bygd í 1788 á Bryggjubakka í Havn og varð vígd 3. sunnudag í advent sama árið. Ein størri umbygging og víðkan varð gjørd í 1865, og fekk hon tá størri vindeygu, skifertak og tað høga sermerkta klokkutornið. Kirkjan varð vígd av nýggjum í 1865.

í 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi og gjørdar til egið stift, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja. Uni Næs hevur verið dómpróstur síðan 2010 og Jógvan Fríðriksson biskupur síðan 2007.

Søga

Forsøga kirkjunnar er heldur fløkt. Eftir øllum at døma var eingin kirkja i Havn í miðøldini, í mesta lagi eitt 'bønhús'. Hildið hevur verið, at havnarfólk hildu gudstænastur sínar í Munkastovuni úti á Reyni. 22. juni 1609 gevur Chr. Kongur IV lensmanninum á Bergenshus boð um at senda tilfar til kirkjubygging. Kirkjan verður bygd úti á Reyni og stendur longu liðug við árslok 1609. Um hetta mundið búðu umleið 100 fólk í Havn.

Rasmus Jørgen Winther verður prestur í Havn í 1780, og í 1782 tekur hann stig til at byggja nýggja kirkju. Av roknskaparbókunum framgongur tíverri ikki, hvørjir ið gjørdu arbeiðið, men fyristøðumaður hevur uttan iva verið tann tiltikni Johannes Poulsen, timburmaður, sum búði í Havn. Kirkjan varð ikki liðug fyrr enn í 1788. Kirkjan úti á Reyni varð síðan tikin niður og í 1789 seld á uppboði.

 
Altartalvan frá 1647

Sumt av innbúgvinum varð flutt í nýggju kirkjuna, og sumt varð selt til aðrar kirkjur í Føroyum. Tá tann nýggja kirkjan varð bygd í 1788, var Havnarbýur ikki størri enn so, at kirkjan tá varð bygd 'nordenfor Byen' - har hon enn stendur aftaná umfatandi umbygging. Tíverri eru ongar frágreiðingar um hesa kirkju, men nakrar fáar tekningar siga okkum, at hon varð smíðað nakað sum gomlu bygdakirkjur okkara, bara nógv størri, bert 3 1/2 alin styttri enn tann, sum nú stendur. Í 1788 búðu umleið 600 fólk í Tórshavnar sókn og í 1865 umleið 900.

Í 1865 varð kirkjan heilt umbygd. Fyristøðumaður var íslendingurin Guðmundur Sigurðsson, Tórshavn, vanliga nevndur Sivertsen. Ein tilbygningur varð gjørdur á eystursíðuni, 3 1/2 alin til longdar og 12 alin breiður. Hetta er innvikið í kórinum, har ið altarið nú stendur.

Í 1935 varð aftur bygt 4,05 x 6,99 m stórt rúm uppí eystureftir, tí at kirkjan tá fekk hitaverk, kolovn, og farnristir vórðu settar í eysturveggin hvørjumegin altartalvuna. Kirkjan varð aftur longd í 1968, tá kontór og onnur rúm vórðu bygd uppí kórið.

Í skipinum eru 44 beinkir og uppi á pulpiturinum eru 14.

Á norðurbróstinum hongur altartalvan, ið er frá 1647. Myndin er Hin Heilaga Kvøldmáltíðin, málað við djúpum, reinum litum beinleiðis á træið, 100 x 100 cm stór.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


 
Ludwig van Beethoven

Ludwig van Beethoven (doyptur 17. desember 1770 í Bonn, deyður 26. mars 1827 í Wien) var ein týskur komponistur og pianistur. Hann er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðjunum og tann tónasmiðurin, ið hevur havt størstu ávirkan á menningina av týskum kompositiónstónleiki eftir 1800. Hansara best kendu komposisjónir eru nýggju symfoniir, fimm klaverkonsertir, 32 klaversonatir og 16 strúkikvartettir. Harumframt komponeraði hann kamartónleik, kórverk og sangir.

Beethoven varð føddur i Bonn, sum var høvuðsstaður í Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Beethoven vísti at hann hevði góðar tónleikagávur longu sum smádrongur og fekk undirvísing av pápa sínum, Johann van Beethoven, og av Christian Gottlob Neefe. Hann búði tey fyrstu 22 árini í Bonn, síðan flutti hann til Wien, har hann byrjaði tónleikastudiir hjá Joseph Haydn. Í Wien uppnáddi hann skjótt at fáa viðurkenning sum klavervirtuos. Hann búði í Wien til sín deyða. Umleið ár 1800 versnaði hoyrn hansara, og tey seinastu tíggju árini av lívinum var hann nærum heilt deyvur. Hann gavst við at stjórna orkestrum og við at geva almennar konsertir, men bleiv tó við at komponera tónleik, nógv av hansara best umtóktu verkum eru frá hesi tíðini.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


 
Ludwig van Beethoven

Ludwig van Beethoven (doyptur 17. desember 1770 í Bonn, deyður 26. mars 1827 í Wien) var ein týskur komponistur og pianistur. Hann er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðjunum og tann tónasmiðurin, ið hevur havt størstu ávirkan á menningina av týskum kompositiónstónleiki eftir 1800. Hansara best kendu komposisjónir eru nýggju symfoniir, fimm klaverkonsertir, 32 klaversonatir og 16 strúkikvartettir. Harumframt komponeraði hann kamartónleik, kórverk og sangir.

Beethoven varð føddur i Bonn, sum var høvuðsstaður í Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Beethoven vísti at hann hevði góðar tónleikagávur longu sum smádrongur og fekk undirvísing av pápa sínum, Johann van Beethoven, og av Christian Gottlob Neefe. Hann búði tey fyrstu 22 árini í Bonn, síðan flutti hann til Wien, har hann byrjaði tónleikastudiir hjá Joseph Haydn. Í Wien uppnáddi hann skjótt at fáa viðurkenning sum klavervirtuos. Hann búði í Wien til sín deyða. Umleið ár 1800 versnaði hoyrn hansara, og tey seinastu tíggju árini av lívinum var hann nærum heilt deyvur. Hann gavst við at stjórna orkestrum og við at geva almennar konsertir, men bleiv tó við at komponera tónleik, nógv av hansara best umtóktu verkum eru frá hesi tíðini.


vís - kjak - søga - rætta

  NODES